mánadagur 9. juli 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. juli 2012 · Nr. 78
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá kæra
kona, mamma, vermamma og omma okkara
Kathrina Mortensen
andaðist og varð jarðað
Takk til Bergur Debes Joensen, prest, fyri góð
og troystarrík orð, og til Øssur Berghamar fyri
vitjanirnar á Ríkissjúkrahúsinum og Hospice.
Hjartans tøkk øll tit, sum á ymiskan hátt hjálptu til
og vóru við til jarðarferðina.
Takk fyri gávurnar til Krabbameinsfelagið.
Vegna tey avvarðandi
Dánjal, Karl Johan, Regin og Eyðun
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum
øllum, sum hátíðarhildu
gullbrúdleypsdag okkara saman
við okkum.
Takk fyri heilsanir og gávur.
Kærar heilsanir
Ruth og Brynjolvur
Andlát
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at
elskaði maður, pápi, verpápi og abbi okkara
Petur Marni Thomsen
ættaður úr Havn,
búsitandi í Hellum
andaðist mikudagin 4. juli í heiminum,
62 ára gamal.
Familjunnar vegna
Gunnvør
Elin, Edvin, Bent, Paul Erik og Bjarta
Marius er farin á tónleikaferð
í USA, har bólkurin hevur
spælt í býum sum Seattle,
Portland og Astoria. Fyri
framman bíða konsertir í eitt
nú San Diego og Los Angeles
Konsertferðin hjá Marius
byrjaði 29. juni í Seattle.
Tónleikararnir fóru beint úr
flogfarinum við jetlag og at
spæla konsert. Dagin eftir
spældu teir á tónleikastøðini
KEXP.org, sum er ein stór
óheft radiostøð í býnum. Og
tað mundi loysa seg, tí hóast
teir sama kvøld spældu
norðan fyri Seattle, komu
fólk úr býnum at lurta, tí tey
høvdu hoyrt Marius á út
varpsstøðini.
Síðani
hevur
bólkurin
spælt í Astoria, Portland,
Salem og Bend, sum allir
eru í statinum Oregon. 5. juli
spældi Marius fyri fyrstu
ferð í Kalifornia – hetta
var í býnum Redding, og í
gjár spældi bólkurin á The
Brainwash Cafe.
Í dag vitjar Marius í Sacra
mento, og í morgin stendur
Kreuzberg fyri tørni. Síðani
gongur leiðin til San Diego,
og 10. Og 11. Juli eru teir í Los
Angeles.
Tónleikararnir í Marius
eru Hans Marius Ziska, Allan
Tausen, Brandur Jacobsen
og Heðin Ziska Davidsen.
Tónleikarin Michael Trew
úr Seattle, sum hevur bólkin
Autumn
Electric,
spælir
eisini við Marius, og hann
koyrir bilin, tá ið teir ferðast.
Nýggja fløgan hjá Marius
er í gerð og verður væntandi
úti seinri í ár. Eitt staklag av
hesi fløgu kemur í umfar í
næstum.
Marius á ferð í USA
Ungfólk íverksetan og út
jaðarin - hesi trý hugtøkini
verða
tvinnað
saman
í
nýggju verkætlanini, sum
Granskingardepilin
fyri
Samfelagsmenning á Fróð
skaparsetri Føroya er vorðin
partur av. Verkætlanin er ein
NPP (Northern Periphery
Programme) verkælan, og
verður
nevnd:
RYE-Rural
Youth Entrepreneurship.
Londini, sum luttaka í
verkætlanini eru: Føroyar
(Granskingardepilin
fyri
Samfelagsmenning, har Olga
Biskopstø er verkætlanar
leiðari), Finnland (Innova-
Center for Innovation and
Entrepreneurship) Grønland,
Qeqqata Erhvervsråd) og
Írland, Rural Development
Council & Advantage undir
Invest Northern Irland.
Verkætlanin hevur fingið
eitt lættari navn, ið er SPARK
og eitt búmerkið.
Endamálið við verkætl
anini er at eggja til og skapa
møguleikar fyri at fleiri ung
fólk í útjaðaranum gerast
íverksetarar.
Verkætlanin SPARK byrj
aði 1. Januar 2012 og endar
1.januar 2014. Í hesum tíðar
skeiði er ætlanin at hava eina
greiða lýsing av møguleikum
og umstøðum hjá ungum at
gerast íverksetarar í Føroy
um, og byggja upp eitt kon-
sept, ið ger tað lættari hjá
ungdómi at koma í gongd við
egið virkið. Hetta skal gerast
í tøttum samstarvið við teir
stovnar, ið longu arbeiða við
sama endamáli.
Granskingardepilin við
í altjóða verkætlan
Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning er við í altjóða
verkætlan um “Ungfólk íverksetan og útjaðari”