Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-06, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2012síða 54

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 28 l 9. juli 2012 6 vikutíðindi Randi Jacobsen Týsdagin í seinastu viku møttu eini 50 fólk til móttøkuna, sum Skótadepilin á Selatrað hevði í sambandi við, at smoltstøðin er yvirtikin. Bakkafrost átti smoltstøðina. Alt byrjaði við, at Skótadepilin lænti pumpuhúsið, men fekk so loyvi at seta bátar inn í smoltstøðina, sum stóð tóm kortini. So kom tað í, at Bakkafrost bjóðaði skótunum smoltstøðina. Fíggjarligur stuðul Skótarnir fingu støðina fyri eina krónu. - Bakkafrost vildi eisini stuðla fíggjar­liga, og týsdagin varð henda krónan innrammað latin skótunum aftur, sigur Jóhan Ludvík Laksafoss, sum er limur í nevndini, ið hevur gjørt verk­ætlanina. Fyri at kunna brúka høllina til okkurt skilafólk, var neyðugt at inn­ rætta hana, og avtala varð gjørd við ALS um at fáa arbeiðsmegi, soleiðis at depilin rindaði 20 prosent av lønunum og ALS restina. - Tey hava arbeitt ágrýtin og gjørt eitt ótrúliga stórt arbeiði, sigur Jóhan Ludvík Laksafoss. Inni í høllini er gjørdur ein níggju metrar høgur klatriveggur, og ein seks metrar høgur klatriveggur til tey yngru. Haraftrat verður har ein klatrikafé. Tey seks kørini hjá smoltstøðini kunnu brúkast. Trý verða brúkt til umklæðirúm, eitt til kafé, eitt til barna­hyl, og tað størsta skal brúkast sum venjingarhylur. Har er ætlanir at hava venjingar í at svimja í klæðum. Í høllini er eitt neyst, stórur køkur, vesi, skrivstovur, ein stór garasja og annað. Rúm verður eisini fyri ymiskum ítróttargreinum, sum higartil ikki hava verið so kendar í Føroyum, umframt ymiskum frítíðarvirksemi. Tað hevur ikki skorað við vælvild, sum skótunum er møtt, í sambandi við yvirtøkuna av smoltstøðini. Innbúgv er komið millum annað frá Posta og Als, og vindeygu eru komin frá Viðareiðis skúla. Thor i Hósvík hevur givið deplinum ein skjóttgangandi bát, sum verður hentur, tá ið ansast skal eftir teimum, sum fara út í kano ella at snorkla. Langur rennistrongur Eisini hevur Thor lovað deplinum ein 500 metra langan rennistrong. Hesin rennistrongur verður tvær ferðir so langur sum tann longsti í Danmark. Ætlanin er, at strongurin skal fest­ ast í oman fyri skótadepilin og ganga heilt út á sjógv. Rennistrongurin er ikki komin enn. Hetta er bara nakað av tí, sum depilin hevur fingið. - Vit eru ómetaliga takksom fyri allan stuðulin, sigur Jóhan Ludvík Laksa­foss. Nýggir møgu­ leikar á Selatrað Smoltstøðin, sum Skótadepilin hevur fingið frá Bakkafrost, fer at geva skótunum og vitjandi teirra møguleikan at skipa fyri nógvum nýggjum tiltøkum Kastaði øskubikar í høvdið á lands­ manni Ein 68 ára gamal føroyingur bú­ sitandi í Hirtshals varð herfyri í rættinum í Hjørring funnin sek­ur í grovum harðskapum og morð­hóttan móti einum øðrum føroyingi í býnum Tað gekk hart fyri seg millum tveir føroyingar, sum báðir búðu í Hirtshals, tá ið teir ein dag fyrr í vár sótu og ballaðust heima hjá øðrum teirra. Ein 68 ára gamal maður var og vitjaði ein landsmann, og mitt í øllum gjørdist tann 68 ára gamli maðurin frá sær sjálvum og kastaði eitt kilo-tungt øskubikar í høvdið á hinum. Aftan á tað slerdi hann mannin fleiri ferðir við einum borði, sum vigaði 5,7 kilo, og hann hevði hótt við at drepa. Tann 68 ára gamli maðurin varð ákærdur fyri grovan harðskap og fyri morðhóttan. Tá ið málið var fyri í rættinum, mintist hann einki, tí teir høvdu drukk­ið nógv, skrivar nordjyske.dk. Maðurin varð funnin sekur, men revsingin var ikki ásett. Væntandi varð revsingin gjørd treytað, tí mað­urin var komin so høgt upp i árinum, og tí hann hevði hjarta­ trupulleikar.