fríggjadagur 6. juli 2012síða 84
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 28 l 9. juli 2012
36
Hús & Heim
Vikutema
Urtagarðurin hevur
alt til urtagarðsbrúk
- Enn eru vit bara í byrjanini av juli, og nógv fáa ikki summarfrí fyrr enn nú. Veðið er
gott, og tí vænta vit nógva sølu av summarplantum, pottum og urtagarðsamboðum,
sum vit hava eitt stórt úrval av. Tað merkist beinanvegin, tá góðir dagar eru, sigur Maj
Johannesen, ið hevur dagligu ábyrgdina av Urtagarðinum hjá 2x3 á Hálsi
Vilmund Jacobsen
Havnar Timburhandil eigur og rekur
2x3 á Hálsi, sum hevur eitt stórt
úrval av plantum, runnum, smærri
trøum, alskyns pottum úr leiðuri og
øll amboð til urtagarðsbrúk – heilt
úr spakanum um rívur og hvíslur til
trillubøruna.
Urtagarðurin í 2x3, sum hesin
partur av konseptinum verður róptur,
selur eisini fræ, mold og tæðing.
Áhugi fyri vøkstri
Maj Johannesen, sum hevur ábyrgdina
av urtagarðinum, sigur, at fólk dúgliga
hava keypt ymiskt fræ, eitt nú til gula
røtur, ymiskar aðrar røtur og rabarbu
røtur.
– Nú er tíðin líka sum farin frá at
seta niður fræ til gularøtur og røtur,
men enn koma fólk inn á gólvið at
spyrja um fræ og rabarburøtur.
Hon vísir á, at hóast tíðin er við at
renna frá velting og sáðing uttandura,
ber framvegis til at forplanta inni, um
fólk eitt nú hava eina útistovu ella
tílíkt.
– Eg haldi, at vit hava selt meiri
av eitt nú gularótafræ og rótafræ í ár
enn áður. Líkt er til, at fólk vilja síggja
okkurt veksa, og kunnu tey so eisini
brúka tað, sum upp úr jørðini kemur,
er tað ikki verri.
Maj sigur, at tey eisini hava selt
rótafræ til stovnar og barnagarðar,
og eisini her vísir tað seg, at veksandi
áhugi er at síggja vøkstur, sum tey
sjálvi skapa og eru um, sigur hon.
Veðrið ger munin
– Enn eru vit bara í byrjanini av juli, og
nógv fáa ikki summarfrí fyrr enn nú.
Veðið er gott, og tí vænta vit nógva
sølu av summarplantum, pottum og
urtagarðsamboðum, sum vit hava eitt
breitt úrval av. Tað merkist beinan
vegin, tá góðir dagar eru. Fólk koma
inn at keypa summarblómur. Fleiri
keypa litir, onnur keypa plantur og trø
sum eru grøn alt árið. Vit selja eisini
nógvar rósurunnar, sum fáast heilt úr
40 cm. upp í umleið 1,20 metrar.
Hon vísir á, at Urtagarðurin hjá 2x3
eitt nú hevur sitrónplantur, kivi-, fiku-
og víndrúaplantur.
– Hetta eru pantur, sum antin
mugu standa í drívhúsi ella í útistovu,
leggur hon aftrat.
Við góðum ráðum
Maj Johannesen sigur, at tað er ikki
so sjáldan, at fyritøkur, stovnar og
privatfólk hava serstøk ynskir, og her
plantar Urtagarðurin eisini fyri fólk og
annars pyntar pottar, um viðskiftafólk
ynskja tað.
– Onkur velur kanska at hava okk
urt heilársgrønt í pottinum, og síðan
kann potturin pyntast við blómum í
føgrum litum.
Hon sigur, at tey, sum starvast í
Urtagarðinum, altíð til reiðar at ráð
geva og vegleiða síni viðskiftafólk um
plantur og vøkstur.
Áðrenn vit sleppa endanum við
Urtagarðinum í 2x3, kunnu vit leggja
aftrat, at Havnar Timburhandil á
Kambsdali eisini hevur eitt rímiliga
breitt úrval av slíkum, sum hoyrir
urtagarðinum til.
– Vit eru altíð til reiðar at vegleiða viðskiftafólk um plantur og vøkstur, sigur Maj Johannesen, ið hevur dagligu leiðsluna av Urtagarðinum í 2x3 á Hálsi
Mynd: Vilmund Jacobsen