mikudagur 17. mars 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MENNINGARSTOVAN
V
Í
Menningarstovan er stovnur undir Vinnu mála ráðn um at
stuðla menn ing ini av føroyskum ídnaði, hand verki og tænastu-
virk semi við ráð geving og upp lýsing innan tøkni, bú skap,
leiðslu og út fl utning og fyriskipan og lut tøku í vinnu mennandi
átøk um innan nevndu øki. Virk sem ið hjá stov uni eig ur í ser lig-
an mun at vera mál rætt að móti átøk um, sum fremja og menna
út fl utnings før leik an hjá før oysk um fyritøkum.
M e n n i n g a r s t o v a n , B r y g g j u b a k k i 1 2 , P. O . B o x 2 5 9 , 1 1 0 T ó r s h a v n • T e l 3 5 3 1 0 0 • F a x 3 5 3 1 0 1 • h t t p : / / w w w . t r a d e . f o • E p o s t u r : t r a d e @ t r a d e . f o
Kjartan Kristiansen
kjkr@trade.fo
Inga Simonsen
inga@trade.fo
Áki Johansen
aki@trade.fo
Jákup Mørkøre
jm@trade.fo
Annleyg Lamhauge
annleyg@trade.fo
Aina L. Knudsen
aina@trade.fo
Steinbjørn í Dali
sd@trade.fo
Ribjørg Hentze
ribjorg@trade.fo
Til tykkara tænastu á Menningarstovuni:
SAMAN VIÐ Russiska Konsul át in um
í Føroyum, hevur Menningar stov an
tikið stig til at luttaka á ‘Fish 2004’
í Moskva 21-24. apríl. Menningar-
stovan hevur bílagt eitt 24 fermetrar
stórt framsýningar øki, sum verður
føroyskur landsbásur; hetta økið er
ætlað til fundarvirksemi.
Hetta er eitt einastand andi høvi til
at knýta sambond við russ iska vinnu-
lívið. Russiska Konsul átið hjálpir við at
knýta sambond við russ isk reiðarí, og
Menningar stovan veit ir sambond við
aðrar partar av russ iska vinnu lívinum
ið kunnu hava áhuga fyri Føroyum og
føroyskum vinnu lívi.
Fyritøkur ið luttaka á lands bás-
inum fáa atgongd til skipaðan fundar-
bás, tulka hjálp russ iskt / føroyskt og
enskt/ føroyskt, egið logo á básin um, í
boði at vera við í felags lýs ing um, møgu-
leika at inn bjóða til tiltak á bás in um,
navn og adressu við stuttari lýs ing av
fyri tøkuni við í framsýningar kata log,
og markn að ar upp lýsingar um Russ land
(møguligt eyka gjald fyri upp lýsingar
frá donsku Utt an ríkis tæn astuni kann
koma aft ur at). Lut tøkugjaldið írokn að
hes ar tæn ast ur er fyribils sett til 12.500
krón ur per fyritøku.
Ætla tit við so sigið okkum frá
sum skjótast á tel. 353100. Freist in at
tekna seg til luttøku á básinum er tann
18. mars. Tá vit endaliga hava skrásett
luttakararnar, verður inn kallað til
fund.
Annleyg Lamhauge
Enn ber til at tekna seg E
IN SENDINEVND undir
leiðslu av Uttan ríkisdeildini
á Løgmans skriv stovuni skal í
næstum til Moskva fyri at royna
at fáa ein handils sáttmála mill-
um Føroyar og Russ land undir-
skrivaðan.
Ein sáttmáli ið gevur lond-
unum sín á millum MFN (Most
Favoured Nations) status hevur
verið í umbúna, men beint sum
hann her fyri skuldi undirskrivast
varð tann russ iska stjórnin skift
út; nú verð ur so, samstundis
sum altjóða fi ski vinnu stevnan
‘Fish 2004’ fer fram, gjørd ein
nýggj roynd at fáa sátt málan til
høldar.
