fríggjadagur 3. august 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. august 2012 · Nr. 89
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
??
Síða 8
???
Kjak á síðu 13
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í blaðnum í dag verður prógvað, at
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, ikki
segði sannleikan, tá hann í juni varð
spurdur, um nakað partafelag, sum
hann hevur varðað av, hevur pádrigið
øðrum skuld, eitt nú landskassanum,
sum skuldi havt mist MVG-inntøku.
Kaj Leo Johannesen hevur ver
ið virkin vinnulívsmaður. Størsta
virksemi hansara var fiskaútflutn
ingur, og var hann ávikavist stjóri og
nevndarformaður í fleiri feløgunum,
sum øll hava tað til felags, at tey eru
farin á húsagang.
Søgur hava gingið um, at bæði Kaj
Leo Johannesen og Jørgen Niclasen,
sum eisini hevur verið virkin vinn
ulívsmaður, hava páført landskass
anum tap gjøgnum virki, sum teir
hava varðað av. Báðir hava avsannað
hetta, eftir at skuldsetingarnar komu
á prent í einum lesarabrævi á Vága
portalinum 26. mai í ár.
Tá løgmaður endurtók avsannan
ina í Sosialinum 1. juni, fingu vit fleiri
ábendingar frá fólki um, at løgmaður
fór lætt um sannleikan. Tí varð biðið
um innlit í búroknskapirnar fyri øll
feløgini, sum løgmaður hevur varð
að av.
Men so einfalt er tað kortini ikki.
Hóast allir partafelagsroknskapir
eru almennir, so eru búroknskapir
ikki almennir. Ein búroknskapur er
endaliga uppgerðin, tá eitt partafel
ag er farið á húsagang og likviderað
í rættinum. Ein búroknskapur er tí
ein dómur.
Men tá eitt av feløgunum, sum
løgmaður varðaði av, hevur pádrig
ið Sosialinum eitt tap upp á umleið
100.000 krónur, so fekk Sosialurin
partsinnlit í tað málið – og fekk tann
búroknskapin. Hesar roknskapir
kunnu øll fáa, sum hava mist pengar
í feløgunum, sum løgmaður varðaði
av – hóast løgmaður sigur, at eingin
hevur mist pengar í hesum feløgum.
Harra løgmaður, hví skuldu tíni
partafeløg farið á húsagang, um tey
svaraðu hvørjum sítt?
Endamálið við hesi avdúking er
ikki at leggja løgmann undir nakað
kriminelt, tí tað er ikki kriminelt, at
tínar ætlanir miseydnast, at tú ikki
dugir nóg væl, ella at tú av øðrum
ávum bara er óheppin. Men løgmað
ur skal siga sannleikan – eisini fyri
fjølmiðlunum. Og tað hevur hann
ikki gjørt. Hetta eina felagið, sum
løgmaður varðaði av, hevur pádrigið
øðrum tap upp á hálva aðru millión
krónur. Tað merkir, at onnur hava
goldið rokningarnar.
Um so er, at hini feløgini, sum løg
maður hevur varðað av, eisini hava
pádrigið øðrum tap – og landskassa
num við, so hevur hetta sjálvandi al
mennan áhuga – og serliga misteink
iligt verður tað, tá løgmaður roynir
at káva út yvir.
Fólkið má hava álit á tí, sum løg
maður sigur. Men álit kann venda
til misálit, um løgmaður fjalir sann
leikan. Legg tí skjølini á borðið, løg
maður!
Eiga at almannakunngera
búroknskapirnar hjá løgmanni
Legg skjølini á borðið
Tað var eftir at Kaj Leo Jo
hannesen, løgmaður, fleiri
ferðir hevði avsannað, at
nakað felag, sum hann hevur
varðað av, hevði pádrigið
nøkrum tap, hvørki privatum,
virkjum ella tí almenna, at
fólk góvu Sosialinum ábend
ingar um, at løgmaður ikki
tosaði satt. Tí eitt virkið, sum
klárar og røkir sínar skyldur,
fer jú ikki á húsagang!
