mikudagur 17. mars 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 53 - 17. mars 2004
Nr. 53 - 17. mars 2004
3
Aðalfundur hjá
Ferðavinnuni í
Eysturoy
Mikukvøldið 17. mars
hevur nevndin fyri Ferða-
vinnuna í Eysturoy aðal-
fund í Róðrarneystinum
hjá Kappróðrarfelagnum
NSÍ á Glyvrum.
Aðalfundurin byrjar kl.
19.00.
Umframt vanligu aðal-
fundarskránna skal enda-
lig støða takast fyri lut-
tøku í millumtjóða verk-
ætlanini Norðurslóð, sum
varar 3 fylgjandi ár.
Á fundinum verður eis-
ini stutt framløga og kjak
um nýggju økisferða-
vinnu-ætlanina fyri Eyst-
uroy. Undir arbeiði fram-
yvir, verður framløga og
støðutakan til meira bein-
leiðis marknaðarføring av
Eysturoynni uttanlanda.
Viðtøkubroytingar
um
víðkan av nevndini skulu
eisini takast upp á Aðal-
fundinum mikukvøldið.
Barnatiltak á
Glyvrum
Sunnudagin 21. mars
verður stórt barnatiltak og
páskareggjatombola
í
kappróðrarneystinum á
Glyvrum.
Angela
og
Hannibal verða somu-
leiðis við.
Tað er Kappróðrarfel-
agið NSÍ sum skipar fyri
tiltakinum. Barnatiltakið
byrjar kl. 15.00 og pásk-
areggjatombolaið,
við
300 páskareggum, byrjar
kl. 16.00.
Atgongumerkir á 50 kr.
kunnu keypast við dyrnar.
Semja millum
Føroya Arbeiðs-
gevarafelag og
Starvsmanna-
felagið
Sunnukvøldið gjørdu Fø-
roya Arbeiðsgevarafelag
og
Starvsmannafelagið
semju viðvíkjandi starvs-
fólkunum á Føroya Tele.
Á heimasíðuni hjá Vinnu-
húsinum stendur at lesa,
at semjan millum annað
merkir,
at
lønin
hjá
starvsfólkunum á Føroya
Tele hækkar 2,7% 1. mars
í ár og 1. mars komandi
ár. Harafturat hækkar eft-
irlønin við 1,5% somu
dagar.
Eisini er avtala gjørd
um, at tey starvsfólk á
Føroya Tele, ið eru sett
sambært omanfyrinevnda
sáttmála, hava keypt sær
tveir frídagar afturat um
árið. Úrslitið av hesum
sáttmála er á sama støði,
sum aðrir sáttmálar ið
Føroya Arbeiðsgevarafel-
ag hevur gjørt við eitt nú
S&K og handverkarar.
tn
Stríðast um
bíbliur
Dimmalætting hevði í
gjár grein á forsíðuni, har
víst varð á, at einans
leinkja til bíbliutýðing
Victors Danielsen var at
finna á heimasíðuni hjá
Mentamálaráðnum. Tann
autoriseraða týðingin hjá
føroysku fólkakirkjuni er
týðingin hjá Jákupi Dahl.
Victor Danielsen var abbi
Jógvan á Lakjuni, menta-
málaráðharra, og blaðið
setti spurning við, um tað
var Jógvan á Lakjuni, ið
hevði valt, at einans
leinkja til týðing abba
hansara skuldi verða á
heimasíðuni hjá Menta-
málaráðnum.
Blaðið gjørdi kortini
vart við, at tað ikki hevði
fingið fatur á mentamála-
ráðharran, ikki á aðal-
stjóranum og ikki á full-
trúanum, ið hevði við
málið at gera.
Í tíðindaskrvi í dag
sigur Mentamálaráðið, at
Dimmalætting mistekur
seg.
Ráðið
sigur,
at
»hevði blaðmaðurin hjá
Dimmalætting
ómakað
sær at trýst á fólkakirkj-
una, so hevði hann eisini
funnið bíbliuna í týðing-
ini hjá Jákupi Dahl á
heimasíðuni hjá Menta-
málaráðnum«.