»Vit vóna at fáa handils-
sátt málan við Russland undir-
skriv aðan í apríl,« sigur Herluf
Sig valds son, deildarstjóri á Utt-
an ríkis deild ini hjá Løgmansskriv-
stovuni. »Tað var tann nýliga
undan farna stjórnin ið orðaði ta
russ isku síðuna av sátt mál anum
og tað kann hugs ast at tann
nýggj a stjórn in vil broyta okkurt
punkt, ella kanska taka okkurt
burt ur, ella leggja okkurt aftur-
at. Eg rokni tó við at sátt mál in í
høv uðs heit um verður góð kendur
sum hann er av tí nýggju stjórn-
ini; spurning urin er bara hvussu
langa tíð alt fer at taka…«
Sum skilst er innihaldið í sátt-
mál an um í stuttum at Føroyar og
Russ land geva hvør øðrum MFN
stat us og tað hevur við sær at all-
ur tollur á vørum og tænastum
mill um londini verður mun andi
minni.
»Lond hava vanliga ymisk
stig av sínámillum tolling,« greið-
ir Herluf Sigvaldsson frá. »Tað
verður talað um trý ym isk stig:
Tað hægsta stigið, ið ofta inni ber
høga toll ing, er tá ið eing in ser-
ligur handils sátt máli fyri liggur;
tað næsta er MFN stigið við lágari
tolling, so sum tað er vanligt inn-
an WTO og aðrar millum tjóða
felags skapir; tað triðja er toll frælsi
ella toll sam veldi við ongum tolli,
so sum mill um ES lond.«
»Tann sáttmálin vit vóna at
fáa undir skrivaðan millum Før oy-
ar og Russland í næstum gevur
báð um londunum sín á mill um
MFN stig. Ætlanin er nevniliga
at lætta mun andi um hjá vinnu lív-
inum í báð um londunum, soleiðis
at samstarvið og handilin verður
smid ligari .«
Búi Tyril
Nýggjur sáttmáli skal minka munandi um toll
Føroyskir og russiskir myndugleikar eru um at fáa í lag ein sínámillum handilssáttmála sum peningaliga
og umsitingarliga skal lætta um hjá vinnulívinum og økja um samstarv og handil millum londini.
M
ANGT BENDIR Á at tíðin nú er
búgvin til at taka samstarvið við
russar upp á eitt hægri stig. Tær
føroysku fyritøkur ið halda seg
hava sæð ljósið fyri eystan í glæmuni av prís-
verd um innfl utnings møguleikum, ella halda
seg kunna bjóða russum nyttigar vørur og
tænastur, fáa nú høvi at gera vart við seg og
knýta nýggj handils bond í Moskva millum
20. og 24. apríl.
Síðani Skipafelagið Føroyar í 1940unum
fór undir at veita russum havna umboðan í Før-
oy um er nógv vatn runnið í sjógvin og tíð irn ar
hava ónoktiliga verið skiftandi. Roynd irnar av
hesum sam starvi hava tó verið javnt góðar og
eru, um nakað, bara vorðnar betri við tíðini
aftan á at kommunisman fall og vinnu ligt
frælsi gjørd ist veruleiki í heims ins størsta
landi; bú skap ar liga er ‘bjørnin’ av álvara
við at vakna og gongd in tey seinnu árini ber
greið boð um skjóta og áhald andi menn ing
í landinum.
Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum, er
leiðari á Agency deildini hjá Skipafelagnum.
Hann hevur leingi verið heitur talsmaður fyri
øktum samstarvi millum okkara pinkulinga-
land og risa landið fyri eystan, og vísir á at
tann russ iski marknaðurin er ovurhonds
stórur í altjóða saman hangi, fyri ikki um at
tala, eftir før oysk um máti.
»Tað hevði helst loyst seg hjá før oy ing-
um at giv ið sær meiri far um møgu leik arnar
her,« við merk ir hann. »Bæði hvat út fl utn ingi
og inn fl utn ingi viðvíkur, eru møgu leik arnir
nógv ar ferðir størri enn hvat vit kunnu
droyma um.«
‘Ikki torførar treytir’: Eitt er at Føroyar
geografi skt liggja sera væl fyri í mun til russ-
iska sjóvinnu, og kunnu tæna sum støð mitt
á havleiðini til og frá Murmansk og Arkhang-
elsk, við øllum hentleikum til russisk skip at
gagnnýta, so sum frystigoymslur fyri fi sk,
BIP (Border Inspection Point) fyri skráset-
ing av triðja lands vøru inn í ES, veitingar av
olju, provianti og útgerð so sum trolum og
reið skapi, eyka lutum og um væl ing um, um-
framt heilsu røkt og tús und øðrum tænastum
og vørum.
