fríggjadagur 6. juli 2012síða 86
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 28 l 9. juli 2012
38
Hús & Heim
Vikutema
Vilmund Jacobsen
Eyðun Eliasen er arkitektur. Hann fekk
sína útbúgving í ár 2000 og hevur
arbeitt í eini 8-9 ár hjá MAP Arkitekt
um. Í fjør heyst byrjaði hann at arbeiða
fyri seg sjálvan, og Eyðun hevur nú
sína
teknistovu
í
heiminum
á
Landavegi 7 í Havn.
– Í løtuni er hetta ein einmans
fyritøka, sigur hann.
Umframt at arbeiða sum arkitekt
ur, er Eyðun eisini farin í holt við at
byggja sær og familjuni síni hús í
vesturbýnum í Havn. Hann framsýndi
hesi húsini, sum eru eitt sindur ser
støk, á arkitektadegnum í fjør.
- Eg havi arbeitt rættiliga leingi við
at tekna húsini. Betongarbeiði er nú í
gongd, og arbeiðið at byggja tey er so
smátt byrjað.
Húsini verða í tveimum hæddum,
sum eru beint undir 100 fermetrar
hvør. Haraftrat er eitt úthús á 11
fermetrar.
Hugsað í smálutir
Eyðun Eliasen vísir á, at húsini, hann
nú byggir til sín og familjuna, hava
nøkur motiv ella tema í sær, sum
hann ætlar sær at arbeiða víðari við
framyvir, so onnur eisini kunnu fáa
gleði av líknandi húsum.
– Tá eg havi teknað húsini, havi eg
hugsað niður í smálutirnar. Húsini lata
seg aftur móti høgættini og eru opin
móti lágættini og vesturskininum. Eitt
útiøki verður knýtt at húsunum, og
altanin er partur av alrúminum og
stovuni, leggur hann aftrat.
Eisini eru heilir veggir frá gólvi til
loft, innbygd skáp og annað, sum
verða gjørd av snikkara.
Hann sigur, at húsini verða væl
bjálvað, og upphitingin kemur úr jørð
ini.
– Eg fari at hava eitt jarðhitanlegg,
har ein pumpa, ið koyrir við el, umsetir
jarðhitan til heitt vatn, sum síðan fer
út í kranar og gólvhitarør. Hetta
verður einasti hiti í húsinum. Her
verður eingin ketil, sum brennur olju,
og her verður heldur eingin sólorka.
Góðar upplivingar
Eyðun sigur, at hann hevur arbeitt við
ymiskum modellum av húsunum, og
modell eru eisini bygd úr pappi.
– Fyri tað fyrsta skulu eini sethús
hava tað byggitekniska í lagi. Tey
skulu verða væl bygd, væl bjálvað, og
tey skulu ikki leka. Eg haldi tó, at tað
ov sjáldan hoyrist um, at tað eisini
skal verða liviligt í húsunum, at fólk
dagliga fáa upplivingar av ljósi og
myrkri, summar og vetur og at tey, ið
eiga húsini, skulu føla seg væl í
teimum. Ein annar týðandi partur er,
at húsini ”venda” rætt, um man so
kann siga, leggur Eyðun Eliasen,
arkitektur, aftrat.
Arkitektur byggir
síni egnu hús
- Húsini verða væl bjálvað, og upphitingin
kemur úr jørðini. Eg fari at hava eitt
jarðhitanlegg, har ein pumpa, ið koyrir
við el, umsetir jarðhitan til heitt vatn,
sum síðan fer út í kranar og gólvhitarør.
Hetta verður einasti hiti í húsinum.
Her verður eingin ketil, sum brennur
olju, sigur Eyðun Eliasen, arkitektur.
Vilmund Jacobsen
Ofta verður sagt, at føroyingar búgva
í ov vánaligum húsum í mun til
føroyska veðurlagið. Fólk eru nógv
innandura, tá vetur og illfýsið er. Tí er
umráðandi, at bústaðurin er góður og
trivnaðurin verður hareftir.
