Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. august 2012 · Nr. 88 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Fyrstu sjey mán­aðir­nar í ár vórðu seld­ir 616 nýggir per­ són­bil­ar, og tað eru 121 fleiri enn sama tíð­ar­skeið í fjør, ella ein vøkst­ur upp á 24,44 prosent. Hagtøl frá Akstovuni vísa tó, at samlaða sølan av nýggj­um ak­før­um er vaks­in við 16,88 pro­sent­um fyrstu sjey mán­að­ir­nar í ár í mun til sama tíð­ar­skeið í fjør. Til­sam­ ans eru seldir 838 nýggj akfør í mun til 717, tað er eisini ein mun­ur upp á 121 ak­før – ella sløk 17 prosent framgongd. Tað var við stórum áhuga, at vit her á re­dak­tiónini settust at lurta eft­ir røðu løgmans á ólavsøku. Eitt av mál­u­num, sum vit hava roynt at lýst í summ­ar, er stóra fráflytingin, og á hes­um stað fríggjadagin eftir­ lýstu vit eitt greitt boð frá løg­manni og samgongu uppá, hvørji til­tøk landsstýrið ætlar at seta í verk nú bei­n­an­vegin til tess at steðga skeivu og vandamiklu gongdini. Tølini eru ræðandi. Ein stórur part­ur av ungdóminum flytur av land­i­num, og bara ein brotpartur kem­ur aft­ur. So­leið­is hvørva eini 150 fólk árliga úr føroyska sam­fel­ ag­num. Og hetta eru ung fólk, sum ann­ars høvdu stovn­að fam­ilju – og so­leið­is kundu økt fólka­tal­ið við teim­um 2,5 børn­u­num, sum før­ oysk­ar kvinnur føða í miðal. Bara ein slík­ur árgangur hevði við mið­ al­burð­ar­talinum kunna vaksið til 525 fólk eftir nøkrum árum. Fráflytingin hevur tí ómetaliga stór­an týdn­ing – og hon er grund­ ar­lag fyri tí bú­skap­ar­vøkstri, sum løg­mað­ur so javnan tosar um. Men boð­ið hjá løg­manni upp á loysnir er hvørki greitt ella ítøkiligt. Løg­mað­ur staðfesti, at fólka­talið frá at hava vaksið í nøkur ár er far­ið at minka. Hann staðfesti, at til­flyt­ ing­in til Føroya er minkað, meðan frá­flyt­ing­in hevur verið støðug. Hans­ara boð var, at vit mugu skipa sam­fel­ag­ið soleiðis, at tað er lokk­andi hjá fólki at flyta til landið, og at her skal vera gott at vera hjá familjum við børn­um. – Til hetta krevst, at vit fáa fleiri spenn­andi ar­beiðs­pláss, nøkt­andi væl­ferð­ar­tæn­ast­ur, góð­ar út­búgv­ ing­ar­møg­u­leik­ar, um­framt góð frí­tíð­ar- og ment­an­ar­til­boð. Fyri at røkka hes­um mál­um krev­st bú­ skap­ar­vøkst­ur, segði løg­mað­ur. Hann vísti síð­ani á ym­isk yv­ir­ orðn­að mál – og at hann í næst­um fer at seta ein bólk at útgreina og gera eina heild­a­r­ætl­an við átøkum, ið skulu setast í verk fyri at skapa fólka­vøkst­ur – og at hann fer at sam­ráð­ast við allar flokkar um mál­ ið, tí tað krevur breiðar semjur. Bara tað, at um 1.000 hava valt at siga Før­oy­um far­væl, með­an løgmaður hevur sitið í starvinum, átti at fingið samgonguna at tikið hetta málið í størri álvara enn at tosa í yvirskriftum. Vit kundu hugs­ að okk­um at fing­ið eitt boð upp á, hvussu lands­stýr­is­sam­gong­an hugs­ar sær at fáa fleiri ung fólk at taka part av út­búgv­ing í Før­oy­ um, og hvussu sam­gong­an ætl­ar at tryggja ung­um og eld­hug­að­um ný­út­bún­um fólk­um neyð­ugu væl­ ferð­ar­rætt­indi, sum tú hev­ur í øðr­ um londum, tá tú skalt út á ar­beiðs­ markn­að­in. Hesi fólk sleppa eitt nú ikki upp í ALS skip­an­ina, og verða tí ver­andi eitt nú í Danmark, meðan tey søkja sær starv. Tá hava føroyska samfelagið sagt teim­um, at vit hava ikki brúk fyri tær – eins og tá vit senda ungdómin uttanlands at lesa. Konkret boð uppá, hvat vit skulu gera her og