Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-06, síða 96
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2012síða 96

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 28 l 9. juli 2012 48 Vestanstevna Vikutema Vikukunning Vilmund Jacobsen Handilsvirkið Niclasen í Sørvági hevur eina fullfíggjaða timburdeild, bæði við vanligum timbri, klædningsbrettum og stórviði. – Vit hava alt tilfar til bygging av einum sethúsum – alt frá sementi um hurðar og vindeygu til tøk, sigur Birgir av Vollanum, søluleiðari. Hóast timbur og tilfar til bygging er høvuðsvøran hjá Handilsvirkinum Nicalsen, hevur fyritøkan í Sørvági eisini nógv annað í sínum útboði. – Vit hava amboðsdeild, málinga­ deild, og vit hava eisini búnýtisdeild. Vit royna soleiðis at fevna breitt við tí endamáli, at fólk í Vágum ikki skulu nýtast at fara aðrastaðni at keypa. Tað loysir seg Birgir av Vollanum vísir á, at fólk ofta hava lyndi at halda, at grasið er grøn­ ari aðrastaðni. Hann vissar tó um, at fyritøkan í Sørvági er kappingarfør og kann geva minst líka so góð tilboð, sum við­ skiftafólk kunnu fáa aðrastaðni. – Tað er eingin loyna, at vit royna alt, vit kunnu, at halda viðskiftafólkini her vesturi. Hinvegin selja vit nógv av oynni, og her er tað serliga tøk og garaguhurðar, ið fólk koma í Vágar at keypa, sigur Birgir av Vollanum. Eitt, sum Handilsvirki í Sørvági eis­ini selur nógv av, nú summar er, er urta­garðsamboð, grasklipparar, mold, slangur, steinar og annað, sum hoyrir urtagarðinum til. – Handilsvirki er seinnu árini vorðið kent millum manna. Í dag vita flestu, hvat vit selja, og fólk vita eisini, at tað loysir seg at koma í Vágar at keypa, sigur Birgir av Vollanum, sølumaður hjá Handils­virkinum Niclasen í Sørvági. vilmund@sosialurin.fo Loysir seg at keypa í Sørvági – Tað er eingin loyna, at vit royna alt, vit kunnu, fyri at halda viðskiftafólkunum her vesturi. Hinvegin selja vit nógv av oynni, og her er tað serliga tøk og garaguhurðar, ið fólk koma í Vágar at keypa, sigur Birgir av Vollanum, søluleiðari hjá Handilsvirkinum Niclasen í Sørvági – Handilsvirki er seinnu árini vorðið kent millum manna. Í dag vita flestu, hvat vit selja, og fólk vita eisini, at tað loysir seg at koma í Vágar at keypa, sigur Birgir av Vollanum, sølumaður – Eg tók yvir handilin hjá pápa mín­ um her í Sandavági fyri skjótt 6 árum síðan, sigur Sóley Madsen, ið eigur og rekur Húsfríðkuna. – Pápi mín byrjaði handilin fyri knapt 20 árum síðani, í 1993. Tá var hann nakað øðrvísi, enn hann er í dag. Eitt nú seldi hann máling, fóður og amboð. Tá eg yvirtók handilin, valdi eg at steðga við søluni av fóðri og amboðum, tí tað hevði ikki reiðiliga mín áhuga. Máling vildi eg tó halda á við at selja, sigur Sóley. Tógv um veturin – máling um summarið Sóley helt, at grundarlagið fyri ein­ ans at selja máling í Vágunum var nakað ov ótrygt. – Eingin tógvhandil var í oynni, og tað helt eg vera eitt sindur løgið. Tað kundi ikki vera rætt, at ein noyddist allan vegin til Havnar fyri at keypa sær eitt noða. Tí hugsaði eg, at tað kundi verið áhugavert at byrja at selt tógv saman við málingini. Sum sagt so gjørt, og samansetingin hevur víst seg at rigga væl, sigur Sóley av­ gjørd. – Man kann siga, at eg selji tvær sesongvarur. Málingin selur sera væl um summarið, tá veðrið verður gott, og fólk skulu til at fríðka um hús og garðar. Um veturin tá veðrið er ringt, er tað tógvið, sum selur væl, sigur Sóley. Tað føroyska betur umtókt Húsfríðkan selur av bæði útlendskum og føroyskum merkjum – bæði av máling og tógv. – Umframt øll tey føroysku merk­ ini selja vit tógvamerkini Sandnes, Lana Grossa og Ístex. Men tað eru tey føroysku merkini, ið vit selja mest av. Viðvíkjandi málingini selja við Flügger og Strandamáling. Tann seinna, sum er føroyskt framleidd, hevur selt munandi betri enn Flügger og er væl bíligari. Tað er bara at gleðast um, at føroyingar velja at keypta tað, ið er føroyskt, sigur Sóley. Merkja Vestanstevnuna Í Húsfríðkuni merkja tey á søluni, at Vestanstevnan nærkast. – Síðstu tíðina hava vit selt nógva máling. Fólk velja at gera nógv burtur úr at hampa og fríðka til Vest­an­stevnuna, so garðurin ella húsini eru klár at taka ímóti øllum gestunum. Tað er at gleðast um, at fólk ikki eru líkaglað, men ynskja at húsini og bygdin skal vera snotilig til stevnuna, tí tað fáa vit øll gleði av, sigur Sóley at enda. Máling og tógv? Er tað gjørligt at hava ein handil, ið selir so ymiskar varur sum máling og tógv? Tað letur seg eftir øllum at døma gera, og tað er Húsfríðkan í Sandavági eitt prógv uppá Vit selja máling og tógv