mikudagur 17. mars 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 53 - 17. mars 2004
Nr. 53 - 17. mars 2004
11
Vit hoyra javnan, at fjølmiðlarnir gera ov lítið burt-
ur úr vinnulívinum, sum jú er ein av hornastein-
unum í samfelagnum. Um so er ella ikki skulu vit
ikki døma um. Men tað ber so altíð til at gera
tingini uppaftur betri, og tað er so eitt mál, sum
hetta blaðið hevur sett sær fyri, ikki minst nú okk-
ara vinnulív í so mangar mátar er á einum vega-
móti.
Hettta er ein tíð við stórum avbjóðingum, har
vinnan er á einum vegamóti. Ikki bara sæð við
vónloysis og negativum eygum, har bæði ali- og
rækjuvinna eru í andaleypi, men har tað eisini er
ljós fyri framman, m.a. tí tað her á landi finnast
nógvar góðar kreftir, ið síggja nýggjar møguleikar
og vilja royna teir, fólk við dirvi, treiksni og
vissiónum.
Tí hóast bakkøst og ring útlit, so eru vit kortini so
ómetaliga rík – menniskjansliga, samfelagsliga og
tilfeingisliga. Tað ræður um at síggja hetta ríki-
dømi og troyta tað. Menningarstovan við tess
vissionera stjóra hevur leingi víst á týdningin
Føroyar kunnu hava sum tilfeingismiðdepil, ja
sum ein flótandi oasa úti í Atlantshavi. Orð sum
Northatlantic Ressourcesenter, Northatlantic
Highway osfr. eru ikki tóm orð men hugtøk við
veruligum innihaldi geva vit teimum gætur. Nú
umheimurin sær, hvussu væl Føroyar liggja fyri
sum umskipingarpláss hjá fiskivinnuni og sum
goymslustað, fáa nógvar av spennandi verkætl-
anunum innihald og vind í seglini. Vit spreingja
frystigoymslur inn í fjøll, vit menna móttøkurnar
av fiski, vit luttaka á altjóða fiskivinnumessum
osfr. Vit gerast meira og meira internationalt mind-
að. Um somu tíð sum vit fara út í heim við okkara
vitan og vørum, kunnu vit vísa umheiminum á
okkara egnu lítlu oasu úti í Atlantshavi, sum onnur
kunnu brúka og troyta við fyrimunum.
Fyri ikki at tosa um,, biotøkni, Bitland og alla KT
vinnuna. Eisini her liggja møguleikar. Men tað er
umráðandi, at fokus verður sett á alt hetta, at tað
verður upplýst um tað og at vit hava eitt fram-
haldandi, gevandi og kritiskt orðaskifti um alt
hetta. At hetta er nakað, sum rørist í øllum sam-
felagnum. Umrøða av hesum kann vera við til at
eggjan og menning men eisini til at forða fyri
mistøkum. Sosialurin fer sum fjølmiðil so at gera
eina roynd fyribils einaferð um mánaðin at seta
meira fokus á vinnulívið, og vónandi verður hetta
væl móttikið av okkara lesarum og samfelagnum
annars. Vit leggja varisliga fyri í dag, har fokus
verður sett á nýtt og spennandi vinnulívsprojekt í
Fuglafirði, eitt av undangonguplássunum í
føroyskum vinnulívi.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Fokus á vinnulívið
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
John Johannessen
løgtingsmaður
Tað er ein stór vanæra fyri
Føroyar sum fiskivinnutjóð,
at skipaflotin skal vera
noyddur at dálka havum-
hvørvið orsakað av, at tað
ikki skal bera til at sleppa
av við burturkasti, tá komið
verður til lands. Hendan
dáklingin eigur at verða
steðgað alt fyri eitt. Tí fari
eg á næsta samgongufundi
at heita á landsstýrismannin
í umhvørvis- og kommunu-
málum, Jógvan við Keldu,
um at taka álvarslig stig til
at fáa skipaði viðurskifti á
økinum beinan vegin.
Fiskur úr heimsins rein-
asta havi. Soleiðis siga vit,
tá vit royna at selja fiskin á
evropeiska meginlandin-
um, Hetta gera vit sam-
stundis,
sum
føroyski
skipaflotin - serliga fiski-
skipaflotin - er noyddur at
tveita
stóran
part
av
burturkasinum í havið, tí
umstøður ikki eru at sleppa
av við tað, tá komið verður
til lands. Hetta er stór
skomm og alla átalu vert.
