mikudagur 17. mars 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 53 - 17. mars 2004
Nr. 53 - 17. mars 2004
13
DOWNS SYNDROM
Eydna Skaale
–Nýggja
tøknin
gevur
veruliga øgiligar møguleik-
ar, sum reisa stórar etiskar
spurningar og koma við
stórum avbjóðingum. Hetta
er eitt stórt, tungt mál, sum
er sera torført at taka støðu
til, tí tað er einki eintýðugt
svar. Og áðrenn politikar-
arnir taka málið upp, er
ynskiligt, at tað fær drúgv-
ari viðgerð í almenna kjak-
inum. Hetta málið má ikki
verða avgjørt av politiskum
tilfeldigheitum, soleiðis, at
tað t.d fær týdning, hvør
situr á hvørjum sessi, tá
málið kemur fyri, segði
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður á pallborðs-
fundinum hjá Javna.
– Mítt ynski er, at hetta
verður eitt langt kjak,
áðrenn politikararnir koma
uppí. Tað vísir seg nevni-
liga ofta, at politikarar hava
lyndið til at draga samanum
ov skjótt og á tann hátt at
drepa debattina.
Nýtt etiskt ráð
stovnast
Hans Pauli Strøm skjýtur
upp, at seta eitt etiskt ráð
ella eitt siðsemisráð, við
hollum fakkunnleika og
virðing fyri øllum pørtum
og meiningum í málinum,
at ráðgeva í kjakinum. Tað
skal virka øðrvísi enn nú-
verandi siðsemisnevnd, tí
etiska ráðið skal virka útum
bara teir heilsuligu spurn-
ingarnar, og taka tilveru
spurningar
upp
eisini.
Ráðið skal vera ført fyri at
betra
um
grundarlagið
undir kjakinum og kort-
leggja allar greinar av mál-
inum. Har skulu sita fólk,
sum vita hvat tey tosa um.
Landstýrismaðurin ætlar
sær í næstum at fara at
spyrja seg fyri um manna-
gongdir o.t. í einum slíkum
máli. Hvussu eitt slíkt ráð
verður stovnað og hvussu
skjótt tað kann lata seg gera
at fáa tað upp at koyra. Men
sjálvsagt er eisini neyðugt
við politiskari undirtøku.
– Eg fari at spyrja hinar
landstýrismenninar um teir
taka undir við hesum upp-
skotinum, og so fari eg í
gongd. Hetta er nakað, sum
eg absolut fari at arbeiða
við, og eg eri glaður fyri, at
Javni byrjaði orðaskiftið.
Hetta er ein góð grund at
fáa hetta arbeiðið gjørt,
sigur landstýrismaðurin.
Týdningarmikið kjak
– Í Føroyum gerst kjakið
ofta ógvuliga einstáttað.
Meiningarnar eru antin
svartar ella hvítar. Tað er
ofta ein stongd debatt, sum
ikki greinar málið serliga
væl út. Men vit mugu royna
at fáa hetta málið so væl
lýst frá øllum síðum, sum
gjørligt. Tí hetta er, sum
sagt, eitt stórt og tungt mál,
sum er ringt at taka nakra
endaliga niðurstøðu í, sigur
Hans Pauli Strøm.
Hann sigur víðari, at
hetta er eitt mál, sum setur
fólk í tvístøðu, í orðsins
sanna týdningi.
– Eg fái ikki sagt hvat er
beint at gera og ikki, tí eg
veit ikki hvat eg skal halda.
Hetta er eitt ógvuliga eymt
mál, við nógvum síðum.
Tað ber ikki til at gera eina
niðurstøðu bara soleiðis, og
siga hvat er rætt og skeivt.
Tí er tað so týdningarmikið
at fáa lýst málið so væl sum
gjørligt og fáa eitt breitt
alment kjak, sigur hann.
Vantandi tilboð
Landstýrismaðurin segði
seg vera fullgreiðan um, at
tilboðini til tey brekaðu í
dag ikki eru nøktandi.
– Tørvur er á bæði frí-
tíðarítrivum, arbeiði og bú-
stovnum. Og eg ætli mær at
fara at kanna, hvat kann
gerast í málinum.
