fríggjadagur 3. august 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 3. august 2012 · Nr. 89
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Brúdleyp
Leygardagin 4. august giftast Birita
Joensen, Undir Gøtueiði, og Búgvi
V. Olsen, Glyvrar. Vígslan verður
í Kelduni í Skálafirði kl. 12.00.
Døgurði verður fyri innbodnum
kl. 17.00. Frá kl. 21.00 er opið hús í
bygdarhúsinum í Leirvík, har øll
eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 4. august kl. 12 giftast
í Hebron á Argjum Jórun Krett,
Hoyvík, og Rani á Borg, Argir. Opið
hús verður í Oasuni í Hoyvík kl. 20.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 11. august kl 12.30
giftast í Gøtu kirkju Birna Jacobsen,
Syðrugøta og Magni Lamhauge,
Saltangará. Veitslan verður hildin
í bygdarhúsinum í Leirvík kl 18.00
fyri innbodnum.
Brúdleyp
Leygardagin 11. august giftast Ida Drøidahl Madsen, Rækker Mølle
Danmark og Tummas Tróndheim, Leirvík. Vígslan verður kl. 13 í Hanning
kirkju Skjern Danmark, reseption verður í Sædding efterskole beint eftir
vígsluna. Veistlan verður á Sædding efterskole fyri innbodnum.
Gullbrúdleyp
Leygardagin hin 4. august 2012
hava Elsebeth og Niels Pauli
Danielsen verið gift í 50 ár. Í
tí sambandi verður opið hús í
Leguhúsinum í Nesvík frá kl. 14,
hvar ið øll eru vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 4. august giftast
Sanna Michelsen og Nikael
Mortensen, Argir. Vígslan verður
í Vesturkirkjuni kl. 14. Veitslan
verður fyri innboðin á Hotel Før
oyum kl. 19.00.
90 ára føðingardagur
Hósdagin 23. august verður
Arnhold Olsen úr Fuglafirði,
búsitandi á Skála, 90 ár. Dag
urin verður hildin kl. 19 í bygd
arhúsinum í Leirvík. Tey, sum
vilja halda dagin saman við føð
ingardagsbarninum, verða biðin
um at siga frá á tlf 441252 innan
16. august.
90 ára føðingardagur
Tað hevði glett meg at hitt
familju, vinir og kenningar á
90 ára degi mínum tann 4. aug.
Frá kl 18.00 til 23.00 eri eg stødd
í húsum Kongshavnar Kvinnu
felags á Glyvravegi 4 á Glyvrum.
Tit eru vælkomin, men vinarliga
sigið mær frá á tlf. 22.31.81 ella
58.44.73 í seinasta lagi 1. aug.
Vinarliga
Betta Eið, Nes Hvalba
Brúdleyp
Leygardagin 11. august giftast
Fía Joensen og Rókur Heinesen,
Klaksvík. Vígslan verður í Christ
ianskirkjuni kl. 13, Øll eru vælkomin.
Veitsla verður fyri innbodnum kl. 18
í Skálanum.
Brúdleyp
Leygardagin 11. august kl. 15, giftast
í Christianskirkjuni Paulina Dam,
Klaksvík og Hjalti Lamhauge,
Hoyvík. Veitslan verður hildin í B36-
húsinum kl. 19 fyri innbodnum.
Diamantbrúdleyp
Í dag 3. august hava Andrea og Alfred Poulsen, Saltangará verið gift í 60
ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum.
25 ára starvsdagur
1. august 2012 hevur Sonja Petersen,
Tórshavn arbeitt sum skrivstovu
kvinna hjá Elfelagnum SEV í 25 ár.
80 ára føðingardagur
Hósdagin 2. august fylti Gerda Petersen úr Norðragøtu, búsitandi í
Esbjerg, 80 ár. Føðingardagin var Gerda stødd hjá dóttirini Joan Joensen,
Merkurvænget 5, 6710 Esbjerg V.
merkisdagar
Brúdleyp
Leygardagin 18. august kl. 14.00
giftast Hjørdis Fríða Gregersen og
Hans Jørgen Djurhuus í Gøtu Kirkju
Veitslan verður fyri innbodnum í
bygdarhúsinum í Leirvík.