Samstundis stendur greitt at dygdin í
nógvum bíligum vørum úr Russlandi liv ir
upp til høg krøv—og at vit kunnu spara
stórar upp hæddir við at innfl yta slíkar vørur.
Tann russiska keypikraftin vísir seg eis ini at
vera nógv sterk ari enn vit hava givið okk um
far um; her kann bíða okkum ein meir ella
minni ómett andi marknaður.
»Russarar handfara ógvuliga stórar nøgd ir
av vørum,« heldur Árni Dam fram, »og hetta
er nakað sum gevur teimum møgu leik ar at
spara kostnað í fl utningi; tí kunna teir kanska
gjalda eitt sindur meira fyri ávísar vørur.«
»Tak til dømis upsan… Hvussu illa hava
vit ikki gramt okkum um prísirnar hesi sein-
astu árini! Onkrir russarar hava givið okkum
ábendingar um at teir kunnu bjóða betri prís
enn onnur á okkara leiðum; um teir vilja,
kunna teir keypa so nógv sum føroyingar
yvirhøvur klára at útvega av frystum upsa.«
Deadline fyrsta dagin: Fiski vinnu stevn-
an ‘Fish 2004’ í Moskva 21-24. apríl kann
sambært konsulin gerast eitt søguligt høvi hjá
før oyingum at møta russiskum keyparum og
selj arum.
»Hetta verður eitt stórt høvi,« roknar Árni
Dam avgjørt við; »tað kann gerast byrjanin
til eitt nýtt tíðar skeið í føroyskari handils- og
vinnusøgu. Øll tey stóru russisku reiðaríini
Skipa felagið samstarvar við hava lovað at tey
koma at vera til staðar í Moskva. Tey gleða
seg til at møta føroyingum og eg rokni ikki
við at samskifti verður nakar trupul leiki; har
tað eingilska málið ikki røkkur, koma eisini
tulkar við holl um kunn leika til russiskt og
føroyskt at hjálpa til. Hinvegin kemur einki
heilt av sær sjálvum og tað er upp til ein og
hvønn sum hevur eina ætlan og eitt sindur av
áræði at liggj a fram við nú og nýta hetta høvi.
Tað kunnu spyrj ast góðir og stórir sátt málar
burturúr.«
Í sambandi við stevnuna skipar Menn-
ingar stovan fyri einari handilsferð til Moskva
umframt einum felags føroyskum landsbási á
framsýningini. Hóast áhugin fyri hesum til-
taki vísir seg at vera stórur millum føroyskar
fyritøkur, ræður tað um at skunda sær nú hjá
teimum ið kundu hugsað sær at fylgt við til
Moskva men sum enn ikki hava boðað frá lut-
tøku. Sein asta freis t at tekna seg til luttøku á
fram sýning ar bás in um hjá Menningar stovuni
er nevni liga 18. mars og til ferðina ann ars
sum Flogfelag Føroya skipar fyri, 22. mars,
upplýsir Annleyg Lamhauge á Menningar-
stovuni.
Búi Tyril
Stórir ordrar at vinna í Moskva
Teir stóru møguleikarnir hjá føroyingum í samhandli við Russland fevna frá útfl utningi av fi ski yvir tænastu r
til innfl utning av bíligum vørum.
Í
MARS-APRÍL 2004
MARIA OLSEN
Russisk sambond: Konsulin saman við Karl Erik Reynheim (v.m.) og Ivan Eginsson, á Skipafelagnum.