Hann sigur seg væl duga
at skilja, at tað hevði gjørt
valið hjá nógvum mamm-
um lættari, um tilboðini og
hjálpin frá samfelagnum
vórðu størri.
– Sjálvsagt hevði tað havt
ávirkan, um ungar mamm-
ur vistu, at tað var dygg
hjálp at heinta, segði hann.
Men hann vísti samstundis
eisini á alt sum er hent
seinastu árini. Fyri fáum
árum síðani vóru fólk við
breki send av landinum. í
dag verða tey gótikin, sum
ein partur av samfelagnum.
Ein hugburðsbroyting er
farin fram, og tað ger tað
nógv lættari at hava eitt
brekað barn í dag. Hans
Pauli Støm fegnaðist eisini
um, at stig var tikið til
kjakið.
– Eitt kjak sum hetta,
kann varpa ljós á viður-
skiftini og á tann hátt lætta
um, tí fólk fáa eyguni upp
fyri støðuni, segði hann.
Hans Pauli Strøm, landstýrismaður í almanna- og heilsumálum:
Nýggja tøknin gevur øgiligar møguleikar
er ringt ikki at taka støðu.
Men meiningin hjá læknan-
um má aldri skína ígjøg-
num, tí valið skal takast av
kvinnuni sjálvari. Hon má
ikki ávirkast, bert kunnast
um vansar og fyrimunir,
sigur Pál Weihe.
– Læknin má tí vera
ógvuliga fíntfølandi og
respektera kvinnuna, um
hon ikki ynskir royndina
tikna. Hinvegin er tað eisini
uppgáva læknans at kunna
kvinnuna so mikið væl, at
hon kennir allar neyðugar
upplýsingar
og
hevur
grundarlag at siga nei. Hon
má aldrin kenna seg trýsta
ella lokkaða til eina avgerð.
So tað verður sera torført at
finna javnvágina, sigur
hann.
Hann førir fram, at fyri at
tryggja ímóti læknaligari
ávirkan, kundi t.d. verið ein
checkbók, sum punkt fyri
punkt vegleiddi læknan. Á
henda hátt hevði eisini
verið tryggjað, at allar
kvinnur hoyrdu júst tað
sama,
hóast
ymiskar
læknar. Kvalitetskravið er
sera stórt frá danskari síðu.
Kvinnan skal nevniliga ikki
angra valið hon tekur.
– Tað ræður um hjá øllum
læknum at finna fíntfølilsið
fram, staðfesti hann.
Stórur vandi av
kanningini
Pál Weihe legði eisini stór-
an dent á vandan, ið stendst
av fosturvatnskanningini.
Av hvørjum 700 royndum,
sum verða gjørdar eru tað
70 fostur, sum doyggja av
kanningini og umleið 40
fostur, sum verða funnin
við breki. Tað vil við
øðrum orðum siga, at talið
av fostrum, sum lata lív av
kanningini
er
næstan
dupult so stórt, sum talið av
fostrum sum verða funnin
við breki, t.d. Down's
Syndrom. 70 frísk fostur
lata lív fyri at finna 40 sjúk,
stutt og greitt.
– Í Føroyum verða tiknar
uml. 20-30 fosturvatns-
kanningar árliga. Tað vil
siga, at eini 4% av kvinn-
unum fáa royndina gjørda.
Samanbera vit við granna-
londini, so liggur Danmark
ovarliga við 13%, meðan
Norra liggur niðarliga við
2%.
Hesi seinastu árini er
talið av kanningunum tó
fallið, møguliga orsakað av
stóra vandanum, møguliga
orsakað av óvissuni av
kanningini. Kanningin gev-
ur tær ikki eitt ja ella nei
svar, um barnið er brekað,
men gevur tær bert nøkur
sannsýniligheitsúrslit.
Fleiri børn, sum eftir
kanningini vórðu skýrd at
verða brekað eru, tá av-
tornar, púra frísk og vanlig.
Og øvugt, børn, søgd at
verða normal, hava víst seg
at vera brekað.
Men fallandi talið kann
eisini koma av broyttum
hugburði. Tað er í dag í
lagið at hava eitt brekað
barn, tey verða í dag
góðtikin. Fara vit bert eini
20-30 ár aftur í tíðina var
støðan heilt øðrvísið, vísir
Pál Weihe á.