Summi hús trekkja og onnur hava
trupulleikar við fukti. Ikki minst, nú
oljan er vorðin so dýr, samstundis
sum eini væl bjálvað hús eru ein
fyritreyt fyri alternativum orkukeld
um, er spurningurin um at byggja eini
betri hús vorðin meiri aktuellur.
– Jú, tað eru mong, sum kundu
hugsað sær ein betri bústað enn tann,
tey hava í dag. Mær dámar at fara í
dýpdina við loysnunum, og mær
dámar at loysa tingini eitt sindur
øðrvísi. Tá er tað líka mikið, um talan
er um eina innrætting, umbygging
ella bygging av einum sethúsum ella
eitt nú ein virkisbygning.
Eyðun Eliasen sigur, at tað líka
sum er hetta, ið er endamálið við
hansara virksemi – at gera tingini eitt
sindur øðrvísi enn vanligt, men
vónandi eisini eitt sindur betri. Einfalt
og gjøgnumført – frá konsepti til
detaljur.
– Í løtuni verður eitt torg gjørt í
miðbýnum í Havn, sum Eya hevur
teknað og stendur fyri. Tann verk
ætlanin er gott dømi um, hvussu Eya
arbeiðir við og loysir uppgávur, sigur
Eyðun Eliasen.
Hann sigur, at fyrst varð arbeitt við
einum heldur øðrvísi hugskoti við at
samansjóða eitt avmarkað torg við
eini lítlari standmynd. Síðan var upp
gávan at víðariføra og gjøgnum
arbeiða alt í smálutir og at fáa hetta
framt í veruleikanum.
Umhugsa
sethúsaverkætlanir
– Eg umhugsi at fara undir at menna
sethúsaverkætlanir, bæði støk sethús
og samanbygd í byggifrøðiligum sam
starvi um bústaðir og hús, sum eg í
løtuni byggi til familju mína. Hetta
verða ikki eini sonevnd sniðhús, men
ein typa ella tema, sum fólk vónandi
fara at síggja virðir í. Endamálið er, at
motiv og detaljur, líknandi teimum
sum eru í mínum húsum, skulu ganga
aftur, men fólk skulu í aðrar mátar
fáa húsini bygd eftir egnum ynski og
tørvi.
Eyðun Eliasen sigur, at hann hevur
brúkt nógva orku uppá at fáa hesi
húsini so ódýr sum gjørligt. Samlaða
íløgan fyri grundstykki og hús er
rættiliga stór og tí hevur tað verið ein
neyðug avbjóðing at halda fermetr
aprísinum niðri.
– Hetta kunnu tískil verða eini hús
til vanlig fólk á gøtuni, tó við einum
ynski um dygd – og ikki bara til tey,
sum hava betri ráð. Eg haldi, at fyri at
vera eini arkitektað teknað hús, eru
eini slík hús sum hesi lutfalsliga bílig,
sigur arkitekturin á Landavegi 7 í
Havn, sum er at hitta á tlf. 509876.
Mær dámar at fara í dýpdina
Arbeiðssetningurin var eisini:
Høg, smøl rúm, mótvegis víðum og lágum rúmum.
Vard, afturlatin rúm, mótvegis opnum rúmum.
Gott samband millum úti og inni.
Útsýni móti býnum, Havnini og havsbrúnni.
Fáa ljósið og veðurlagið inn í uppihaldsrúm.
Gagnnýta veggir, sum goymslu og innbúgv.
Nisjur og smá intim rúm í stóra rúminum.
Tilfar og litir ið vekja sansirnar.
Arbeiðssetningurin - ella
ynskini fyri - húsini vóru í
høvuðsheitum hesi: Sethús
til eitt húski, 2 vaksin og 2
børn. Høvuðsynskini eru
eini hús í 2 hæddum, sum
skulu bjóða íbúgvunum
ymiskar upplivingar
- Mær dámar best, og tað fellur mær mest
nattúrligt, at uppgávurnar verða loystar
eitt sindur øðrvísi, enn onnur vildu havt
loyst tær, sigur arkitekturin, Eyðun Eliasen,
sum í dag hevur sítt egna virki - Eya