Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-27, síða 87
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2012síða 87

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 31 l 30. juli 2012 39 lýsing Góðskustýringin á Fiskaaling umfatar alla framleiðslu, tænastur og gransking eftir ISO-9001 standardinum, umframt fram- leiðsluna eftir GlobalGAP standardinum. Framleiðslan á Fiskaaling er laksarogn og yngul til alivinnuna. Tænasturnar eru ymiskar tænastur fyri alivinnuna m.a. regluligar lúsateljingar, resistenskanningar av fiskalús, góðskukanningar av fiski og streym- og aldumátingar. Granskingin á Fiskaaling er skipað í verkætlanir innan ymisk viðurskifti, sum eru umráðandi fyri eina framtíðar alivinnu í Føroyum. Í samband við økt virksemi á Fiskaaling verður søkt eftir fólki til at hava leiðsluna av góðskustýringini á Fiskaaling. Umframt hetta er ætlanin at starvið umfatar leiðsl- una av tænastunum, sum Fiskaaling bjóðar alivinnuni. Um umsøkjarin hevur nøktandi útbúgving er eisini møguleiki fyri luttøku í granskingarverkætlanum. Arbeiðsstaðurin verður á støðum felagsins, við Áir, Skopun og Nesvík. Tó fyri tað mesta við Áir. Løn er eftir galdandi sáttmálum. Førleikar • Tú hevur viðkomandi útbúgving ella royndir innan aling, verkfrøði, lívfrøði ella líknandi • tú hevur góð samstarvsevni • tú ert nýhugsin og ágrýtin • tú hevur góðar leiðsluførleikar • tú dugur at samskifta á føroysk- um, enskum og norðurlendskum máli. Nærri upplýsingar Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristian Petersen (kristian@fiskaaling.fo) á tel. 214747, ella Øystein Patursson (oystein@fiskaaling.fo) á tel. 214787. Umsókn við avritum og møgulig- um ummælum, skal sendast til: P/F Fiskaaling Við Áir FO-430 Hvalvík ella: fiskaaling@fiskaaling.fo Freist Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 6. august 2012. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. WWW.FISKAALING.FO Góðskuleiðari til Fiskaaling Søkt verður eftir góðsku- og tænastuleiðara til Fiskaaling k r e a Á Fiskaaling eru fleiri verkætlanir innan aling á harðbalnum økjum, m.a. verk- ætlanin aling á opnum havi. Í hesum verkætlanum verður arbeitt við hvussu alivinnan á bestan hátt kann nýta meiri harðbalin økir. Hetta gevur møguleika fyri burðardyggum vøkstri í vinnuni. Í verk- ætlanunum verður arbeitt við hvussu streym- og alduviðurskiftini á harð- balnum økjum ávirka aliútgerðina, fiskin og hvussu aliútgerðin skal gerast fyri at klára hesi viðurskifti og geva bestu liviumstøðurnar fyri fiskin. Arbeitt verður við teldumodellum at modelera streym og aldu og at modelera fleksiblar strukturar. Eisini verður arbeitt í royndar- brunnum og mátingar verða gjørdar á alibrúkum. Til arbeiði við hesum verkætlanum hava vit brúk fyri einum starvsfólki. Starvið kann umfata bæði teldumodelering og arbeiði úti á alibrúkum. Hetta verður nærri útgreinað eftir førleikanum hjá umsøkjaranum. Arbeiðsstaðurin verður við Áir. Løn verður eftir galdandi sáttmálum. Førleikar • Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving innan verkfrøði ella líknandi • tú hevur góð samstarvsevni • tú ert nýhugsin og ágrýtin • tú dugur at samskifta á føroyskum og enskum máli. Nærri upplýsingar Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Øystein Patursson (oystein@fiskaaling.fo) á tel. 214787, ella Kristian Petersen (kristian@fiskaaling.fo) á tel. 214747. Umsókn við avritum og møgulig- um ummælum, skal sendast til: P/F Fiskaaling Við Áir FO-430 Hvalvík ella: fiskaaling@fiskaaling.fo Freist Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 6. august 2012. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. WWW.FISKAALING.FO Starvsfólk til gransking Søkt verður eftir fólki til at luttaka í gransking innan aling á harðbalnum økjum. k r e a Invitation til deltagelse i udbud vedrørende IT Driftssupport for Kommuneqarfik Sermersooq KOMMUNEQARFIK SERMERSOOQ Postboks 1005, 3900 Nuuk Kommuneqarfik Sermersooq ønsker at indgå en aftale med en eller flere leverandører om at levere løbende IT driftssupport til kommunen. Udbudsprocessen foregår på dansk Information om dette udbud kan fås ved at kontakte konsulent for kommunen Kristian Sørensen, ks@itmnuuk.gl. Anmodningen skal være kommunens konsulent i hænde seneste den 10. august 2012. VIKUTORG Lutaseðlar Lutaseðlar hjá VÍF gentum 12 Vinningur 1: nr. 3973 Vinningur 2: nr. 235 Vinningur 3: nr. 4049 Vinningur 4: nr. 1259 Vinningur 5: nr. 2178 Vinningur 6: nr. 4127 Vinningur 7: nr. 1120 Vinningur 8: nr. 2230 Vinningur 9: nr. 2406 Vinningur 10: nr. 4825 Vinningur 11: nr. 4048 Takk fyri stuðulin Vinningarnir fáast við at ringja á tlf. 230845