mikudagur 17. mars 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 53 - 17. mars 2004
Nr. 53 - 17. mars 2004
5
Ov lætt at keypa jørð í Føroyum
Tað er ongastaðni í
heiminum so lætt at
fáa hendur á jørð sum
í Føroyum. Hetta er
ein trupulleiki, út-
oyggjafólk hava at
stríðast við, segði
búnaðarfrøðingur á
útoyggjafundi í Havn
á grækarismessu
ÚTOYGGJAR
Edvard Joensen
Tað er ov lætt at sleppa til
jørð í Føroyum, segði
Gunnar Bjarnason, bún-
aðarfrøðingur á útoyggja-
fundi í Havn í seinastu
viku. Tað eiga at liggja
treytir við, sum gera, at
tann, ið situr við jørðini,
eisini skal brúka hana. Tað
hevði givið úitoyggjafólki
ein betri møguleika at
gagnnýtt jørðina, tey bara
hava til láns frá øðrum.
Tá tosað verður um við-
urskifti á útoyggj, kemur
jørð og jarðarbrúk av nátúr-
ligum ávum ofta ovarlaga á
breddan. Soleiðis var eisini
hendan dagin á Hotel
Hafnia, tá Útoyggjafelagið
skipaði fyri evnisdegi um
vinnu á útoyggj.
Ein teirra, ið hevði nakra
markantar meiningar at
bera fram á fundinum, var
búnaðaførðingurin Gunnar
Bjarnason, sum helt, at
útoyggjafólk í ávísan mun
sjálv hava skuldina av, at
tey ikki frá brúksrætt til ta
jørð, tey skuldu verið næst
at nýtt.
Tað liggja ongar treytir
við at eiga jørð í Føroyum.
Tú kanst eiga jørð hvar sum
helst og so bara lata hana
liggja i órøkt ella til byrðu
fyri tann, sum býr á staðn-
um, vísti búnaðarfrøðingur-
in á. Men útoyggjafólk seta
ov fá krøv og leggja ov fáar
treytir við, tá talan er um
jørðina, ið liggur til bygdir-
nar, tey búgva í, segði bún-
aðarfrøðingurin.
Gunnar Bjarnason vísti
til dømi úr Danmark, har
fók noyðast at selja jørð aft-
ur, tí tey ikki búgva á stað-
num, tey hava keypt. Eitt nú
bóndagørðum. Sama átti at
verið Føroyum, segði
hann. Tað hevði havt fleiri
fyrimunir. Eitt var, at fólk,
sum átti jørð, skuldi búð á
staðnum. Eitt annað var so,
at høgi prísurin á jørð í
Føroyum hevði lækkað,
metti Gunnar Bjarnason. Tí
tá hevði tað ikki verið
attraktivt at keypt upp jørð
sum íløgu bara fyri at
goyma pengar, segði hann.
Í triðja lagi vísti hann á,at
tað, at tað ber til at selja
jørð í smáum í Føroyum,
eisini dýrkar jørðina mun-
andi.
Tað ber ikki til at reka
landbúnað, har tú ikki eigur
jørðina sjálvur ella í hvussu
er hevur ein góðan leigu-
sáttmála, sum er galdandi
yvir longri tíð, vísti Gunnar
Bjarnason á.
Fyri at reka lønandi land-
búnað er neyðugt við stóum
íløgum. Bæði í bygningar
og maskinur. Og tað sigur
seg sjálvt, at slíkar íløgur
ger ein ikki, um ein ikki
veit, um bøurin, tú plagar at
selja, kanska verður seldur
øðrum um ein mánað ella
kanska tvey ár.
So tá tosað verður um, at
útoyggjafólk
ikki
hava
brúksrætt til jørðina á
staðnum og tí ikki fáa rikið
líkinda landbúnað, hava tey
fyri ein stóran part skuldina
sjálv, segði Gunnar Bjarna-
son á útoyggjafundinum. Tí
tey seta ov fá krøv til teirra,
sum keypa jørð upp og hava
hana liggjandi ónýtta. Bara
at gera eina munliga avtalu
um at sláa grasið í ár ella so
leingi, vit nú halda tað vera
hóskandi, er ikki nóg gott.