Tað eru skelkandi tíðindi,
sum útvarpið hevur borið
seinastu tíðina úr nýggju
spurnarkanningini
hjá
Gallup. Ein stórur partur av
fiskiskipaflotanum brúkar
havið sum ruskpláss. Bæði
húsarhaldsburturkast
og
burturkast frá reiðskapi
verða tveitt beint í havið.
Ikki tí sjófólkið ynskir tað.
Men tí, at umstøður ikki
eru til annað.
Her má vend koma í
Føroyar hava eina álvar-
sama skyldu at taka ábyrgd
fyri umhvørvinum. Tí er
tað ógvuliga umráðandi, at
vit fáa steðgað hesi óneyð-
ugu dálking alt fyri eitt.
Tað eigur at vera eitt
sjálvsagt
lógarkrav,
at
burturkastið skal takast við
til lands. Samstundis eigur
tað at vera sjálvsagt lógar-
krav,
at
kommunurnar
skulu hava móttøkustøðir
til burturkastið í øllum
havnum og at so stórur
partur av burturkastinum,
sum gjørligt, verður brúkt-
ur til endurnýtslu.
Hetta eru ikki órímilig
krøv. Men sjálvsøgd um-
hvørviskrøv til eitt land,
sum livir av náttúrunar
tilfeingi. Tì fari eg á næsta
samgongufundi at heita á
Jógvan við Keldu, lands-
stýrismann í umhvørvis- og
kommunumálum, at taka
neyðugu stigini at steðga
dálkingini alt fyri eitt.
Vestmanna er fyridømi
Vestmanna
hevur,
sum
fyrsta staðið í landinum,
sjálvboðin tikið stig til at
seta upp móttøkustøð til at
taka ímóti burturkastinum
frá skipum. Hetta eiga vest-
menningar uppiborið rós
fyri.
Samstundis hava vest-
menningar eisini tikið stig
til at seta á stovn eina lokal
Agenda 21 skrivstovu í
bygdini, fyri at styrkja
lokalu umhvørvisverndina.
Hetta má sigast vera eitt
megnar framtak, tá hugsað
verður um, at hvørki lands-
myndugleikarnir
ella
kommunalu felagsskapirnir
hava megnað at tikið hetta
stigið, hóast tosað hevur
verið um tað í fleiri ár.
Vestmenningar
hava
skilt, at tað er ein neyðug
skylda at fara væl við um-
hvørvinum. Vónandi kunnu
vestmenningar vera eitt
gott fyridømi fyri aðrar
kommunur eins og fyri
landsmyndugleikarnar, tá
tað um umhvørvi ræður.
Havdálkingin skal steðgast beinan vegin
Heidi Petersen
løgtingskvinna fyri
Tjóðveldisflokin
Vestmanna
kommuna
hevur gingið á odda við at
verja umhvørvið í og um
bygdina. Við eldsálum sum
Finnboga Joensen o.ø. er
gróðursett
viðarlund
í
bygdini. Grønur skúli er
settur á stovn, barnaans-
ingarstovnarnir eru vorðnir
"grønir". Arbeiðið við at
nýta sólarorku til upphitan
av skúlanum, svimjihylin-
um og ítróttarhøllini er í
gongd. Innsavnan av grein-
um og trøum úr gørðunum,
og brúktum jólatrøum frá
húsunum, er fingin at
virka. Tveir skúlaflokkar
rudda alt uttandura øki
skúlans hvørja viku. Og
kassar til sankutøð eru
bæði í skúlanum og aðra-
staðnis.
Alt hetta eru tiltøk, sum
vit øll í felag kunnu gera,
uttan tað stóra hóvastákið
og við lítlari íløgu, men tað
krevst at vit gerast tilvitað
um umhvørvið og náttúr-
una rundanum okkum, og
at onkur setur í gongd.
Havumhvørvið
Eg vil tó vísa á eitt, sum
enn manglar, og er tað hav-
umhvørvið.
Her eigur at skipast so
fyri, at skip og bátar sleppa
av við burturkast í øllum
havnum í Føroyum.
Hetta kundi verið skipað
á tann hátt, at havnaum-
sjónarmaðurin hevði bingj-
ur á havnarlagnum, sum
hann umsat soleiðis, at tá
skip ella bátur hevði fyri
neyðini at sleppa av við
burturkast, fingu teir at-
gongd til bingjurnar móti
ávísum gjaldi, ella kundi
hesin kostnaðurin verðið
lagdur omaná t.d. havnar-
gjaldið. Álagt skuldi verið
skipum og bátum at taka alt
burturkast við sær til lands,
so teir fylgdu regluni um at
ikki er loyvt skipum ella
bátum at koyra burturkast í
havið, og ikki, sum tað
verður gjørt í dag, har tað
nógva verður blakað fyri
borð. Nógv av tilfarinum,
sum nýtt verður umborð á
skipunum í dag, eru ym-
iskar olju/plast vørur sum
ikki forganga, og tískil eru
við til stóra dálking av
okkara havumhvørvi.