Fyri at kanna hetta nærri
bóðu vit Føroya Rætt um
innlit búroknskapirnar hjá
øllum feløgunum, sum løg
maður hevur varðað av.
Allir
partafelagsrokn
skapir eru almennir, men tá
feløgini – sum í hesum førum
– eru farin á heysin, so fara
tey gjøgnum Skiftirættin og
verða uppgjørd í rættinum
og ein búroknskapur gjørd
ur. Hesin roknskapur er ikki
almennur.
Men tey sum eru kraván
arar – ella tey, sum felagið
skyldar pengar, kunnu fáa
búroknskapin.
Av tí at Sosialurin átti um
110.000 krónur til góðar hjá
einum av feløgunum, sum
løgmaður var nevndarfor
maður í, fekk blaðið parts
innlit
í
hendan
roknskapin.
Sum sagt er tal
an í hesum felag
num um tap upp á
1,5 milliónir krónur.
Vit kundu hugsað
okkum innlit í rokn
skapin hjá P/F KRK
Holding.
Seinasti
rokn
skapur, sum er frá
2007, vísir eitt hall
upp á góðar 10 mill
iónir krónur, og eg
inognin er negativ
við við góðum fýra
milliónum.
Skuldin
hjá
felagnum er 13,5 milliónir
krónur.
Vit kundu eisini hugsað
okkum innlit í dóttirfelagið
P/F Farex, sum í síðsta rokn
skapinum, sum er fyri 2006,
hevur eina samlaða skuld
upp á 38 milliónir krónur,
har av 27 milliónir eru banka
skuld.
Innlit í búroknskapirnar
hjá hesum feløgunum eru
serliga áhugaverdir, tí løg
maður sigur, at eingin hevur
mist eina krónu upp á hesi
feløg.
Okkara avdúking vísir, at
løgmaður ikki segði satt um
tapið av Sp/f Sisero. Tølini í
hinum feløgunum eru himm
alrópandi høg í mun til Sis
ero.
Eisini loyva vit okkum
at gita, at búroknskapirnir
fyri hesi feløg eru munandi
ljótari enn seinastu ársrokn
skapirnir, tí tá allar ognir
skulu realiserast í senn, fella
aktivini munandi í virði.
Tí trúgva vit snøgt sagt
ikki uppá, at løgmaður og
felagar hansara hava svar
að hvørjum sítt, og at eingin
hevur mist pengar av teirra
virksemi.
vikuskiftisblaðið
Hóast løgmaður misti álitið
á Arna Poulsen, tá hann
fyrr í ár varð skuldsettur
fyri rúsdrekkakoyring – og
koyrdi hann frá sum aðal
stjóra, so hevur Johan Dahl,
landsstýrismaður í vinnu
málum, so mikið stórt álit á
fyrrverandi aðalstjóranum,
at hann hevur valt hann í
nevndina hjá P/F Fiskaal
ing at umboða landsstýrið
og Vinnumálaráðið.
Tá
aðalstjórar
verða
koyrdir frá, so verða teir
ikki sendir til hús – eins og
til dømis skrivstovukvinnur
og vaskikonur. Tann til eina
og hvørja tíð sitandi løgmað
ur finnur teimum bara eitt
rímuliga feitt starv onku
staðni í umsitingini, tí tað
er eftir øllum at døma meira
synd hjá einum stjóra at
missa arbeiði, enn til dømis
hjá eini skrivstovukvinnu.
Løgmaður boðaði soleið
is 9. mars frá, at Arne Poul
sen fór frá sum aðalstjóri og
tók við øðrum starvi í lægri
lønarflokki.
Men 24. mai valdi Jo
han Dahl Arna Poulsen í
nevndina í P/F Fiskaaling
– og harvið fær hann ávísa
kompensatión fyri tað, sum
hann fór niður í løn.
Johan Dahl
velur frákoyrdan
aðalstjóra í nevnd
Best at
sláa kalt
vatn í blóðið
Jógvan við keldu
kjak á síðu 21
Einaferð
verður tað
eitt land
Kristina Háfoss
Kjak á síðu 19
Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Bara tey sum hava mist fáa
innlit í feløg hjá løgmanni