Mentamálaráðið
ger
eisini greitt, at hesi link
hava verið á heimasíðuni
síðani august í fjør – ella
langt áðrenn Jógvan á
Lakjuni gjørdist menta-
málaráðharri.
Men Ingi Samuelsen,
blaðstjóri á Dimmalætt-
ing, sigur í svari til tíð-
indaskrivið, at »leinkjan
til
bíbliutíðing
próst
Dahls ikki kom á heima-
síðuna hjá Mentamálaráð-
harranum fyrr enn eftir at
greinin hevði staðið í
Dimmalætting.«
Men sambært Menta-
málaráðnum
mistekur
Dimmalætting og blað-
stjórin seg – og vísa tey
aftur til sama tíðinda-
skrivið.
el
Stigtakarin til undir-
skriftainnsavnina
móti byggingini av
skrivstovubygningi,
har húsini hjá Anton
Degn standa, Ingi
Mohr, sigur innsavn-
ina ganga stak væl
DEGNSHÚSIÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Fríggjadagin í farnu viku
var farið undir at savna inn
undirskriftir móti ætlanini
at byggja eini miðbýarhús í
fimm hæddum, har gomlu
húsini hjá Anton Degn
standa. Stigtakarin til inn-
savningina, fyrrverandi bý-
ráðslmurin Ingi Mohr, sig-
ur, at innsavningin hevur
gingið stak væl. Mánadagin
vóru okkurt um 1.500
undirskriftir savnaðar, og
Ingi Mohr væntar, at mill-
um 2.000 og 3.000 undir-
skriftir verða savnar, tá ið
innsavningin er liðug seinni
í vikuni.
Andin í býráðnum var
at varðveita húsini
Ingi Mohr sigur, at eftir
hansara tykki er tað eingin
ivi um, at andin í Tórshavn-
ar Býráð hevur verið at
friða húsini, tí annars hevði
man ikki játtað okkurt um
200.000 krónur til umvæl-
ingararbeiði.
Somuleiðis sigur Ingi
Mohr, at tað er umráðandi
at varðveita sirkulin av
gomlum húsum kring Ting-
húsvøllin við Degnshúsi,
Gamla Bókhandil, Býráðs-
húsið, Býráðssalinum og
Tinghúsinum.
Ingi Mohr hevur áður sit-
ið í Tórshavnar Býráð, og
har hevur hann sjálvur
verið við til at geva eitt nú
Havnar Klubba at byggja
stórt, har gomul og smærri
hús stóðu áður, so hvussu
ber tað til, at hann nú
savnar undirskriftir móti
líknandi bygging. Til hetta
sigur Ingi Mohr, at tað var
skeivt at geva klubbanum
byggiloyvi, men tað merkir
ikki, at man skal halda fram
við at gera mistøk.
Um skrivstovubygning-
urin verður bygdur, har
Degnshús standa í dag,
verður eisini tørvur á par-
keringsplássum, sigur Ingi
Mohr, og í hesum sambandi
er vert at nevna, at tað er
politikkur býráðsins, at
bygningar, ið krevja parker-
ingspláss, verða fluttir út
um býin, har pláss er at
gera slík parkeringsøkir,
sigur fyrrverandi býráðs-
limurin. Hann avsannar eis-
ini, at tiltakið hjá honum er
eitt lið í eini ætlan hjá hon-
um at blíva valdur inn í bý-
ráðið aftur, tá val verður í
heyst, tí hann sigur seg ikki
hava tikið støðu til, um
hann fer at stilla upp til
býráðsvalið.
Einki er ómøguligt hjá
Inga Mohr
Í gjár skrivaðu vit, at tað
var undrunarvert, at stig-
takarin til innsavningina av
undirskriftum hevði fingið
fatur á tekning av ætlaða
skrivstovubygngingum, tí
at talan var um eina tekn-
ing, ið var latin umsiting
býráðsins í trúnaði. Til
hetta sigur Ingi Mohr stutt,
at einki er ómøguligt hjá
Inga Mohr. Somuleiðis sig-
ur hann seg ikki ivast í, at
húsini hjá Anton Degn
verða friðið, tí tað fer at
verða lurtað eftir borgarun-
um.