Tað skulu skrivligar avtalur
fyriliggja. Og tær skulu
helst vera galdandi nógv ár
fram í tíðina, so íløgurnar
kunnu hava ein møguleika
at forrenta seg aftur, stað-
festi búnaðarfrøðingurin.
Tóm hús og ósligin bøur
síggjast nógvastaðni á út-
oyggj. Útoyggjafólk hava
sjálv part av skuldini fyri, at
soleiðis er, segði búnaðar-
frøðingurin Gunnar
Bjarnason á útoyggjafundi í
Havn á grækarismessu.
Hann heldur, at útoyggjafólk
eru ov góð í sær og seta ov fá
krøv
Mynd: Edvard Joensen
Tá romantisku talur-
nar eru fjaraðar burt-
ur, eru orðini gloymd
uttan av teimum, sum
búgva á útoyggj, segði
landsstýrismaðurin
við innanlandsmálum
á útoyggjafundi á
grækarismessu
ÚTOYGGJAFUNDUR
Edvard Joensen
Tað verður ofta meira tosað
enn gjørt, segði Jógvan við
Keldu,
landsstýrismaður
við innanlandsmálum, á
útoyggjafundinum í Havn.
Føgur orð eru nógv, men so
títt og knapt, tey eru fjarað
burtur, eru tey gloymd.
Uttan av teimum, sum
búgva á útoyggj, og til fá-
nýtis sita og bíða eftir
lyftunum, sum givin eru.
Sjálvur ætlar hann sær á
rundferð á útoyggj at vitja
fólk og tosa um mál, sum
kunnu takast upp og verða
til gangs fyri útoyggjarnar.
Hann segði seg hava ymisk
hugskot, sum hann ætlaði
at taka upp, tá hann fór á
rundferð sína. Men hann
vildi ikki avdúka tey á
hesum fundinum, segði
hann.
Jógvan við Keldu segði
seg hava ringar royndir av
at siga ov nógv og segði seg
vera úrlatnan av pressuni,
tá hann í síni tíð tók stig til
sonevndu
útjaðarasam-
gonguna á Løgtingi. Slíka
viðferð vildi hann ikki hava
aftur, og vildi tí binda um
heilan fingur hesaferð,
skiltist á landsstýrismann-
inum.
Annas helt hann, at tað
eigur at vera arbeitt meira
og ikki bara ráðlagt. Tí sum
hann tók til, so ber væl til at
ráðleggja seg í hel og einki
fáa burturúr.
Hann bað um hjálp frá
útoygjafólki til at fáa nakað
á skaftið útoyggjunum at
frama. Og so skoytti hann
skemtandi uppí, at tá hann
nú kom at vitja, fekk hann
skatans onkran góðan døg-
urða eisini.
Jú, tað var ikki at ivast í.
Døgurða skuldi hann fáa.
Nógvur romantikkur
Rætting
Í grein um útoyggjar í blaðnum týsdagin, er nevnt, at
smoltstøðin í Svínoy byrjaði við hálvarari aðru millión
smoltum.
Hetta er ikki rætt. Teir framleiddu hálvaaðru millión,
tá teir stongdu, men byrjðau við 150.000
blðm.
Hugnaløta á
Giljanesi
Sunnudagin skipar
Vágakórið fyri
hugnaløtu í skúla-
høllini á Giljanesi
HUGNALØTA
Sunnudagin tann 21. mars
klokkan
16.00
skipar
Vágakórið fyri hugnaløtu
í skúlahøllini á Giljanesi.
Ymsik tiltøk verða á
skránni.
Tað verður annað enn
vanlig
kórkonsert,
tá
Vágakórið um várjavn-
døgur fer at hava hugna-
løtu á Giljanesi.
Sum vera man verður
eisini sungið. Og tað
verður bæði felagssangur,
blandað kór og manskór,
sum verða at hoyra.
