mikudagur 8. august 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 8. august 2012 · Nr. 91
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
www.torshavn.fo
Hýruvognsloyvi
Í Tórshavnar kommunu er eitt hýruvognsloyvi leyst at søkja.
Loyvið er knýtt at bilstøðini AUTO.
Umsóknin skal skrivast á umsóknarblað, sum fæst í Snarskivuni ella á
heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu www.torshavn.fo
Saman við umsóknarblaðnum skulu latast
• avrit av koyrikorti við átekning til hýruvognskoyring og
• revsiváttan
Umsókn
Umsóknir skulu vera hjá Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, 110 Tórshavn,
í seinasta lagi fríggjadagin 24. august 2012.
tórshavnar
kommuna
Sambært kunngerð nr. 33 frá 30. mars 1983 um eina standard hýruvognsreglugerð, sum broytt við
kunngerð nr. 139 frá 7. desember 1990, umsitur hýruvognsnevndin hýruvognsloyvi í kommununi.
67 hýruvognsloyvi eru í Tórshavnar kommunu.
Løgfrøðingur til Umhvørvisstovuna
Traðagøta 38, Argir, tel 342400, us@us.fo
Umhvørvisstovan søkir eftir løgfrøðingi
til nýstovnaða deild á Umhvørvisstovuni.
Vit bjóða
Eitt spennandi starv við avbjóðingum, fak-
liga eins væl og persónliga. Talan er um eitt
sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsum-
hvørvi við góðum menningarmøguleikum.
Starvsøkið
Saman við deildarleiðaranum kemur tú at
hava ábyrgd av útlendingamálum eins og
at ráðgeva og vegleiða í ymiskum løgfrøði-
ligum viðurskiftum, ið fevna um ábyrgdar-
økið hjá stovninum.
Málsøkini á deildini, har tú kemur at starv-
ast, fevna um Útlendingamál, Tinglýsing,
Landsfólkayvirlit og Navnamál.
Vit vænta
• at tú hevur løgfrøðiliga útbúgving, góð
samstarvsevnir og ert arbeiðssom/samur
• at tú trívist í einum umhvørvi við sera
ymiskum fakbólkum, dámar at arbeiða
við fleiri ymiskum uppgávum, ert opin
og positiv/ur av lyndi
• at tú dugir væl at orða teg bæði í skrift
og talu, serliga á føroyskum, men eisini
á donskum og enskum.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og
Løgfrøðingafelagið. Starvið verður at seta
skjótast gjørligt ella eftir avtalu.
Umsóknir við prógvum og møguligum við-
mælum skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi fríggjadagin, tann 17. august kl. 12:00.
Áhugaði eru vælkomin at seta seg í sam-
band við Gunnvá S. á Lofti, deildarleiðara
ella Jóhonnu Olsen, stjóra fyri at frætta
nærri um starvið.
Umhvørvisstovan
Postboks 2048
165 Argir
ella sum teldupostur til:
us@us.fo.
Umhvørvisstovan er stovnur undir Innlendis-
málaráðnum, sum fevnir um virkisøkini Vernd,
Matrikul, Kort og Skráir, Gransking, Skógrøkt,
Tinglýsing, Landsfólkayvirlit, Útlendingastovan
og Stjórnardeild. Umhvørvisstovan virkar fyri
burðardyggari samfelagsmenning við at verja
vistskipanir, røkja náttúrutilfeingið og gera
rættarbundnar staðfestingar.