fríggjadagur 10. august 2012síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 92 · 10. august 2012
2
VIKUSKIFTI
Enn er nakað eftir av summarinum, sum
tó er farið at halla – bæði summarið
og Summar, sum er vikuskiftisinnleggð
í Sosialinum. Men vit ætla at njóta
tað, sum eftir er, og uppliva tað,
ið summarið hevur at bjóða.
Aftur hesaferð umrøða vit eitt av mongu
summarbrúdleypunum, sum eru hesa ársins
tíð. Har greiðir Hjalti Lamhauge frá, hvussu
fegin hann gjørdist, tá hann sá hvussu
glað unnustu hann bleiv, tá hann spurdi
hana, um hon vildi verða kona hansara.
Gleðin er eisini nakað, sum blómar hesa
ársins tíð. Og fólk gleðast á so ymsar
hættir. Mong finna gleðina í fjølbroyttu
upplivingunum, sum eru at heinta. Mongu
festivalarnir er eitt serligt slag av uppliving,
og í hesari útgávuni av Summar greiða teir
báðir ummælararnir, Uni Leitisstein Hansen
og Niels Uni Dam, frá, hvussu teir hava
upplivað tónleikasummarið í Føroyum.
Onnur finna gleðina í øðrum
upplivingum, eitt nú við at vitja fyriskipað
tiltøk, framsýningar og so framvegis.
Öström í Rættará í Havn er dømi stað, har
fleiri av hesum upplivingum eru at heinta.
Eisini hetta verður umrøtt í Summar.
Somuleiðis er prát við nólsoyingin
René Hansen, sum umframt at gleða
seg til ovastevnuna, eisini gleðist í
tónleikinum. Tískil hevur hann sum 39
ára gamal avrátt at biðja dagligdegnum
í Føroyum farvæl, fyri at arbeiða við
tónleikinum á skúla í Danmark.
Men eingin gleði uttan okkurt
álvarsamt. Í Summar er hesin partur
ein viðger av spurninginum, um vit
menniskju kunnu liva í allar ævir. Tað eru
fleiri, sum meta tað, meðan onnur eru
rungandi ósamd. Hesum fara vit í dýpdina
við í greinini »Kanst tú liva í ævir«.
Sostatt inniheldur Summar – eins og
summarið – rættiliga nógv. Hvussu nógv
summarið fevnir um, eru fleiri góð dømi
um niðanfyri. Konsertir, ítróttur, stevna og
sjónleikur eru bara nøkur av tiltøkunum.
Okkara tilmæli er at vitja okkurt
av hesum – ella okkurt heilt
annað – og so annars gleðast um
summarið og tað, ið eftir er av tí.
Summarið er so mangt
Rólant Waag Dam
Summarredaktørur
Tiltøk um vikuskiftið
Sveinur hevur móttøku
í Tutl á Káta horni á
gongugøtuni í Havn
klokkan 15.00 í samband
við fløguútgávu hansara
Effodeildin verður á skránni
nú 19. umfar verður
spælt. Oddabrak verður í
Gundadali fríggjakvøldið
klokkan 18.00
Leikurin »Skrímslini«
eftir Rakel Helmsdal hjá
Karavella Marionett-
Teatri um vikuskiftið
á Tjóðpallinum bæði
leygardag og sunnudag
klokkan 15 og 17
Regatta av Eiði til Hósvíkar
fríggjakvøldið, sum
Hósvíkar Róðrarfelag skipar
fyri. Farið verður av Eiði
klokkan klokkan 17.00
Konsert við Summartónum
á Trøllanesi leygardagin
klokkan 19.30 har
Thomas Loefke og
Angelika Nielsen spæla
Ovastevna verður í Nólsoy
um vikuskiftið við kabarett,
felagssangi, dansi og tí
sum har til hoyrir