Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-06, síða 80
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2012síða 80

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 28 l 9. juli 2012 32 Hús & Heim Vikutema Oddvør Johansen, Rithøvundur, Tórshavn Tað sæst aftur í stovuni hjá Oddvør Johansen, at hon er skrivandi kvinna. Rithøvundin hevur nógvar bøkur á hillunum í stovuni. Í stovuni er eisini eitt arbeiðsborð framman við útsýni út í tann vakra havan. Súsanna Danielsen, Løgtingsstjóri, Tórshavn Klassiski stílurin við flott­ um, antikkum møblum ger stovuna hjá Súsannu Danielsen hugna­liga og innbjóðandi. Í stovuni hevur hon eisini ein sess, har hon kann seta seg við telduna. Á veggunum eru vakrir málningar hjá føroyskum listarfólki. Heðin Mortensen, Borgarstjóri, Tórshavn Í stovuni hjá Heðini Mortensen ber til at seta seg djúpt og bleytt í góðar leðurmøblar, og veggirnir eru prýddir við málningum – bæði náttúrumálningum og meira nútímans list. B 1 + A 3 + Uni Næs, Dómpróstur, Tórshavn Ljósa stovan við gjøgnumgangandi hvítum og svørtum litum gevur eina kenslu av friði. Stílurin er einfaldur, og stovan bjóðar inn til, at fólk kunnu seta seg niður at práta. Á hillunum eru bókarøðir, og málningar hanga á veggunum. D 2 + C 4 + Plastvindeygu framleidd í Onglandi til føroyska veðurlagið Vind í Saltangará er ein fyritøka, sum hevur spesialiserað seg í at levera plast vindeygu úr Onglandi og Dan­ mark í besta kvaliteti til avgjørt kapp­ ingar­føran prís. Vindeygu og hurðar verða fram­ leidd av Profile 22, sum er ein av størstu og best kendu framleiðarum av plastprofilum í Bretlandi. Profile 22 hevur yvir 30 ára royndir við sínum vindeygum og hurðum, sum eru mill­ um tey bestu produktini av sínum slagi, sum finnast á marknaðinum. Krøvini til framleiðslu av plast­ pro­filum eru sera strong. Profile 22 uppfyllir øll hesi krøv. Produktini eru góðkend eftir strangastu ISO 9001 kvalitetsnormunum og ISO 14001, sum er ein góðkenning fyri útlát og dálking, bæði lokalt og globalt. Framleiðarin hevur í samráð við Vind broytt og betrað vindeyguni, so tey passa væl til føroyska veðurlagið við rustfríum lásaskipanum og dupult­um pakningum. Hetta hevur við sær, at tey eru tøtt og bjálva sera væl. Lágorkurútar við argon gassi og metal­filmi økja eisini um bjálvingina. Fleiri ára royndir í Føroyum vísa, at vind­eyguni halda væl og eru sera væl egnaði til harðbæla føroyska veður­ lagið. Vindeyguni verða serframleidd, akku­rát sum kundin ynskir tað. Tæn­ astan er sera góð, og leverings­tíðin er stutt, heilt niður í 3 til 4 vikur. Umframt at selja vindeygu og hurð­ ar úr Onglandi selur Vind eisini vind­ eygu og hurðar framleidd í Danmark. Vindeyguni, sum verða framleidd í Dan­mark, eru kend fyri flott design og sera góða bjálving við bæði 2 ella 3 tetningum og hartil dupult glas og 3 dupult glas Øll eru vælkomin at seta seg í samband við okkum. Vit geva fegnir eitt óbindandi tilboð. Tað er bert at siga, hvussu vindeyguni skulu síggja út. Rest ordna vit. Vitja annars heimasíðu okkara www.vind.fo og síggj meir. Okkara vindeygu og hurðar, ið eru sergjørd til føroyska veðurlagið, eru millum tey bestu produktini av sínum slagi, sum finnast á marknaðinum. T.d kann nevnast at vindeyguni hava dupltan tetning og rustfrí hongsl og lásaskipanir Hans Petur Ellingsgaard frá Vind Hvør eigur hvørja stova?