fríggjadagur 6. juli 2012síða 34
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 77 · 6. juli 2012
2
VIKUSKIFTI
Politikur og romantikur. Bókmentir
og tónleikur. Okkurt lætt og okkurt
við meiri bit í. Tað er tað, sum
eyðkennir vikuskiftisblaðið, tú nú
blaðar í. Eitt sindur til hvønn smak.
Summar eitur hetta innleggið,
avloysarin hjá nógv lisna og væl
umtókta Vikuskifti, sum eins og øll
onnur treingir til feriu av og á.
Í Miðlahúsinum er Summar staðfestingin
av, at summarið er byrjað. Fólk fara í feriu,
meðan avloysarar taka við og tryggja,
at gerandisdagurin í Miðlahúsinum
koyrir sína dagligu gongd, har Sosialurin
og Vikublaðið skulu skrivast, Rás2
røkjast og Portalurin passast. Soleiðis
er tað á flest øllum arbeiðsplássum og
stovnum í Føroyum hesa ársins tíð.
Samfelagið steðgar ikki upp, bara tí
fólk fara í feriu. Tey, sum arbeiða hvønn
dag og syrgja fyri, at samfelagshjólini
mæla runt, hava uppiborið at fáa frí í
nakrar vikur, har tey kunnu slappa av og
savna sær megi og mátt at herja á aftur. Í
nógvum førum eru tað ofta ung fólk undir
útbúgving, í Føroyum ella uttanlands,
sum yvirtaka sessirnar, ið gerast tómir
og loysa uppgávurnar, ið skulu loysast,
tá feriutíð er. Hesi fegnast um at gerast
partur av einum vanligum arbeiðsdegi
aftur, og, ikki minst, at vinna sær nøkur
oyru, sum gera tað eitt sindur lættari at
vera lesandi, tá summarfrítíðin er av.
Soleiðis er tað so ymiskt, sum summarið
verður brúkt til. Hetta vikuskiftisinnleggið,
Summar, fer eisini at verða brúkt til
ymiskt. Nakrir afturvendandi tættir
vera, okkurt av lættara slagnum, nakrar
greinar fara aftur um og dýpdina,
mentanarligt tilfar av ymsum slag verður
eisini við, umframt aktuellar spennandi
summarsøgur. Vælkomin til Summar og
ver vælkomið summarið í Føroyum.
Eitt sindur av hvørjum
Tiltøk um vikuskiftið
Konsert við Guðrið Hansdóttir
í Nólsoy sunnudagin
klokkan 13.30
Útgávukonsert
við Una Debess í
Norðurlandahúsinum
leygarkvøldið
klokkan 19.30
Føroya Regatta 2012.
Siglt verður úr Klaksvíkar
til Havnar fríggjamorgun
klokkan 9.00, víðari
Sands fríggjadagin og
til Vágs leygardagin.
Fiskikapping við Eiðisvatn verður
fríggjakvøldið klokkan 18.00,
vinnarin verður funning leygardagin.
Grót-konsert við
Kára Sverrisson,
Lyon og Lisu
í Dali í Tøting
í Syðrugøtu
klokkan 20.00
Barnafestivalur verður
á Margarinfabrikkini
í Havn leygardagin
frá klokkan 12.00 til
18.00. Millum annað
vitjar Line úr X Factor
og Ævintýraferðin
Bókaframløga við
Marjun Syderbø Kjelnæs í
Posthúskjallaranum í Havn
fríggjakvøldið klokkan
21.00. Yrkingaupplestur
og sjónleikur er á skránni.
Fjarðastevna verður
í Vestmanna
Rólant Waag Dam
Summarredaktørur