nú, tað hevði verið mun­ in fræga­ri enn orða­vavst­ur um at seta bólk­ar og breið­ar semjur. Samgongan má koma við loysnum heldur enn karmum Politikarar siga so mangt løg­ ið. Men tá tú merkir, at ein pol­i­t­ik­ari bendir sannleikan til egnan fyr­i­mun – ella sig­ur bein­leið­is ó­satt fyri at pynta upp á seg sjálv­an, so setir politikarin sjálv­ur álit sítt í vanda. Eitt dømi um hetta er í sein­astu út­gávu av Kvinnu. Í við­tali við blað­ið sig­ur Hel­ ena Dam á Neystabø so­leið­is um or­søk­ina til, at hon fór upp í pol­i­tikk í 1990: »Tað kom ein øði í meg, tí eg helt, at tað heila fór av skrið­uni. Teir stóru flokk­ar­nir só­u ikki, hvat var í ferð við at henda, tað var ein ov­ur­honds opt­i­misma í land­i­num, alt bar til. Øll vanlig menn­isku sóu, at tað gekk ikki... ... Tá eg so fekk eina á­heit­an um at stilla upp, hugs­aði eg: Hví ikki? Og so varð eg vald.« Tað er møguligt, at hon hev­ur rætt í hesi lýsing av støð­uni í 1990. Men tað var ikki orsøkin til øð­ina, sum kom í hana. Hel­ena var ak­ tiv­ur lim­ur í Javn­að­ar­flokk­ i­num heilt til tveir dag­ar áðr­enn hon kom á listan hjá Sjálv­stýr­is­flokkinum. Øðin kom í hana, tá Suð­ur­streym­ oy­ar Javn­að­ar­felag vrakaði mann henn­ara, Kristian á Neysta­bø, sum valevni. Hann var ikki millum tey 16, sum vórðu vald á listan hetta mán­a­kvøldið. Helena Dam á Neystabø rýmdi av fundinum, og tveir dag­ar seinni var hon valevni hjá Sjálv­stýr­is­flokki­num. Tað hevði verið reið­i­lig­ ari, um hon segði ta røttu og sonnu søg­u­na. Sig ta røttu søguna Helena! Konkret boð – ikki nevndir Selt 25 prosent fleiri persónbilar Bispur prædikar á ólavsøku Annita á Fríðriksmørk kjak á síðu 19 Er Sam­ band­ið loys­ing­ar­ flokk­ur? Johan Dahl kjak á síðu 20 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Akfaraslag Jul 2012 Jul 2011 Broyting Jul 12/11 Jan-Jul 2012 Jan-Jul 2011 Broyting 12/11 %broyting 12/11 Bussar 1 1 0 2 16 -14 -87.50 % Hýrubilar 2 1 1 18 12 6 50.00 % Kampingvognar 2 0 2 6 5 1 20.00 % Lastbilar 1 2 -1 10 8 2 25.00 % Leguvognar 0 0 0 3 1 2 200.00 % Motorsúkklur 1 0 1 3 8 -5 -62.50 % Neyðsendarakfør 0 3 -3 2 4 -2 -50.00 % Persónbilar 97 72 25 616 495 121 24.44 % Prutl 4 4 0 36 49 -13 -26.53 % Tangabilar 0 0 0 1 0 1 ódef. Viðfestivognar 15 19 -4 64 72 -8 -11.11 % Vøruvognar 10 2 8 77 47 30 63.83 % Samlað: 133 104 29 838 717 121 16,88 % Løgmaður boðaði í ó­lav­søku­ røð­u­ni frá, at løn­ar­við­ur­skift­ ini hjá landsstýrisfólkum verða broytt. – Tað hevur verið funnist at løn­ar­við­ur­skiftunum hjá landsstýrisfólkum. Eg haldi, at skipaninin skal broytast. Í løtuni end­ur­skoð­ar ein ó­heft nevnd við­ur­skift­ini, og ætl­ an­in er at leggja uppskot til nýggja reglur fyri løgtingið í hesi tingsetuni, segði løg­ mað­ur. Tá løgmaður sipar til, at funn­ist hev­ur ver­ið at løn­ar­ við­ur­skiftu­num, so meinar helst við tað mikla kjak, sum hevur verið serliga um skatta­fríu koyripengarnar – upp til góð­ar 13.500 krónur skatta­frítt um mán­aðin, og ser­liga stóru pen­sjón­ina, sum lands­stýr­is­fólk kunnu upp­tjena sær eftir einans átta árum, meðan vanlig fólk skulu nýta út við 40 ár fyri upp­tjena sær tilsvarandi pen­sjón. Í síðstu tingsetu feldi lands­stýr­is­sam­gong­an eitt upp­skot frá Rig­mor Dam um at taka av ski­p­an­ina við koyri­pengum. Men nú hev­ur løg­maður so lovað, at við­ ur­skift­ini verða broytt fyri næstu ólavsøku. Fer at broyta lønirnar hjá landsstýrisfólkum