fríggjadagur 6. juli 2012síða 60
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 28 l 9. juli 2012
12
Hús & Heim
Vikutema
Bert hugflogið
setir mørk
Tað er ikki vist, at tú skalt koyra ein gamlan skenk,
kommodu ella eina hill burtur. Við hesum
myndunum vísir Colorama í Klaksvík nøkur dømi
um, hvussu gamlir møblar kunnu fáa eitt nýtt og
nútímans ”andlit” aftur
James Olsen
Ert tú kreativur, ber næstan alt til, og
tað er ikki vist, at ein dagføring av
gomlum møblum nýtist at kosta so
nógv.
At tapetesera gamlar møblar er
ein máti, og hetta kann bæði gerast
við keyptum tilfari – ella við ávís
pappíri, sum myndirnar vísa.
Tá møbilin er tapetseraður við
ávíspappíri, skal pappírið helst smyrj
ast við mattum klárlakki, og so heldur
tað uttan trupulleikar.
Ein annar møguleiki er at mála
møblarnar, soleiðis at teir – um teir
kanska eru ymiskt littir – allir fáa
sama lit og soleiðis kunnu gerast ein
samanhangandi eind.
Í Colorama í Klaksvík, sum annars
selur Beckers-máling, ber til at spyrja
seg fyri og fáa slíkt tepeteserings
arbeiði gjørt, um fólk ynskja tað.
– Vit hava gjørt fleiri slíkar krea
tivar uppgávur fyri viðskiftafólk, og
hetta er rættiliga nakað, sum teimum
dámar, sigur Ian D. Jacobsen, sum
eigur og rekur Colorama-handilin í
Klaksvík, ið nú hevur eitt ár á baki í
Nólsoyar Pálsgøtu.
Hava fólk áhuga fyri, hvussu gamlir
møblar kunnu tapeteserast, fáa tey
fatur á Colorama í Klaksvík á tlf.
766001.
... vit hava gjørt
fleiri slíkar kreativar
uppgávur fyri viðskifta
fólk, og hetta er
rættiliga nakað, sum
teimum dámar...
Tey selja hugna til heimið
Vit plaga at siga, at eini sethús í sær sjálvum ikki er eitt
heim, men ein karmur um eitt heim. Tað eru tey, sum
búgva í húsunum, ið seta dám á og skapa heimið, og
teimum til hjálpar eru tey, ið selja hugna til heimið
Vilmund Jacobsen
Handilin Frú C, sum húsast í Dr.
Jakobsensgøtu í Havn, hevur nógv,
sum kann prýða eitt heim. Tað er
Teymavirkið í Runavík, sum eigur
handilin, og í Runavík er eisini Berg
lon við sama eigara, sum eisini selur
nógv ymiskt til heimið.
Frú C plagar at lýsa við, at tey
selja hugna til heimið, og her er talan
um eitt nú smámøblar, skáp, ljósa
krúnur, stakar, stell, meturvørur, dúk
ar, teppir, pútur, spegl og mangt
annað.
Vegleiða viðskiftafólk
Bæði í Berglon í Runavík og í Frú
C í Dr. Jakobsensgøtu í Havn eru
starvsfólk til reiðar at vegleiða og
ráðgeva um, hvussu hugni kann
skapast við teimum vørum og tí
útboði, sum handlarnir selja.
– Fólk eru altíð vælkomin inn á
gólvið til eitt prát, siga tey í Frú C og
í Berglon í Runavík.
Bæði í Frú C í Dr. Jakobsensgøtu í Havn og í Berglon í Runavík eru
starvsfólk til reiðar at vegleiða og ráðgeva um, hvussu hugni kann skapast
Møguleikarnir eru nógvir, og
tað er bara hugflogið hjá tí
kreativa, sum setir mørkini