fríggjadagur 6. juli 2012síða 64
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 28 l 9. juli 2012
16
Hús & Heim
Vikutema
Reno-Vent
fer væl um
umhvørvi
Fyrsta hitapumpu-skipanin varð sett upp í
Hósvík í 2005, og síðani tá eru hundraðtals
skipanir komnar aftrat. - Vit hava verið við í
nógvum spennandi - og grønum - loysnum,
og vit vænta nógvar spennandi avbjóðingar
í framtíðini, sigur stjórin, Hans Jákup Olsen
Reno-Vent projekteraði og veitti sjóhita
- Vit ynskja Sørvágs skúla hjartaliga tillukku við Rio-virðislønini sum ”Ársins grøni
stovnur”, samstundis sum vit ynskja skúla og kommunu framhaldandi góða eydnu við
grønu orkuskipanini, sigur stjórin í Reno-Vent í Hósvík, Hans Jákup Olsen
Vilmund Jacobsen
Sum nevnt í hinari greinini á hesi
síðuni um Reno-Vent, leggur felagið
stóran dent á grønar orkuloysnir.
Á Umhvørvisráðstevnuni RIO+
20 herfyri vann Sørvágs skúli
virðislønina, sum "Ársins grøni
stovnur".
Reno-Vent-loysn
Sjóhitin frá Reno-Vent og bjálvingar
átøk eru høvuðsorsøkirnar aftanfyri
virðislønina.
Hans Jákup Olsen, stjóri í Reno-
Vent sigur, at skúlin í fyrsta lagi
hevur gjørt átøk við bjálving fyri at
minka um orkutørvin, og haraftrat
hevur skúlin fingið eina orkukeldu,
ið passar væl til tørvin, samstundis
sum orkan er grøn.
– Vit hava projekterað, veitt skúl
anum sjóhitan, og vit hava roknað út
tilmælið til bjálvingarátakið.
Ynskir góða eydnu
Hans Jákup Olsen, stjóri í Reno-Vent,
sigur, at fyritøkan í Hósvik ynskir
Sørvágs skúla hjartaliga tillukku við
virðislønini, eins og felagið ynskir
skúla og kommunu framhaldandi
góða eydnu við grønu orkuskipanini.
Vilmund Jacobsen
Á Reno-Vent, sum hevur skrivstovu
og sølubúð í Hósvík og blikksmiðju á
Skála, arbeiða í løtuni 12-15 mans.
Tað er Hans Jákup Olsen, sum er
stjóri og eigur virkið, ið veitir allar
hvs-tænastur, umframt at fyritøkan
eisini ráðgevur í og veitir alternativar
orkuskipanir, bæði til privatfólk,
vinnulív og almennar bygningar.
Fyritøkan ger bæði smærri og
størri hita-og ventilatiónsloysnir og
hevur eisini havt ábyrgdina av størri
alternativum orkuverkætlanum.
Sær betri út
- Árini 2009 og 2010 vóru nokso
tung, tá virksemi minkaði eftir fíggjar
kreppu, sum byrjaði á heysti í 2008
og eisini hevði síni árin í føroyska
samfelagnum. Men í 2010 gekk betri,
og vit fingu aftur avlop í raksturin.
Tað sigur Hans Jákup Olsen, stjóri.
Hann heldur, at árið í ár eisini sær
hampiliga væl út.
- Vit hava rímiliga nógv at gera, og
vit vænta, at úrslitið verður nøktandi
aftur í ár.
Reno-Vent leggur stóran dent á
grønar orkuloysnir. Felagið hevur um
boðað og selt hitapumpur síðan 2005
og er soleiðis eisini tað fyrsta felagið
við luft/vatn hitapumpuloysnum í
Føroyum.
- Vit hava verið við í nógvum spenn
andi loysnum, og vit vænta nógvar
spennandi avbjóðingar í framtíðini,
sigur Hans Jákup Olsen.
Tillagaði seg
Reno-Vent er stovnað hin 10. juli í
1996. Sum navnið sigur, var endamálið
við felagnum at reinsa og viðlíkahalda
ventilatiónsverk.
Men miðskeiðis í nítiárunum vóru
ikki góðar tíðir í Føroyum. Tað vísti seg
nevniliga, at reinsan og viðlíkahald av
ventilatión í nógvum førum var tað
fyrsta, sum spart varð burtur.
- Vit fóru tí at kanna aðrar møgu
leikar, og byrjað varð í smáum við
at gera hvs-uppgávur av ymiskum
slagi. Sum tíðin leið, vaks talið av
starvsfólkum úr einum upp í tríggjar
mans í 2001.
Hans Jákup sigur, at í seinna
helmingini av 2001 byrjaði fyritøkan
at bjóða upp á størri arbeiðir, og talið
av starvsfólkum vaks skjótt. Soleiðis
vóru í 2003 11 starvsfólk í fyritøk
uni.
Nýggjur bygningur
Í sambandi við, at felagið vaks, varð
nýggjur bygningur við skrivstovu og
handli bygdur í Hósvík. Reno-Vent
arbeiðir ymsastaðni í landinum, og tí
varð hildið, at bygningurin lá væl fyri
í Hósvík.
- Fyrsta hitapumpu-skipanin varð
sett upp í Hósvík í 2005, og eru
hundraðtals skipanir komnar aftrat
árini síðan.
Stjórin sigur, at í 2008 vóru nógv
størri arbeiðir í gongd, og tá hevði
Reno-Vent heili 30 mans í arbeiði.
- Runavíkar skúli og umbyggingin
av Landssjúkrahúsinum vóru nøkur av
arbeiðunum, sum vit tá vóru partur av,
sigur Hans Jákup Olsen.
Tá manningin á Reno-Vent var størst í 2008, vóru 30 mans í arbeiði. Fyritøkan hevur tillagað
seg broyttu umstøðurnar, og í dag arbeiða millum 12 og 15 fólk hjá felagnum