Kanning hevur
týdning
Pál nevndi tó eisini aðrar
hættir at kanna fostur. T.d.
við blóðroyndum, har so-
nevnda "tripletestin" verður
tikin. Tá taka tey 3 kromo-
som og kanna tey, og kunnu
so m.a. staðfesta Down's
Syndrom. Ultraljóðscann-
ingar verða eisini nýttar í
viku 18-19.
– Tað er sera týdningar-
mikið at kanna fostur, ikki
bert fyri at vita um tey
skulu týnast, men fyri at
síggja um tey kanska skulu
hjálpast. Avgerð kann tak-
ast um mamman kanska
skal eiga á einum sjúkra-
húsið við ávísum serlækn-
um, so at barnið, um tað er
sjúkt, kann fáa bestu við-
gerð beinanvegin.
– Vit mugu minnast til at
taka dagar ímillum orsøk-
irnar
til
kanningarnar.
Summar mammur halda, at
tað rakar ongan hvussu
ófødda barnið er skikkað.
Tær ynskja ikki kanning-
arnar, og tað er eisini í
lagið. Men tað kann ikki
vera skeivt at hava áhuga í
heilsuni hjá fostrinum. Vit
eru t.d. í dag komin so
langt, sum at tosa um
fosturheiligvág, segði Pál.
Hvar skal markið
setast?
Sum svar uppá spurningin
um hvar markið skal setast,
svaraði hann, at tað er
ógvuliga ringt at siga.
– Tað kann skjótt gerast
hættisligt at lata tøknina
sjálva seta markið, tí um
nøkur fá ár fara vit helst at
síggja persónligheitina í
genunum. Vit fara at kunna
staðfesta
hvør
hevur
"skurka-anlegg" í genunum
og hvør ikki hevur. Tá
verður skjótt til, at fostur
verða vald eftir persónlig-
um eginleikum. Men hin-
vegin er ringt at sita inni
við eini vitan og ikki geva
mammuni møguleikan at
velja, um hon ynskir at
verða kannað, segði hann at
enda.
Framhald av síðu 11
Landsstýrismaðurin og onnur lýddu á, tá Pál Weihe greiddi frá
Mynd: Álvur Haraldsen
Vegna ov trongar um-
støður flytur mat-
vøruhandilin Sp/f PE
um stutta tíð úr
Stoffalág til Heykaveg
2, har bilasølan hjá
Meinhardt Arge og
klædnahandilin
Jungmann fyrr hava
hildið til
FLYTING
Sigga-Maria/Fríða
Eftir 21 ár í Stoffalág flytur
matvøruhandilin Sp/f PE
um stutta tíð til Heykaveg
2, har bilasølan hjá Mein-
hard Arge og klædnahand-
ilin Jungman áður hava
verið. Flestu munnu for-
vitnast um, hví tað er.
Tað kemst av at umstøð-
urnar
eru
ov
trongar.
Goymslan er blivin ov lítil,
og ov trongligt er at parkera
bilin í Stoffalág. Eisini er
leigusáttmálin um at renna
út, greiðir Petur Eirik
Djurhus, stjóri í Sp/f PE,
frá.
Vit hava valt at flyta júst
til Heykavegin, tí at hand-
ilin skal helst liggja nøku-
lunda í sama grannalag.
Lætt er at koma til handilin,
av tí at ringvegurin liggur
tætt við. Eisini eru nógv
arbeiðspláss har í nánd,
sigur Petur Eirik.
Vit vænta ikki at missa
kundar orsakað av at vit
flyta. Vit vóna, at handilin
er so mikið væl umtóktur,
at kundarnir fylgja við og
fara at dáma tær nýggju
umstøðurnar, sigur stjórin í
Sp/f
PE,
Petur
Eirik
Djurhuus.
Handilin fer tó at varð-
veita navnið Sp/f PE.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
17. mars. Geirtrúð, deyð í 659. Dóttir Pippin eldra og abbasystir Karlamagnus. Fór ung í kleystrið í Nivelles í
Belgiu og gjørdist eisini abbadissa har. Millum annað var hon verndari hjá ferðandi fólki, og við nógvar vegir í
Evropa vórðu bygd sanktugeirtrúðtilhald, har tey ferðandi og tey fátæku kundu fáa hjálp.
