Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-06, síða 88
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2012síða 88

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 28 l 9. juli 2012 40 Hús & Heim Vikutema Sólrun og blómurnar elska hvørja aðra Randi Jacobsen Hesa tíðina á árinum tekur Sólrun Michelsen, sum býr í Gundadali í Havn, sjáldan hústelefonina um dagin. Men tey, sum kenna hana vita, hvar hon er at finna, um hon annars er heima. Sólrun er onkrastaðni uttan fyri húsini og putlar í urtagarðinum. Tey bygdu í 1969, og stutt eftir fór maðurin Poul undir at grava tað váta lendið upp. – Nú kanst tú eiga tað, segði Poul, tá ið hann var liðugur, og so fór Sólrun til verka við at planta. Frammanundan hevði hon ikki ta stóru vitanina um plantur. – Eg bílegði mær nakrar rósur, so hvørt sum skil kom á stykkið, og so plantaði eg bara. Nógvar plantur Sum árini eru gingin, er allur urta­ garðurin á tremur við plantum og blómum í alskyns litum. Í Gundadali er sera veðurgott, so fáa staðni hava plantur so góðar umstøður sum har. Fyrr í summar var urtagarðurin fag­urt littur av tulipanum og rhode­ den­drum. Tá ið tær vóru avblom­str­ aðar, gróv Sólrun leykirnar upp og plantaði morgunfrúur, har tulipanirnar vóru. Hon leggur hvørt ár nýggjar tulipanleykir í jørðina, tí hon vil hava vakrar tulipanir hvørt einasta summar. Nú fara valmuurnar og liljurnar skjótt at spretta. Prátar við planturnar Nógvar ymiskar plantur eru um allan urtagarðin, men Sólrun hevur ongan­ tíð lagt seg eftir at kenna nøvnini á plantunum. Tað heldur hon ikki vera neyðugt, tí hon kennir tær kortini. – Eg gangi her og práti við tær. Eg elski blómur, og tær elska meg. Plantur eru sum alt livandi, sum kettur. Tær svara aftur. Og eru fólk góð við planur, verða tær vakrari. Summar plantur hevur hon fingið, men hon keypir eisini nógvar plantur, serliga tá ið hon er í Danmark, har úr­ valið er so nógv størri enn í Før­oy­um. Fólk, sum hava urtagarð, læra av sínum royndum. – Í fyrstani stóð allur garðurin í blóma í senn, men so fann eg út av at fáa mær plantur, sum blóma ymiskar tíðir á árinum, so her altíð eru litir. Fá trø Fyrr høvdu tey fleiri trø í urtagarðinum, men trø hava tað við at skugga. Tí varð ein stór fura feld, og flaggstong sett upp har í staðin. Oman móti Gundadalsvegnum stend­ur ein blóðbók, og hana heldur Sólrun niðri og klippir hana sum ein runn. Fyri trimum árum síðan fekk Sólrun sær eitt vakstrarhús, og tað var ein góð íløga. Í ár til dømis hevur verið kalt, og slík ár er gott at lata plantur standa inni og koma fyri seg, áðrenn tær verða plantaðar út. Rósurnar standa so prúðar inni í vakstrarhúsinum. Sólrun dugir ikki at seta tímatal á, hvussu nógv hon er í urtagarðinum. – Eg dugi ikki at sita í friði um summarið. Tá eg eri inni, má eg út um eina løtu, og tað kunnu ganga tímar, til eg eri inni aftur. Hvat eg geri, veit eg ikki. Men tað krevur eitt sindur at hava urtagarð við nógvum blómum, sigur Sólrun. Hon hevur einki stríð við at lúka, tí hvørt ár ger hon urtagarðin kláran til veturin. Tí er einki ókrút. Gott fyri likam og sál Sólrun sigur, at hon ongantíð hevur tað so gott, sum tá ið hon er millum allar planturnar. Tað er eisini sunt fyri likamið, tí hon rokast alla tíðina. Døturnar hjá Sólrun og Poul hava eisini fingið áhuga fyri plantum, og sjálvt ommubørnini fylgja við. Tey koma við fruktsteinum og biðja ommuna seta teir niður. Úrslitið er, at í vakstrarhúsinum nú standa nakrir runnar. Tað kann vera torført at finna uppá gávur at geva fólki, sum eru komin upp í árini, men lætt er at finna upp á føðingardagsgávu og jólagávu til Sólrun. – Tað besta, eg veit, er at fáa gávukort til handlarnar, sum selja plantur, sigur hon. Urtagarðurin hjá Sólrun Michelsen í Gundadali stendur at bresta av blómum i alskyns litum. – Eg njóti hvørja løtu millum blómurnar, sigur hon