Umhvørvisstova og lokal-
agenda 21 felag í
Vestmanna
So niðurstøðan er greið,
landsstýrið eigur at síggja
til at ein skipaður um-
hvørvispolitikur fæst at
virka fyri alt landið, sum
eisini
umfatar
havum-
hvørvið. Hesin umhvørv-
ispolitikur kann setast í
verk við at ein umhvørvis-
stova verður sett á stovn,
sum fær til uppgávu at seta
í gongd umhvørvisvernd
sum borgarin, kommunan,
stovnar og vinnulív sam-
starva um, við Agenda 21
boðskapinum sum motto,
hugsa globalt og handla
lokalt.
Her er vert at gera vart
við
nýstovnaða
lokal-
agenda 21 umhvørvisfe-
lagið í Vestmanna, ið varð
sett á stovn 14. mars, hvørs
høvuðsuppgáva verður at
gera umhvørvisátøk í Vest-
manna kommunu saman
við stovnum, feløgum og
borgarunum
í
bygdini.
Vónandi verður hetta felag
fyridømi fyri aðrar komm-
unur í Føroyum, so borgar-
arnir í økjunum kring alt
landið, kunnu fáa íblástur
og vegleiðing til eisini at
gera síni egnu lokalagenda
21 feløg, við ST samtyktini
frá Rio 1992 sum grund-
sjónarmiði, hugsa globalt
og handla lokalt.
Reinari havumhvørvið og ein umhvørvisstova
-Eg elski at vera
mongol, tí teir eru so
fittir. Eg havi nógvar
góðar vinir, sum
eisini eru mongolar,
t.d. Eyðstein og
Øssur. Vit eru bestu
vinir, segði ein glaður
Elvin Weihe, sum
sjálvur hevur Down´s
Syndrom, tá hann var
við í pallborðinum,
sum Javna skipaði
fyri mánakvøldið.
Sosialurin var við til
fundin
DOWN’S SYNDROM
Eydna Skaale
Mánakvøldið 15. mars setti
felagið Javni hol á orða-
skiftið um fosturvatnskann-
ingarnar, sum nú verða
bodnar øllum kvinnum. Á
Hotel Hafnia varð pall-
borðsfundur og orðaskifti
um málið. Við pallborðið
sótu Hans Pauli Strøm,
landstýrismaður,
Pál
Weihe, lækni, Elvin Weihe,
sum sjálvur hevur Down's
Syndrom og Anna Maria
Joensen, sum eigur eina
dóttur við Down's Syn-
drom. Felagið reisti serliga
tríggjar spurningar:
-Kunnu vit forða
fosturvatnskanningum?
-Skal nakað mark setast í
málinum?
-Um ja, hvar skal markið
tá setast?
Málið í stuttum
Í Danmark kom í 1994 ein
leiðbeining til allar læknar,
sum virka undir danska
"sundhedstyrelsen". Í hesi
leiðbeining stendur, at allar
kvinnur, ið eru 35 ár og
eldri skulu fáa tilboð um
fosturvatnskanning, um tær
gerast við barn. Hetta
verður gjørt fyri at kanna,
um fostrið hevur ávís brek,
t.d. um tað hevur Downs
Syndrom (mongolismu).
Kanningin verður gjørd á
tann hátt, at farið verður
inn í lívmóðurina við eini
nál, og so verður roynd
tikin av fosturvatninum.
Kyknurnar verða so dyrk-
aðar í eina tíð, inntil arva-
anleggið sæst. Hetta er ikki
heilt vandaleyst, tí møgu-
leiki er fyri, at fostrið fær
skaða ella doyr.
At tað bert hava verið
kvinnur yvir 35, ið hava
fingið tilboð um kanning-
ina er tí, at møguleikin fyri
at fostrinum bagir nakað
veksur við árunum.
Men nú er so ein broyting
komin. Í fjør kom út ein
teknisk rapport, gjørd av
eini serfrøðinganevnd í
Danmark, har mælt verður
til at endurskoða leiðbein-
ingina frá 1994. Nú skal tað
standa øllum kvinnum í
boði at taka fosturvatns-
royndina, soleiðis, at allar
kvinnur fáa møguleika at
vita um nakað óvanligt er
við barninum, tær bera.
Hetta gevur teimum so
møguleika at velja fostur-
tøku, um tær ikki halda seg
megna eitt brekað barn, ella
at fyrireika seg uppá eitt lív
við
einum
brekaðum
barnið.