Navnið er týskt, samansett av orðunum spjót og styrki.
Hesin dagurin verður í Mikinesi eisini nevndur pátriksmessa. Pátrikur var apostul Írlands. Tá ið hann doyði
í 461, hevði hann bygt nógvar kirkjur og stovnað kleystur, og tað var frá hesum kleystrum, at írskir munkar hava
leitað higar og fingið sær tilhald – eitt nú í Mikinesi, har pátriksmessa hevur verið hildin.
Latínska navnið patricus merkir aðalsmaður.
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu, tá mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Rigmor Jacobsen
fødd Tórsheim
Tórshavn
andaðist og varð jarðað
Tøkk fyri blómur og kransar og peningagávur
til Tilhaldið.
Eina serstøka tøkk til tykkum á B6.
Hjartans tøkk øll tit sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjurnar vegna
Høgni og Anna
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá elskaða mamma, vermamma
og omma okkara
Omi Hansen
Vestmanna
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri blómur og kransar og tøkk til tykkum,
sum lótu eina gávu til Vestmanna kirkju.
Tøkk til øll tykkum, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Jógvan og Virgar
Dagurin tann 9. november veðrur
ongantíð gloymdur, tá tú so brádl-
iga varð tikin frá okkum.
Tað vardi okkum ikki kvøldið
fyri, tá tú sum vanligt var og vitjaði
okkum øll, sum tú altíð gjørdi.
Í góðum lag og val til passar sum
altíð. Vit elskaðu teg so høgt, og
hava altíð verið sera góð sum systk-
in, altíð haft umsorgan fyri hvørj-
um øðrum.
Tað er so nógv at minnast aftur á.
Allar teir góðu túrarnar í hagan-
um á hvørjum sumri, tú elskaði
náttúruna og tey hugnaligu fugla-
ljóðini.
Tey var neyvan nakar fuglur sum
tú ikki visti navnið á. Tú var so
góður við øll dýr, eins tú eisini var
góður við øll menniskju. Aldrin eitt
ringt orð at siga um nakran.
Tað er ógvuliga tómt hjá tær
góða Lisa. Tí sum tú sjálv sigur »At
ein so góðan mann, kundi tú aldrin
fingið aftur, sum altíð var í góðum
lag, og góður at hava við at gera, tí
illsinni var ikki skapt í honum«.
Nú hevur tú so trý ommubørn
góða Lisa, sum eru ein troyst hjá
tær at hava.
Børn hevur tú haft nógv, Ann-
Britt var nógv hjá tykkum tað
tíðina, eg ikki hevði tað so gott,
hon var eisini góð við tykkum og
treivst væl har. Har hava øll børn
trivist og følt seg vælkomnan.
Góði Villi saknurn og longsulin
eftir tær er so stórur, at tað kann
ikki sigast í orðum. Ikki minst hjá
mammu og Berta, har tú oftast var
tvær ferðir um dagin og vitjaði
mammu, ongin av okkum dugir við
tí enn, at tú er farin frá okkum og
ikki kemur inn aftur.
Við tínum lætta lyndi, og tínum
smíli, tað fekk ein í gott lag. Altíð
visti tú okkurt skemtiligt at siga frá
og tað var so hugnaligt at fáa teg
inn. Vit mugu læra okkum at liva
við tí, at tú er farin góði beiggi
okkara.
Gud styrki teg góða Lisa og
hjálpi tær at koma ígjøgnum kom-
andi tíðir og teg góða mamma, sum
hevur mist so nógv – fýra børn í
bestu árum.
Friður verið við minninum um
okkara høgt elskaða og djúpt
saknaða beiggja, Villi Arnholdsson
Hansen.
Farvæl, farvæl, men ikki ævigt nei!
Ein stuttan dag, eitt lítið tíðarskeið
So hittast vit har skilnaður er ei
og inntil tá farvæl.
Systrarnar Tóra og Elinborg
Minningarorð um okkara høgt elskaða beiggja
Villa Hansen
Sp/f PE:
Flyta úr Stoffalág til Heykavegin
Petur Eirik Djurhuus, stjóri á Sp/f
PE, framman fyri nýggja handilin
sum um stutta tíð letur upp við
Heykavegin. Hann hevur eisini ein
handil á Argjum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
13
12