Felagskórið
fer
at
syngja nakrar kendar, før-
oyskar vársangir. Mans-
kórið, ið er nýtt, fer at
syngja
heldur
meira
blandað. Okkurt amerik-
anskt Barber Shop lag,
onkra svenska fólkavísu,
Evert Taube verður at
hoyra, og so eisini einar
tvær føroyskar heilsur til
kvinnuna.
Yrkingarnar á skránni
verða ikki bara sungnar
hendan dagin, uttan eisini
lisnar upp.
Av øðrum undirhaldi
verður esiini skipað fyri
onkrum skemti, eins og
ein kaffimunur verður at
fáa á Giljanesi seinna-
partin sunnudagin.
Atgongumerkið kostar
50,- krónur.
ej
Jógvan við Keldu, landsstýrismaður við innanlandsmálum, var eisini á útoyggjafundi. Hann
ætlar sær á rundferð á útoyggj at tosa við fólk um, hvat gerast kann útoyggjum at frama
Mynd: Edvard Joensen
Rundaði milliónina á keiini í Esbjerg
Champagnuproppuri
n sprakk, tá 19 ára
gamli bilurin hjá
danska sølumannin-
um Knud Thomsen, ið
seinastu mongu árini
hevur vitjað Føroyar,
hevði koyrt eina
millión kilometrar
BILAR
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
– Einaferð segði eg, at vit
helst fóru í grøvina saman.
Men so galið vóni eg kort-
ini ikki, at tað gongur.
58
ára
gamli
Knud
Thomsen, sølumaður hjá
donsku fyritøkuni P. Con-
radsen, ið seinastu mongu
árini hevur vitjað Føroyar
tvær ferðir árliga, tosar um
bilin hjá sær. Ein Mercedes
300 diesel frá 1985.
5. februar, á keiini í Es-
bjerg, rundaði bilur hansara
eina millión kilometrar.
– Eg hevði frammanundan
gjørt av, at tá teljarin skifti
frá 999.999 km. til einans
nullir, skuldi eg doypa hann
í champagne – óansæð hvar
eg so var staddur, greiðir
Knud Thomsen frá.
So tá sølumaðurin fór
heimanifrá í Fredreikshavn
henda morgun, har hann
fyrst skuldi vitja viðskifta-
fólk í Hvide Sande og síðan
Esbjerg, var champagne-
fløskan við.
Av berari tilvild hevði
viðskiftafólkið hjá honum í
Esbjerg júst keypt sær eitt
digitalt myndatól, og hesin
tók myndirnar av Knud
Thomsen, ið doypti bilin í
champagnu.
Sum við menniskjum
Spurdur, hvørji góð ráð
hann hevur til onnur, ið
vilja hava nógvar kilometr-
ar úr bili sínum, sigur Knud
Thomsen skemtiliga:
– Tað
er
sum
við
menniskjum, fer tú væl við
teimum, so halda tey leingi.
Danski sølumaðurin sig-
ur seg ikki hava havt stór-
vegis útreiðslur av bili sín-
um. Einans smærri viðlíka-
hald.Til dømis varð fjórða
útstoytið sett undir bilin
herfyri.
Knud Thomsen hevur
havt Mercedes bilin í 14 ár.
Áðrenn hevði hann verið
hýruvognur við 259.000
kilometrum á baki.
Sølumaðurin hevur rokn-
að út, at samanlagt hevur
hann nýtt átta arbeiðsár í
bilinum. Hann koyrir kring
alt Danmark og eisini í hin-
um Norðurlondunum, og tí
gerast kilometrarnir nógvir.
Men tá hann vitjar Føroyar
stendur bilurin eftir við hús
í Frederikshavn.
Hóast aldurin á bilinum
og ikki minst mongu kilo-
metrarnar
hevur
Knud
Thomsen ongar ætlanir um
at lata bilin frá sær.
