mánadagur 6. august 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
– Olympic Park, London
Leygarkvøldið
fingu
føroysku
miðlafólkini møguleika at uppliva
Aquatic Center og Olympic Park.
Atgongumerkini vóru finigð til
vega við vón um at Pál Joensen
hetta kvøldið skuldi svimja í 1.500m
finaluni.
Tað gekk tíverri ikki, men tá vón
brotið hevði lagt seg eitt sindur, so
var talan um eitt søguligt og spenn
andi OL kvøld, eisini fyri føroysku
áskoðararnar, sum vóru til staðar.
Nógv hevur eisini verið tosað um
trygdina og hvussu nógv trygdar
tiltøk eru sett í verk til leikirnar. Tað
fekk Sosialurin eisini møguleika at
uppliva, men tað var á ongan hátt
ein negativ uppliving.
Lætt at koma fram
Bretar eru tiltiknir fyri at planleggja
væl og stilla øll í kø. Tríggjar ferðir
hevur Sosialurin ferðast út til OL
býin frá miðbýnum og ongantíð
hevur talan verið um nakað nega
tivt upplivilsi. Undirgrundin í
London er tiltikin fyri at verða tor
før at finna runt í, men so er ikki
tá ein eina ferð hevur sett seg inn
í samanhangin.
Ert tú í iva, so kemur tað næstan
ikki fyri, at ongin er at hjálpa tær
– hvørtfall nú meðan OL er. Og er
ongin, so tykjast fólk blíð og sinnaði
at hjálpa tær.
Fyri at koma til OL býin, er neyð
ugt at koma til Liverpool Street
statiónina og so til Stretford, sum
liggur í hjartanum av OL býnum.
Tað tekur ikki nógv meiri enn ein
hálvan tíma at koma fram úr mið
býnum. Eisini West Ham statiónin
varð nógv brúkt.
Hetta kvøldið eru áleið 80.000
fólk á Olympiska leikvøllinum, sum
liggur yvirav Aquatic Center, sum
tekur áleið 17.000 áskoðarar. Hóast
tað mangan eru nógv fólk, ið skulu
ferðast í senn, so koyra tok allatíð
og sjáldan er veruliga trongt, tí fólk
bíða bara eftir næsta tokinum, sum
kemur fáar minuttir seinni.
Skjótt og lætt
Tað gekk skjótt at koma inn í OL
býin, men tað velst sjálvandi nær á
degnum ein kemur. Um tað mundið
tá svimjingin byrjaði leygarkvøldið
var Olympiski leikvøllurin longu
fullur. Helst hevði tað tikið longri
tíð at komi inn um tey 80.000 eisini
ætlaðu sær inn um somu tíð.
Allan vegin ígjøgnum eru fólk,
sum hava bjóðað seg fram til at
hjálpa – ókeypis. Tað er løgið hvussu
góðum lag tey koma til arbeiðis
í, tí tey vóru við til at skapa ein
stuttligan og positivan stemmning.
Tað er nógv fólk, sum kundi lært
nakað av blíða lindinum, sum hesi
hjálparfólkini vístu. Og tey fingu
ongar pengar fyri ómakin.
Eisini í »flogvallarskanningini«
var lagið gott. Í staðin fyri gronut
arbeiðsfólk, sum ein mangan kann
møta á teimum stóru flogvøllinum,
so vóru tað hermenn, sum av røttum
skuldu heim til familjurnar, ið stóðu
fyri trygdini. Allir sum ein smíltust
teir og søgdu góða dag. Boðini um
at taskur, jakkar og annað skuldi
í kassar vóru givin á blíðan hátt.
Heldur ikki stóðu teir hendir í favn,
men vóru hjálpsamir.
Tað kom eisini látur frá teimum,
tá ein maður úr Avstralia hevði eina
uppblásta kangaroo við. Hon mátti
so fitt trýstast gjøgnum skannarin,
men har var ikki annað enn luft at
finna í henni.
Tað gekk ikki meir enn ein
hálvur tími frá tí tokið steðgaði
uttanfyri OL býin, til leiðin gekk
upp gjøgnum hvøðustrappurnar
til Aquatic Center.