‘Fish 2004—Industrial
Fishery, Sea and Fish
Products Processing’
‘Fish 2004—Industrial Fishery, Sea
and Fish Products Processing’ fer fram
í døgunum 21-24. apríl, og verður
fyri skipað av Fiskivinnu Nevndini hjá
russ isku samveldis stjórnini í samstarvi
við Amscort International.
http://www.amscort.ru/fi sh/eng
15
14
Nr. 53 - 17. mars 2004
Lena á veg við
nýggari fløgu
Fyrsti globali
tónleikafestivalurin
verður eisini hildin í
Føroyum og Mentan-
arhúsið í Fuglafirði er
karmur um tiltakið,
har tey yngru eiga
fríggjakvøldið og tey
meira tilkomnu eiga
leygarkvøldið.
Endamálið er at
útvega pening til
hjálpararbeiði
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Føroyar eru um vikuskiftið
partur av alheims tónleika-
festivali, sum fer av bakka-
stokki samstundis í umleið
40 londum, so talan er um
einki minni enn eina stór-
hending.
Tað er FUT sum er høv-
uðsfyrireikari. Talan er um
One World Beat festivalin,
sum fyrstu ferð varð hildin
í fjør í Sveits, men sum í ár
er um allan heim. Endamál-
ið er at útvega pening til
hjálpararbeiði og í ár fer
peningurin til Keep A Child
Alive, ið letur til børn, sum
hava Aids/HIV. Ósek børn,
ið hava fingið sjúkuna í
móðurlívi ella gjøgnum
blóð.
Kaj Johannesen frá FUT
sigur, at talan er um sjálv-
boðið arbeiði og hann fegn-
ast um at bert vælvild er at
merkja, hvar hann so vendir
sær í samband við fyrireik-
ingarnar.
Mentanarhúsið í Fugla-
firði er karmur um tiltakið,
sum verður fríggjakvøldið
og leygarkvøldið. Fríggja-
kvøldið er meira til yngra
ættarliðið. Tá fara fleiri
bólkar á pall; Deja Vu, All
That Rain, 48 Pages,
Speaker, Sic og DJ Kristin.
Plakatir koma upp kring
landið í hesum døgum, har
luttakandi bólkarnir síggj-
ast.
Kaj Johannesen frá FUT
fegnast um, at tað stendur
ikki á at fáa tónleikarar.
Heldur er tað so, at teir
standa í bíðirøð.
Hugnin í hásæti
leygarkvøldið
Leygarkvøldið eru Tey av
Kamarinum, Martin Joen-
sen, Ronnie Poulsen, Fluffy
Toys, Ronnie og Sámal og
Twilight á skránni. Har
verður tónleika-café, har
hugnin er í hásæti við
kertuljósum á borðunum.
Atgongumerki
kunnu
keypast í forsølu, t.d. á
kunningarstovum
og
á
Shell- og Statoilkstøðum,
Og aftaná er dansur við
eittnú Teimum av Kamarin-
um og Twilight. Fólk kunnu
velja at stuðla, uttan at
kenna seg noyddan at fara
til tiltakið, siga fyrireikar-
arnir um tiltakið við for-
sølu.
Bussar koyra í samband
við One World Beat kvøld-
ini í Fuglafirði.
Sosialurin hevur í bløð-
unum hósdagin og fríggja-
dagin prát við og lýsing av
luttakandi bólkunum.
One World Beat
í Fuglafirði
One World Beat er alheimsfestivalur, har øll
arbeiðsorka er sjálvboðin og peningurin fer í ár til
børn, ið hava Aids/HIV. Felagsskapurin Keep a
Child Alive arbeiðir fyri hesum og fær peningin.
Føroyar eru partur av alheimsfestivalinum, sum
fer av bakkastokki í 40 londum samstundis. Í Før-
oyum er Mentanarhúsið í Fuglafirði karmur um
tiltakið 19. og 20. mars.
FUT er høvuðsfyrireikari. Til ber eisini at stuðla
við at fara inn á heimasíðurnar hjá omanfyri
nevndu felagsskapum.
Í Føroyum fara dugnaligir á pall í Fuglafirði um
vikuskiftið; fríggjakvøldið er fyri yngraættarliðið
og leygarkvøldið meira fyri tey tilkomnu, har
hugnin er í hásæti við tónleikacafé og góðum
dansi.
