fríggjadagur 6. juli 2012síða 62
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 28 l 9. juli 2012
14
Hús & Heim
Vikutema
Vilmund Jacobsen
Sp/F Á Múlheiðum er stovnað í januar
mánaði í 2011. Eigari er Bergur
Lützen, sum gjørdist útlærdur timbur
maður hin 4. mai í 2004.
Navnið Á Múlheiðum er staðarnavn
í Leynum, har Bergur keypti sær hús
og hevur búð síðan í 2007.
– Vit eru seks mans í fyritøkuni í
løtuni, og eg vænti, at vit vera verandi
seks mans tað, ið eftir er av summar
inum og heystinum. Tá tú ert í timbur
vinnuni, er ilt at spáa um framtíðina,
men vit arbeiða eisini fleiri aðrastaðni
enn her í miðbýnum.
Bergur Lützen sigur, at í summar
skulu teir eisini til Kaldbaks at gera
eitt størri arbeiði fyri Landsverk.
– So, í løtuni er væl at gera, men
fólk, sum ynskja ymiskar uppgávur
gjørdar, eru vælkomin at venda sær til
okkara. Vit eru altíð til reiðar at loysa
uppgávur á timburøkinum.
Hann leggur aftrat, at Sp/F Á
Múlheiðum serliga hevur fingist við
renoveringar og minni við nýbygging,
men teir eru til dystin fús, um fyri
spurningar eru.
Fjós í Svøríki
Í fjør heyst vóru fýra mans hjá felag
num í býnum Tingsryd í Svøríki og
bygdu eitt stórt fjós til ungneyt.
– Endamálið við felagnum er at
veita góða tænastu til byggivinnuna,
bæði í Føroyum og útlondum. Við
nógvum royndum í vinnuni, kunnu
vit átaka okkum allar upgávur, og vit
hava eisini arbeitt í øðrum londum
enn Svøríki, sigur Bergur Lützen, sum
kann hittast á tlf. 282893.
– Vit hava eisini arbeitt uttan
fyri Føroyar, og eitt nú bygdu vit
í fjør heyst eitt stórt fjós í Svøríki,
sigur Bergur Lützen, sum eigur
og rekur Sp/F Á Múlheiðum
Mynd: Álvur Haraldsen
– Í løtuni er væl at gera, men fólk, sum
ynskja ymiskar uppgávur gjørdar, eru
vælkomin at venda sær til okkara,
sigur Bergur Lützen, timburmeistari
Bæði í Føroyum og útlondum
Vilmund Jacobsen
Arbeiðið, sum Á Múlheiðum gera,
fevnir í fyrsta lagi um at bjálva og
klæða gamla bygningin, sum hin
27. juli í ár skal lata upp sum dansi
staður og barr.
– Vit arbeiða fyri Heina Restorff,
sum eigur bygningin, ið verður leig
aður út til Allan Hjaltalin og Remi
á Kamarinum. Vit hava eisini gjørt
smærri uppgávur innandura, og
hetta er fyri teir báðar, sum eiga
leigumálið.
Bergur Lütsen sigur, at arbeiðið
at bjálva og klæða bygningin hevur
gingið væl, og hann heldur, at tað
eru ikki meiri enn stórt 4-5 vikur
síðan, at teir fóru í holt hetta ar
beiði.
Vøkur fasada
Tað er í samráð við eigaran, at bygn
ingurin nú verður klæddur við stein
plátum.
– Vit halda, at henda fasadan er
vøkur og riggar væl inn í miðbýar
myndina.
Millum pláturnar er lítið glopp,
men Bergur sigur, at góð bjálving
og tættur dúkur er innanfyri.
– Dúkurin er bæði vatn-og vind
tættur, leggur hann aftrat.
Hann vísir á, at alt tilfarið til
bjálving og klæðing av gamla bakarí
num hjá Frants Restorff er keypt hjá
Balslev, har hann hevur eitt frálíka
gott samstarv.
Skjótt og væl
– Eternit er sterkt og gott tilfar, men
eins og alt annað kann eternit eisini
brotna, um fólk av álvara gera seg
inn á tað. Her er tað tó soleiðis, at
plátur kunnu skiftast – ein og ein,
um tað keðiliga skuldi hent, sigur
hann.
Timburmeistarin leggur aftrat, at
alt arbeiði, sum Sp/F Á Múlheiðum
skal gera í Tórsgøtu, verður liðugt til
ásettu tíð.
– Vit hava hoyrt nógv fyri, at vit
bæði arbeiða skjótt og væl, og hetta
leggja vit stóran dent á, sigur Bergur
Lützen.
vilmund@sosialurin.fo
Endamálið er at
veita góða tænastu
til byggivinnuna,
bæði í Føroyum
og útlondum
Gamla bakaríið hjá Frants Restorff í Tórsgøtu í Havn líkist ikki sær sjálvum, nú Sp/F
Á Múlheiðum, sum Bergur Lützen, timburmeistari, eigur, hevur bjálvað og klætt
bygningin við steinplátum – ella eternitplátum, sum hetta í veruleikanum er
– Vit halda, at henda fasadan er vøkur og riggar væl inn í miðbýar
myndina, sigur Bergur Lützen, sum eigur Sp/F Á Múlheiðum
Gamla bakaríið nýggja fasadu