mánadagur 30. juli 2012síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 30. juli 2012 · Nr. 87
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
...meira enn bert sveising
Vit sóknast eftir einum fólki
til vørukoyring og goymsluna.
Arbeiðið umfatar alla koyring av vøru,
so sum koyring út til kundar, avheinta vøru
á bryggjuni, gera vøru klára at senda.
Inni á goymsluni hevur tú ábyrdina av at fáa
vøruna til høldar, halda øki og bilarnar.
Fyrimunur er at tú hevur stóra koyrikorti.
Hevur tú spurningar hesum viðvíkjandi
ring tel. 311909 (Bárður Simonsen).
Umsóknir til starvið skulu sendast til:
P/F Sveisingahandilin
Boks 18
FO-110 Tórshavn
Att.: Bárður Simonsen
P/f Sveisingahandilin
sóknast starvsfólk
Sambært § 5 stk. 3 í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni við
seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Jarðfeingi hevur móttikið umsókn um loyvi til elfram-
leiðslu úr vindorku.
Umsøkjarin hevur søkt um loyvi at seta upp 13 vindmyllur á 900 kW svarandi til ein samlaðan mátt á 11,7 MW
staðsettar í Húsahaga í Suðurstreymoy.
Áhugað kunnu søkja um sama loyvi, 11,7 MW, á sama staði ella øðrum hóskandi staði, eftir nærri ásettum
treytum, sí niðanfyri.
Umsóknarblað og nærri upplýsingar
Áhugaðir umsøkjarar kunnu venda sær til Jarðfeingi, at fáa umsóknarblað og nærri kunning um nevndu treytir
og aðrar treytir fyri at kunna søkja.
Freist at søkja
Seinasta freist at senda inn umsókn um loyvi er 15. oktober 2012.
Umsóknir skulu sendast til:
Jarðfeingi, Brekkutún 1, Postsmoga 3059, 110 Tórshavn, tlf. 357000, jf@jf.fo
Loyvi til elframleiðslu úr vindorku
WWW.JARDFEINGI.FO
Lýsing eftir umsøkjarum til:
Treytir fyri at kunna søkja
Í sambandi við umsóknir um loyvi, sambært omanfyri nevnda, er
neyðugt, at umsøkjarin kann vísa á eitt øki (við váttan frá jarðaeigara),
har vindmyllurnar kunnu setast, og eisini skal umsøkjarin kunna útvega
onnur neyðug loyvi, eitt nú loyvi frá náttúrufriðingarmyndug-leikum og
loyvi frá viðkomandi kommunu. Eisini skulu umhvørvisárinsmetingar
gerast sambært § 16 í elveitingarlógini og góðkennast av Umhvørviss-
tovuni.
Vindviðurskiftini á staðnum skulu verða væl lýst, t.d. við vindmátingum
helst fyri 1 ár, ella við øðrum upplýsingum, sum kunnu javnmetast við
vindmátingar.
Harumframt er tað ein treyt, at viðkomandi umsøkjari kann vísa á
neyðugan tekniskan førleika og harundir møguligar royndir innan
elveiting, og umsøkjarin skal hava váttan frá peningastovni um tøka
fígging til ætlanina.