Endamálið við lógini er
ikki at avtaka tey brekaðu,
men heldur at kunna kvinn-
una um møguleikarnar sum
fyriliggja. Dentur verður
lagdur á, at tað er kvinnan
sjálv, sum skal taka avgerð-
ina hvørt fosturvatnskann-
ingin skal gerast ella ikki.
Hon skal hava allar neyð-
ugar og viðkomandi upp-
lýsningar, soleiðis at hon
seinni ikki skal angra av-
gerðina.
Javni mótmælir
Men føroyska felagið fyri
fólk við breki og avvarandi
hjá hesum, heldur ikki, at
henda lógin er serliga góð.
– Vit eru ikki ímóti
fosturtøku sum so, men vit
eru ímóti, at tað frá sam-
felagsins síðu er í lagið at
taka fostrini, sum hava
brek. Tá verður gjørdur
munur á, hvørji lív hava
virði og hvørji ikki hava.
Vit halda, at lívið hjá einum
brekaðum barni hevur eins
stórt virði, sum lívið hjá
einum normalum barni.
Hóast vit tosa um tvey
ógvuliga ymsik lív, so er
virðið á lívunum tað sama.
Tí halda vit ikki, at fostur-
diagnostikkur er haldgóð
grundgeving fyri fostur-
tøku, sigur Óli Wolles, sum
var orðstýrari á fundinum.
Hevur mítt barn so
ikki rætt at liva?
Anna Maria Joensen, sum
sat við pallborðið, var samd
við Óla í hesum.
– Hvat billa tey sær inn,
at siga, at dóttir mín ikki er
nóg góð at liva. Hon er ein
gáva, og tað er ikki ein
einasti dagur, har eg hevði
ynskt mær hana at verið
øðrvísi, enn hon er, segði
hon m.a. Hon var 21 ár, tá
hon átti dóttrina Jonu, ið er
mongol.
– Eg skal ikki mála tað
ljósareytt at fáa eitt brekað
barn, tí tað er hart. Allir
dreymar og allir tankar,
sum tú hevur gjørt tær
meðan tú hevur gingið við
barninum, fara í vaskið.
Men so lærir tú at liva við
tí. Tú lærir at hugsa øðr-
vísið um tingini. Óansæð
um barnið er brekað, so er
tað framvegis eitt lítið barn,
sum hevur brúk fyri mær.
Eg trúgvi, at har Gud
steingir eina hurð, letur
Hann eitt vindeygað upp.
Sjálvt um lívið gerst øðr-
vísi enn tú av fyrstan tíð
hugsaði tær, nýtist tað ikki
neyðvendigvís at gerast
verri, sigur Anna Maria.
Hon heldur ikki, at fost-
urvatnskanningarnar fara at
gera valið hjá ungum
mammum lættari, tvørtur-
ímóti. Hon vísir á, at tað
eru nógvar kvinnur, sum í
dag hava tørv á sálarligari
hjálp, tí tær hava valt at fáa
fosturtøku. Og velja tær at
hava barnið, sjálvt um brek
er staðfest, so verða tað
nakrir langir mánar at
ganga við búki, fullir av
ótta og stúran.
– Eg má siga fyri meg, at
eg eri ógvuliga glað um, at
eg ikki visti um brekið hjá
Jonu. Tað hevði gjørt alt
nógv truplari, sigur hon.
Verjið korallrivini
Anna Maria fíltist á grund-
gevingarnar fyri at taka
brekað børn úr móðurlívi.
– Familjan skal ikki hava
óneyðugt stríð, siga tey.
Men hvat er óneyðugt stríð
og hvør kann verja seg fyri
tí? Hvat um barnið gerst
heilaskatt undir føðingini
ella seinni í lívinum verður
yvirkoyrt og fær brek av tí?
Hon staðfestir, at tað eru
so mong, sum eru verri fyri
enn hon, hóast hon hevur
eina gentu, sum er mongol.
– Tað eru so nógvar sjúk-
ur til, sum gera lívið svárt
og tungt. Eg havi í øllum
førum altíð mína lítlu,
glaðu sólstrálu at gera meg
glaða.
Hon fílist á, at so nógv
verður sett í verk fyri at
verja alt millum himmal og
jørð, men at so lítið verður
gjørt fyri at verja tey
brekaðu.
– Verjið korallrivini, verj-
ið náttúruna.. Hví hugsar
eingin um at verja lívið á
børnunum? Á dóttir míni
og hennara líkum? Tað
kundi verið so lætt at sett
samfelagslig tiltøk í verk,
fyri at bøtt um støðuna.