Borgarstjórin í Havn,
Jan Christiansen,
heldur tað verða
neyðugt at endur-
skoða mannagongd-
ina, tá ið stuðul verð-
ur latin til umvæling
av gomlum húsum
MIÐBÝUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í Sosialinum í gjár var
greitt frá, at fyrrverandi
eigarin av nógv umtalaðu
Degnshúsunum hevði fing-
ið okkurt um 200.000 krón-
ur í stuðuli frá kommununi,
tá ið húsini skuldu umvæl-
ast. Stuðulin varð veittur, tí
at húsini skuldu varðveita
sína gamla stíl, og tí at tá-
verandi byggi- og býarskip-
anarnevnd býráðsins mettu
húsini varðveitingarverd.
Tískil varð stuðul veittur,
men hóast stóru upphædd-
ina setti býráðið ongan
klausul í sambandi við
stuðulsveitingina.
Hetta
merkir, at hóast kommunan
lat so stóra upphædd til
umvælingina, kann eigarin
taka húsini niður ella flyta
tey, uttan at kommunan fær
gjørt nakað við tað.
Sjálvsagt skulu treytir
setast
Jan Christiansen, borgar-
stjóri, sigur, at eftir hansara
tykki er neyðugt at endur-
skoða mannagongdina, tá
ið slíkur stuðul verður
veittur. Hann heldur tað
verða upplagt, at býráðið
setir ávísar treytir, tá ið so
stórur stuðul verður veittur,
tí sum nú er ber til hjá eig-
aranum at ríva húsini niður
dagin eftir, at stuðul er
veittur, og tað ber ikki til,
sigur borgarstjórin í Havn.
Annars hevur borgar-
stjórin í Havn ikki tær stóru
viðmerkingarnar til málið,
tí hann sigur seg ikki verða
so innarlaga í málinum. Tað
einasta, ið hann fyri vissu
veit, er, at ein borgari hevur
søkt um byggiloyvi á tí
matrikul, har húsini hjá
Anton Degn standa, og at
bæði býararkitekturin og
tekniski stjórin mæla til, at
loyvið verður givið, tí
nýbygningurin
fylgir
byggisamtyktini fyri økið.
Høvuðspersónurin í
øllum kjakinum
viðvíkjandi bygging
av skrivstovubygn-
ingi, har húsini hjá
Anton Degn standa,
er eigarin av hús-
inum Petur Olsen
DEGNSHÚS
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Eigarin av Degnshúsi,
Petur Olsen, hevur verið
tættur sum tunnan, nú
húsini hjá honum og ætl-
aði skrivstovubygningur-
in hevur verið nógv um-
talaður í fjølmiðlunum
síðstu tvær vikurnar. Men
nú hevur hann hug til at
gera nakrar viðmerkingar
til málið.
Vónbrotin av
landsantikvarinum
Petur Olsen sigur, at tað
hevur verið ein stak
óbehagilig
kensla
at
síggja síni privatu viður-
skifti verða viðgjørd í
fjølmiðlunum síðstu tíð-
ina, og hann sigur, at tað
hevur verið ein sera tung
tíð.
Somuleiðis sigur Petur
Olsen seg vera sera vón-
brotnan av landsantikvar-
inum, sum hevur verið
alment frammi í fjølmiðl-
unum og úttalað seg um
eina møguliga friðan av
húsinum, áðrenn hann
yvirhøvur hevur sett seg í
samband við eigaran, og
heldur ikki hevur verið og
hugt at ognini. Petur
Olsen sigur, at verða hús-
ini friðið, má hann ansa
sær, at hann ikki er inni, tí
so verður hann allarhelst
eisini friðaður.
Eigarin av Degnshúsi
heldur tað eisini verða
løgið, at fólk tosa um at
friða húsini, tí húsini eru
rættuliga nógv broytt,
síðani Anton Degn búði í
teimum. Millum annað
var eldur í húsinum á vári
2001, og tá bleiv alt loftið
brotið niður og gjørt av
nýggjum. Harafturat er
klædningur, vindeygu og
gólv alt skift seinnu árini,
so talan er um eini heilt
onnur hús.
