Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. juli 2012 · Nr. 77 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Toppskorararnir í mvg-eftir­ støðum eru tvær fyritøkur, sum skylda tilsamans yvir 14,2 milliónir í mvg. Árini frá 2006 til 2011 eru mvg- eftirstøðurnar hjá føroyskum fyritøkum øktar úr 70,9 milliónum krónum og upp í 119,4 milliónir krónur. Í fongsul fyri ferðsluvanlukku Randi Jacobsen Føroya rættur feldi miku­dag­ in dóm í málinum um ferðslu­ vanlukkuna, sum hendi fyri næstan tveimum árum síðan á vegnum millum Skála og Skálafjørð. Annar bilførarin doyði í vanlukkuni. Hin varð dømd­ ur eitt ára treytaleysa fong­ sulsrevsing fyri við fyri­ litarleysari koyring at hava verið atvoldin til, at hin bilførarin doyði, og ein annar fekk varandi mein. Tann ákærdi og dømdi maðurin hevði tveir aðrar ungar menn í bilinum, tá ið vanlukkan hendi. Teir søgdu allir í rættinum, at vanlukkan byrjaði við, at hin bilførarin var komin yvir í teirra koyribreyt. Teirra bilur veik undan til vinstru, men so kom hin yvir aftur í ta breytin, og bilarnir brustu saman. Trúði bóndanum Men rætturin trúði meira einum øðrum vitni. Hetta var ein maður, sum koyrdi ein traktor, og teir tríggir høvdu júst yvirhálað traktorin, tá ið vanlukkan hendi. Traktorin var stórur, maðurin sat í húsi omaná og sá, hvat hendi. Hann segði beinanvegin og hevur alla tíðina staðið við síni orð, at mótkoyrandi bil­ urin ongantíð fór yvir í hina koyribreytina, men at tað var bilurin við teimum trimum monnunum, sum fór yvir í skeiva breyt. Dómarin legði dent á, at hetta vitnið, maðurin á trak­ torinum, var púra óheftur og kendi als ikki teir tríggjar menninar. Teir tríggir kendust all­ir, og teir kendu eisini mann­in, sum doyði. Tríggir av monn­ unum vóru systkina­børn. Teknisku kanningarnar styðjaðu upp undir, at hend­ ingin fór fram, sum maðurin á traktorinum greiddi frá. Ein 22 ára gamal maður er dømdur eitt ára treytaleysa fongsulsrevsing í sambandi við ferðsluvanlukkuna, sum hendi á vegnum millum Skála og Skálafjørð í september 2010 Samkynd vilja vígast borgarliga í Føroyum Randi Jacobsen Fólkatingslimurin Sjúrður Skaale hevur frá danska sosial­málaráðharranum Karen Hækkerup fingið greitt at vita, at tá tvey fólk av sama kyni gifta seg í Dan. mark og flyta til Føroya, er hjúnalagið ikki galdandi her. Lógin er ikki galdandi fyri Føroyar. Henda niðurstøða kom ikki óvart á LGBT – felag teirra samkyndu, tvíkyndu og trans­persónum í Føroyum. - Tað var gott at fáa spurn­ ingin svaraðan, men so mugu vit til at gera meira fyri at fáa lógina broytta í Føroyum, sig­ur Eiler Fagraklett vegna LGBT. Hann vónar, at føroyskir politikarar taka undir við hesum. Men LBGT hevur einki ynski um, at samkynd skulu kunna giftast í kirkjuni. Tað er ikki tað, sum liggur fremst. Ynskið teirra er, at sam­kynd skulu kunna vígast borgarliga í Føroyum. – Tað týdningarmesta fyri okkum er, at samkynd skulu hava somu rættindi sum onnur fólk, sigur Eiler Fagra­ klett. Nú tað er staðfest, at hjúnalag millum samkynd ikki hava gildi í Føroyum, fer LGBT at skumpa undir, so lóggávan í Føroyum verður broytt El-verkið í Vági góðkent Elverkið hjá SEV í Vági hevur hin 2. juli 2012 fing­ ið umhvørvis­góðkenning frá Unhvørvisstovuni. El­verkið er upprunaliga bygt í 1982, og í 2003 bleiv verkið víðkað við einum nýggjum generatorverki. Verkið hevur tríggjar motorar, sum brenna tung­olju. Á verkinum eru tveir goymslutangar til tung­olju, og rúma teir til­sam­ans knappar 5.000 m3. Samlaði framleiðslu- mátt­urin á verkinum er góðar 9 MW og stóð verkið fyri góðum 7 % av samlaðu elframleiðsluni hjá SEV í 2011. Í umhvørvis­góðkenn­ ingini er serligur dentur lagdur á, at dálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið, at besta tøka tøknin (BAT) verður brúkt, og at virkið hevur innaneftirlit. Treytir eru m.a. settar til, at verkið skal hava greiðar niðurskrivaðar manna­gongdir fyri inn­ skipan av olju og fyri olju­flutning millum tangar fyri at fyribyrgja, at olja rennur yvir, og fer út í umhvørvið. Eisini er krav um eina tilbúgving fyri at basa dálking, um óhapp skuldu hent.  Oknin verið sín seinasta túr Randi Jacobsen Mikudagin kom garna­ skipið Oknin inn, og í gjár landaði hon á Toft­ um. Oknin fer ikki út aft­ur. Hon er 48 ár og útslitin. Somu eigarar hava øll árini átt Oknina, Sp/f Lógv. Oknin hevur seinastu mánaðirnar verið til sølu, men sølan er tó ikki lýst alment. Sp/f Lógv hevur fingið onkrar fyri­spurn­ ingar upp á Oknina. Fyri­spurn­ing­arnir eru ikki úr Før­oyum, og verður Oknin seld, verð­ ur hon seld sum gam­alt jarn. Oknin hevur annars fiskað væl, eisini í ár. Eigararnir hava keypt nýtt skip fyri Okn­ina. Tað skipið verð­ur væntandi klárt eftir ólav­søku, og fær tað skip­ið eisini navnið Okn­in. Garnaskipið Oknin úr Saltangará hevur landað fyri seinastu ferð. Væntandi verður 48 ára gamla skipið selt sum gamalt jarn Ferðsluvanlukka Næstan tvey ár eru gingin, síðan vanlukkuna. Nústaðni er málið avgreitt