Keep A Child Alive
Keep A Child Alive hevur til endamáls at útvega
lívsneyðugan heilivág til tær 3,2 milliónirnar børn,
ið liva við HIV/eyðkvæmi (AIDS) í triðja heimin-
um. Hvønn minutt doyr eitt barn, tí at tað ikki
hevur atgongd til lívsleingjandi antiretrovirala
(ARV) viðgerð, og Keep A Child Alive hjálpir við
at útvega antiretroviralan heilivág til tey børn, ið
liva
við
HIV/eyðkvæmi
(AIDS).
www.keepachildalive.org
One World Beat
One World Beat er eitt non-profit-tiltak við høv-
uðssæti í Sveits. Endamálið er at savna samfelags-
áhugaðar tónleikarar og vælgerð til frama fyri
sosiala broyting; Tónleikur ið ger Mun!
One World Beat er eitt samtak av sjálvbodnum,
og festivalurin loyvir tónleikarum og sjálvbodnum
framat einum palli at bera sín boðskap fram, með-
an teir styrkja tilvitanina hjá øllum Heiminum. Á
hendan hátt útvegar festivalurin alneyðugan pen-
ing til at stuðla neyðstøddum. One World Beat
samstarvar á hvørjum ári í felag við nógvar væl-
gerðarstovnar
um
hetta
málið.
www.oneworldbeat.org
Fakta
Í hesum døgum
verður síðsta hond
lagd á nýggju
fløguna við Lenu
Anderssen. Síðst í
mars verða útgávu-
konsertir í Havn og
Fuglafirði, har
millum annað Óli
Poulsen og onnur
góð fólk skulu
spæla undir
Nýggja fløgan hjá Lenu
Anderssen fær heitið
Can’t Erase It.
Tónleikurin á fløguni
er melodiskur guitar
popp-rockur, blandaðu
við akustiskum tónleiki.
Talan er um løg og tekst-
ir, sum Lena Anderssen
og Niclas Johannesen
hava skrivað saman –
tvey teirra saman við Óla
Poulsen,
sum
eisini
produserar fløguna.
Í august og september
mánað í fjør vóru tey trý
saman við James Olsen
og Hans Poulsen tilsam-
ans
18
dagar
í
Lundgaard Studio og
gjørdu
grundinn-
spælingar. Síðani hevur
verið arbeitt í Mix’n’Fix
Studio
hjá
Óla
í
Danmark og seinastu
tíðina eisini í JakZac
Studio í Føroyum.
Leygarkvøldið
27.
mars verður so útgávu-
konsert í Norðurlanda-
húsinum. Við á konsert-
ini vera somu tónleikar-
ar, sum á fløgu innspæl-
ingunum. Haraftrat fara
Ólavur Øster, Finnur
Hansen, Kim Hansen,
Laila Carlsen og Jákup
Zachariassen eisini at
manna
bólkin
hetta
kvøldið. Kvøldið eftir
verður farið til Mentan-
arhúsið í Fuglafirði.
Hesi vera øll á palli 27. og 28 mars í ávíkavist Havn og
Fuglafirði: Hans Poulsen, James Olsen, Lena Anderssen,
Óli Poulsen, Niclas Johannesen avmyndað uttanfyri
Lundgaard Studio í Danmark í september 2003
Tá ið G! festivalurin
verður hildin í Gøtu í
summar, verður kendi
amerikanski
gospel-
sangarin Russ Taff eftir
øllum at døma eitt av
nøvnunum, sum skal
spæla á festivalinum.
Russ Taff hevur verið
virkin innan gospeltón-
leikin í fleiri ártíggjund,
og hann var ein av lim-
unum í kenda bólkinum
Imperials. Seinnu árini
hevur hann havt ein
solokarrieru, sum hevur
givið
honum
fleiri
Grammy-virðislønir.
Ætlanin er, at Russ
Taff skal hava føroyskar
tónleikarar afturat sær,
tá ið hann fer at spæla á
G! festivalinum.
Russ Taff
til Føroya
C
M
Y
K
14