Knud Thomsen, sølumaður
hjá P.Conradsen, doypir bilin
í champagnu, eftir at hann
hevur rundað milliónina
– Tað v ar ein stór løta, tá øll nýggjutølini skiftu til nullir,
sigur Knud Thomsen
Frithleif Olsen:
Sparikassin
fram um
fótbóltin
Frithleif Olsen, ið
dagliga er stjóri á
FJM í Runavík, er
nýggjur nevndar-
formaður í Føroya
Sparikassa. Samtíðis
tekur hann seg aftur
sum valevni til
formann í Fótbólts-
sambandinum
NEVNDARVAL
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Í seinastuni hevur 44 ára
gamli Frithleif Olsen úr
Rituvík fyri tað mesta
verið settur í samband við
formansvalið í Fótbólts-
sambandinum. Men eftir
at aðalfundurin hjá Før-
oya Sparikassa valdi hann
til nýggjan nevndarfor-
mann, hevur rituvíkingur-
in tikið seg burtur úr
glímingini við Óla Holm
um formanssessin í FSF.
Frithleif Olsen starvast til
dagligt sum stjóri í fyri-
tøkuni FJM í Runavík.
Fleiri nýggja andlit eru
annars at síggja í nýggju
nevndini
hjá
Føroya
Sparikassa eftir aðalf-
undin síðsta fríggjadag.
Olga Kallsberg og Signa
Dimon stóðu báðar fyri
vali, og hvørgin teirra
ynskti at stilla upp aftur. Í
teirra stað vórðu valdir
Odd Bjellvåg og Petur
Hammer, ið báðir hava
havt sæti í umboðsráði
Sparikassans.
Starvsfólkaumboðini í
nevndini
fyri
Føroya
Sparikassa stóðu eisini
fyri vali. Tórmund Joen-
sen og Rakul Dam vórðu
afturvald, meðan Bjartur
Nolsøe og Gert Lang-
gaard eru nývaldir.
Mánadagin
skipaði
nevndin seg so við Frith-
leif Olsen sum formanni
og Tórmund Joensen sum
næstformanni.
Frithleif
Olsen avloysir Petur Zach-
ariasen, sum valdi at fara
úr nevndini. Petur Zach-
ariasen hevur verið for-
maður síðan 1994 og
nevndarlimur síðan 1990.
Hann var við í leiðsluni í
1994, tá gamla sparikassa-
lógin frá 1937 varð avloyst
av banka- og sparikassa-
lógini, ið loyvir Sparikass-
anum at virka sum banki.
Petur Zachariasen segði
við Útvarpið á middegi
týsdagin, at nevndin í
Føroya Sparikassa ynskti
ein nýggjan formann, og
tí valdi hann at trekkja
seg. Annars hevði hann
ikki hug at gera aðrar
viðmerkingar til málið.
Tryggingarfelagið
Føroyar hevur keypt
bygningin hjá Føroya
Sparikassa í
Sandavági og flytir
virksemið sítt úr
Miðvági til Sandavágs
TRYGGING
Edvard Joensen
Sandavági:
Tryggingarfelagið Føroyar
fer at flyta til Sandavágs
um ein góðan mánað. Fel-
agið hevur keypt spari-
kassabygningin í Sanda-
vági og yvirtekur hann 15.
apríl.
Avtlan millum Førya
Sparikassa og Tryggingar-
felagið Føroyar varð undir-
skrivað fyrapartin týsdagin,
sigur
Mortan
Poulsen,
stjóri í Trygingarfelagnum
Føroyar. Hann vil ikki upp-
lýsa keypsprísin.
Tryggingarfelagið hevur
eina tíð leitað eftir egnað-
um hølum í Vágum, tí høl-
ini, felagið helt til í í Mið-
vági, nøktaðu ikki tørvin,
sigur hann. Nú hava tey
funnið ein sera væl egn-
aðan bygning, og hann er
so keyptur og flutt verður
sum skjótast.
Tað arbeiða tvey fólk
soleiðis umleið trýkvart tíð
hvør á tryggingini í vágum.
Tey flyta við til Sandavágs.
Tryggingin flytir til Sandavágs
Tryggingarfelagið Føroyar hevur keypt bygningin hjá føroya Sparikassa í Sandavági og yvirtekur hann 15. apríl
Mynd: edvard Joensen
C
M
Y
K
5
4