fríggjadagur 3. august 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. august 2012 · Nr. 89
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rólant Waag Dam
Eitt hóskvøld á einum føroyskum
festivali plagar sjáldan at savna
fleiri túsund fólk. Hetta als ikki,
um einki stórt útlendskt navn er
á skránni. Men hetta hava fyri
reikararnir av Summarfestivali
num verið greiðir yvir, og tá tað
vísti seg, at stóri pallurin á Vágsbøi
kom upp í so mikið góðari tíð, at
hann kundi takast í nýtslu longu
í gjárkvøldið, so handlaðu teir
skjótt og fluttu glóð og Frændur
úr av Flags pallinum og oman á
stóra pallin á Vágsbøi. Tað skulu
teir hava rós fyri, tí grøna grasið
og opni himmalin eitt góðveðurs
summarkvøld, er munandi meiri
lokkandi enn kalda asfalti og hvítu
tjaldsdúkarnir við Flags pallin.
Úrslitið var, at Vágsbøur var
meiri ella minni fullur, fólkið livdi
við í frálíku framførslunum frá glóð
og Frændum. Hinvegin var tað eitt
sindur hugstoytt, at Guðrið Hans
dóttir, sum í fjør hevði eina fan
tastiska konsert við frálíkum bólki
á Vágsbøi, í ár varð flutt í Flags
tjaldið, har hon stóð einsamøll við
einum gittara, meðan fólk róptu
í høvdið hvør á øðrum. Tað var
næstan sum at standa inni í barrini
Maverick beint yvirav tjaldinum,
heldur enn at at vera til eina intim
konsert við einum av Føroya frem
stu songkvinnum.
Umframt glóð, Frændur og
Guðrið Hansdóttir, spældu eisini
lokali tónleikarin Danny, blues
kongurin Uni Debess, vinnarin av
ársins songrødd Marianna Winther
Nagata, Brandur Enni og Bárður
Johannesen í gjárkvøldið. Útvald
ummæli verða at lesa í Summar
festivalinnlegginum í mánadags
útgávuni av Sosialinum.
Í kvøld fer absolutta høvuðs
navnið, Ronan Keating, á pall á
Vágsbøi. Umframt hann skulu eisini
bólkar sum Sveinur og Dynamit
spæla.
Hóskvøldið riggaði, hóast síni
lýti, serstakliga væl og verður
kvøldið í kvøld og leygardagurin
við eins góður, so verður talan um
ein frálíkan festival.
rolant@sosialurin.fo
SUMMARFESTIVALURIN
Summarfestivalurin kundi valla
ynskt sær betri byrjan enn hana,
teir fingu í gjárkvøldið. Fleiri túsund
áhoyrarar lýddu á, tá høvuðsnøvnini
glóð og Frændur fyltu Vágsbø
Super startur á
Summarfestivalinum