Innsavnan av undirskriftum
gongur væl
Petur Olsen, eigari av Degnshúsi:
Ódámlig kensla at verða
viðgjørdur í fjølmiðlunum
Jan Christiansen, borgarstjóri:
Neyðugt at endurskoða
stuðulsveitingar
Omanfyri sæst eitt skitsuútkast til byggingina av nýggjum skrivstovubygningi. Myndina hava
vit fingið frá arkitektinum, ið hevur gjørt projektið. Niðanfyri sæst ein støðumynd yvir økið.
Báðar tekningarnar eru latnar býráðnum saman við umsóknini um prinsipielt byggiloyvi
Ingi Mohr, stigtakari til undirskriftainnsamlingina, sigur, at
tað gongur stak væl at savna undirskriftir
C
M
Y
K
3
2
r e p r o Z
ÁRSROKNSKAPUR 2003
Rakstrarroknskapur
2003
2002
Rentuinntøkur v.m.
291.047
301.241
Rentuútreiðslur v.m.
75.404
101.811
Rentuinntøkur netto
215.643
199.430
Vinningsbýti av partabrøvum og øðrum kapitalpørtum
1.421
665
Ómaksgjøld og provisiónsinntøkur
20.439
16.815
Útreiðslur til ómaksgjøld og provisiónir
369
522
Rentu- og ómaksgjøld netto
237.134
216.388
Virðisjavning av virðisbrøvum og útl. gjaldoyra v.m.
23.080
11.729
Aðrar vanligar inntøkur
8.753
7.743
Úrslit av fíggjarpostum
268.967
235.860
Útreiðslur til starvsfólk v.m og umsiting
121.300
117.754
Av- og niðurskrivingar av óítøkiligum og ítøkiligum ognum
10.181
15.772
Aðrar rakstrarútreiðslur
69
407
Avskrivingar og burturleggingar av skuldarum (netto)
309.249
17.959
Úrslit av kapitalpørtum í assosieraðum og tilknýttum fyritøkum
447
-2.806
Úrslit av vanligum rakstri
-171.385
81.162
Skattur
-42.623
15.258
Ársúrslit
-128.762
65.904
Býtið av ágóða
Ársúrslit
-128.762
65.904
Flutt frá yvirkursi við partabrævasølu
86.828
0
Flutt avlop
41.934
0
Tøkur peningur tilsamans
0
65.904
Nýtt til vinningsbýti
0
33.966
Burturlagt til aðrar grunnar
0
54
At flyta til næsta ár
0
31.884
Nýtsla av tøkum peningi
0
65.904
Fíggjarstøða
2003
2002
Ogn
Kassapeningur og áogn uttan uppsøgn í tjóðbankum
72.554
55.190
Áogn í lánistovnum v.m.
294.831
143.415
Útlán
3.886.990
3.979.385
Lánsbrøv v.m.
520.247
679.366
Partabrøv v.m.
133.135
96.490
Kapitalpartar í assosieraðum fyritøkum
27.459
26.408
Kapitalpartar í tilknýttum fyritøkum
1.566
1.276
Óítøkiligar ognir
2.034
0
Ítøkiligar ognir
128.751
128.611
Egin partabrøv
46
54
Onnur ogn
122.451
81.843
Tíðarskeiðsavmarkingar
4.706
4.360
Ogn tilsamans
5.194.770
5.196.398
Skuld
Skuld til lánistovnar og tjóðbankar
579.065
235.383
Innlán
3.786.192
3.947.217
Onnur skuld
69.510
125.173
Avsetingar til skyldur
6.407
6.194
Eginpeningur:
Partapeningur
679.311
679.311
Ábyrgdarfæ
1.288
1.361
Yvirkursir við partabrævaútgávu
72.951
159.779
Javning til flutt avlop frá undanfarnum árum
0
10.042
Grunnur fyri egin partabrøv
46
54
Flutt frá undanfarnum árum
41.934
0
At flyta frá ársins úrsliti
-41.934
31.884
Eginpeningur tilsamans
753.596
882.431
Skuld tilsamans
5.194.770
5.196.398
Tøl, ið ikki eru tikin við í javna
Ábyrgdir
111.637
104.760
Aðrar skyldur
0
25.098
Tøl, ið ikki eru tikin við í javna tilsamans
111.637
129.858
Í 1.000 kr.