Hetta hevði uttan iva gjørt
tað lættari hjá ungum
mammum at havt brekað
børn, segði hon.
Eg elski at vera
mongol!
Á fundinum vórðu bæði
fyrimunir og vansar við
fosturvatnskanningini
nevndir. Men ein, ið ikki
helt málið verða so inn-
viklað, sum tað varð gjørt
til, var 23 ára gamli Elvin
Weihe, sum er mongol.
Hann sat eisini við pall-
borðið, og hevði ein ógvu-
liga greiðan boðskap.
– At vera mongol er bæði
gott og ringt. Onkuntíð er
tað keðiligt, tí smádreingir
kalla meg mongol. Men so
sigi eg við teir, at teir vita
ikki hvat tað er, greiddi
Elvin frá.
Hann segði frá um frí-
tíðarítriv, m.a. at honum
dámar væl ítrótt og at hann
elskar at svimja. Hann býr
á einum sambýli og hevur
akkurát verið í praktikk.
– Eg elski at vera mon-
gol, tí teir eru so fittir. Eg
havi nógvar góðar vinir,
sum eisini eru mongolar,
t.d. Eyðstein og Øssur. Vit
eru bestu vinir, segði hann
glaður.
Hann hevur stórar fram-
tíðarætlanir, m.a. ætlar
hann sær at flyta til Havnar,
og arbeiða á onkrum vard-
um verkstaði.
– Nú ætla tey at fjerna
okkum. Hví skulu tey tað?
Eg haldi, at tað er óneyðugt
at fjerna mongolar, segði
hann. – Og hví skulu tey
bestemma yvir okkum?
Hann endaði innleggið
við at siga sína innastu
meining um tey, ið hava
gjørt lógaruppskotið, og
sum ætla at tálma talið av
fólki við breki.
– Eg haldi, tey eru langt
úti, um tey fara at fjerna
okkum, staðfesti hann,
áðrenn lógvabrestirnir skol-
aðu móti honum.
Fosturvatnskanningar
– hvat vilja vit?
23 ára gamli Elvin Weihe, sum er mongol, sat við pallborðið
Mynd: Álvur Haraldsen
Pál Weihe, lækni:
Hetta krevur nógv av læknunum
DOWN´S SYNDROM
Eydna Skaale
– Vit mugu gera okkum
púra greitt, hvat tað er vit
ætla okkum við hesum
kanningunum. Skulu tær
gerast, sum ført hevur verið
fram, fyri at útrudda fólk,
ið bera brek ella er mein-
ingin at geva foreldrunum
sjálvum møguleikan at fáa
kunning um sítt ófødda
barn? Hetta var nakað av tí,
sum Pál Weihe lækni, aftur
og aftur legði áherðslu á á
pallborðsfundinum
hjá
Javna mánakvøldið.
Vit kunnu ikki nokta
Onkur vildi vita, um ikki
vit kunnu sýta fyri at gera
hesar royndirnar. Pál Weihe
vísti tá á, at tøknin er komin
so langt og heimurin er
vorðin so lítil í seinastuni.
Um vit nokta at fylgja
leiðbeiningini her á landi,
kunnu kvinnur bara fara til
eitt hvørt annað land, har
kanningin er loyvd.
Men tað er ikki so lætt
bara at nokta at fylgja leið-
beiningini frá Sundheds-
styrelsen í Keypmanna-
havn. Har verða lógir og
reglugerðir viðtiknar og
broyttar. Síðani verða boð
givin til serlig autoriserað
fólk, í Føroyum er tað t.d.
landslæknin. Hann skal so
syrgja fyri at fáa øllum
virkandi læknum í Føroy-
um boðini úr Keypmanna-
havn.
– Hetta er fyri at tryggja,
at allir læknar bera seg at á
ein ávísan hátt. Eg kann
ikki bara fara at finna uppá
ein nýggjan viðgerðarhátt,
sum eg fari undir at nýta, tí
so verður einki skil á.
Henda skipan tryggjar, at
allir borgarar fáa somu
viðgerð, óansæð hvar í
ríkinum teir búgva og
óansæð hvør lækni teirra
er, sigur Pál Weihe.
Stór læknalig
avbjóðing
Men hvussu kunnu vit
tryggja, at tað verður 100%
neutral læknalig informa-
tión, sum ungu kvinnurnar
fara at fáa?
– Í einum slíkum máli er
tað ógjørligt ikki at gera
sær eina meting sjálvur um
hvat er rætt og skeivt. Tá tú
skalt kunna fólk, mást tú
vita alt sum er vert at vita
um málið, og tá tú gert tað,
Framhald á næstu síðu
C
M
Y
K
11
10