Ongin tekur Sun Yang
Tað er hart at síggja svimjararnar
koma út til 1.500 m finaluna og ikki
síggja Pál Joensen millum teir. Tað
fer eisini sus gjøgnum alt Aquatic
Center, tá Sun Yang brádliga tjóð
startar. Eina løtu er ógeitt um
heimsmeistarin og maðurin, sum
er stórfavorittur at vinna Ol gull,
verður kolldømdur.
Tað gongur ein løta har ongin
veit hvat dómurin er. Løtu seinni
er aftur klárt og Sun Yang er ikki
kolldømdur.
Sun Yang leggur seg tíðliga á
odda og tað er ongantíð nakar ivi
um at hann vinnur gull. Spurning
urin er um hann setur nýtt heims
met. Hann er næstan allan vegin
frammanfyri heimsmetið. Men tað,
sum hendir seinastu 100 metrarnar
er óhoyrt. Hann setur ferðina upp
og kemur á mál meiri enn trý
sekund skjótari enn heimsmetið,
sum hann sjálvur setti í Shanghai
í 2011.
Øll fólkini í høllini stóðu uppi og
heppaðu á kinesiska svimjaran, sum
hevur bergtikið svimjiheimin. Sun
Yang er ein heimsstjørna og skrivaði
søgu á 1.500 metra teininum hetta
vakra leygarkvøldið í London.
Michael Phelp
fyri seinastu ferð
Seinni um kvøldið var 4x100m
blanda á skránni. Stóra søgan var
at Michael Phelps, sum er tann íðk
arin, ið hevur vunnið flest heiðurs
merki samanlagt nakrantíð, svam
fyri seinastu ferð. Hann er nógv
virdur millum tey, ið fylgja við
svimjing. Tað merktist eisini, tá
hann kom inn í høllina.
USA var á øðrum plássi, tá hann
sum tann triðji í røðini hoppaði í
hylin til firvaldssvimjingina. Hann
megnaði akkurát at knúgva mót
støðumanninum úr Japan, áðrenn
seinasti menninir fóru avstað. Tað
endaði við greiðum sigri til USA.
Sostatt hevur Michael Phelps nú
vunnið 22 OL heiðursmerki. 18 av
teimum eru gull.
Hóast Michael Phelps bara er
27-ára gamal, so hevur hann valt at
gevast sum svimjari nú.
Fralíkt OL
Olympisku leikirnir hava eydnast
væl higartil og fleiri av ræðusøg
unum eru gjørdar til skammar.
Blíðsskapurin í London er uttan iva
við til at seta sín dám á OL og tað
er avgjørt nakað føroyingar kunnu
læra av, fáa vit Oyggjaleikinar í
2019.
Var vegurin til OL býin lættur og
skjótur, so gekk tað ikki minni væl
at koma upp á pláss aftur í mið
býnum í London.
Olympisku leikirnir eru av á hes
um sinni fyri okkara viðkomandi,
men vit hava nú havt føroyska lut
tøku á teimum fylgjandi OL leikum
– nú gleða vit okkum til OL í 2016,
sum verður í Rio í Brasil.
trondur@sosialurin.fo
ol-london
Eitt leygarkvøld á Olympic Park
Svimjing Tíverri var ongin Pál Joensen í hylinum, tá finalan í 1.500 metrum var avgreidd, men á
skránni var millum annað Sun Yang, sum setti heimsmet og seinasta svimjingin hjá Michael Phelps
Úrslitini frá 1.500m finlauni
1
04
SUN Yang . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14:31.02
WR
2
03
COCHRANE Ryan . . . . . . . . . . . . . . . . 14:39.63
AM
+8.61
3
05
MELLOULI Oussama . . . . . . . . . . . . . . 14:40.31
+9.29
4
07
PARK Taehwan . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14:50.61
+19.59
5
06
PALTRINIERI Gregorio . . . . . . . . . . . . 14:51.92
+20.90
6
01
JAEGER Connor . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14:52.99
+21.97
7
08
SAWRYMOWICZ Mateusz . . . . . . . . . 14:54.32
+23.30
8
02
FOGG Daniel . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 15:00.76
+29.7
Myndir: Tróndur Arge