Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. mars 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 53 - 17. mars 2004 Nr. 53 - 17. mars 2004 17 Føroyar liggja ser- stakliga væl fyri í mun til ta ørgrynnu av skipum ið sigla kring okkara leiðir við frystilastum - og nógv teirra kundu spart pening við at brúkt eina frysti- goymslu á landi LOGISTIKKUR Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Hugtakið ‘Cold Store on the North Atlantic High- way’ aftur við tí sannroynd at tað sigla mong hundrað túsund tons á leiðunum kring Føroyar. Hetta er grundstøðið ið frysti- goymslan Bergfrost arbeið- ir út frá tá hon bjóðar reiðaríum, flutningsfeløg- um, sølufeløgum og øðrum at gera nýtslu av goymslu tunlinum á havnarlagnum í Fuglafirði. Nú ið lítið og einki er av rækjum at nýta frysti- goymsluna til, leitar Berg- frost eftir nýggjum markn- að og russar eru høginte- ressantir í samanhanginum: teir sigla nógv um okkara leiðir, ofta við frystum fiski, og hava langa leið heim til sínar støðir í Murmansk, Arkangelsk ella Eystrasalti. »Alt sum siglir við fryst- ari last er áhugavert,« stað- festir stjórin á Bergfrosti, Janus Rasmussen. »Føroyar liggja sera væl fyri mitt á teimum norður atlantisku havleiðunum. Fyri skip sum mugu sigla langan veg við ella eftir frystilast, eru vit eitt alternativ á landjørðini tó so at siga mitt á havinum, og okkara loysn kann spara nógva spilltíð. Umframt at tað eisini er nógv tryggari, effektivari og høgligari, serliga í ringum veðri, so verður øll tíðarfesting rúm- ari og lagaligari av at lossa uppi á turrum heldur enn at gera tað á sjónum.« Drúgv sannføring Bergfrost telist millum tær fyritøkur ið ætla sær við Menningarstovuni til Moskva í sambandi við ‘Fish 2004’ og hetta hongur saman við einari miðvísari ætlan hjá felagnum at greiða russum frá køldum fyrimunum við frysti- goymsluni í Fuglafirði. At hetta er lættari sagt enn gjørt, er so sín sak. At russar eru vanir at lossa millum skipa úti á reduni, hava vit sæð ta seinastu hálvu øldina á Nólsoyarfirði, í Fuglafirði og aðrastaðni kring oyggjarnar. Tað hevur eisini verið tosað um at eitt høgt vørugjald hindrar teimum í at leggja til kai; seinni er so tað hent at vørugjaldið er vorðið ein lokalur spurn- ingur til tær einstøku havnirnar sjálvar at taka støðu til, og her hevur so Fuglafjarðar Havn lækkað sítt vørugjald á millum annað svartkjaft og lodnu. Stjórin á Bergfrost er tó ikki so sannførdur um at vørugjaldið er einasti avgerandi faktorur tá tað snýr seg um hvussu russar lossa. »Í veruleikanum er vøru- gjaldið ikki tann einasti trupulleikin… Tann saml- aði kostnaðurin við at leggja upp er hægri enn tað sum teir gera í dag, men við einum betraðum logistikki kunnu teir vinna pening gjøgnum tíðarsparing. Trupulleikin við verandi mannagongd er at teirra fiskiskip missa fiskitíð meðan farmaskipini missa siglingartíð; hetta er alt dýr skip vit tala um, tey kosta nógv fyri hvørt sam- døgur… Vit meta at við betraðum logistikki so høvdu teir vunnið tann ómiddilbara meirkostnaðin inn aftur í longdini. Av- bjóðingin liggur í at sann- føra russar um at hetta er ein góð loysn.« Herfyri flutti Bergfrost inn í eina nýggja og stásiliga høll ið felagið hevur bygt í samstarvi við Fuglafjarðar Havn. Høllin hýsir fyrsiting, avgreiðslu og skiljing í sambandi við avgreiðslu av skipum. Sam- starvið liggur í at Fugla- fjarðar Havn hevur latið bygt eina BIP støð í sama bygningi; eitt ‘Border In- spection Point’ er í stuttum ein heilsufrøðilig markna eftirlitsstøð sum avger hvørt ein vøra er umsetilig í ES. Bergfrost er einasta frystigoymsla í Føroyum sum hevur virksemi undir fjalli. Felagið varð stovnað í 1995 og kom í gongd árið eftir tá frystigoymslan inni í bergholinum hjá Fugla- fjarðar kommunu var klár. Frystigoymslan er ætlað til goymslu av vørum sum eru frystar, serliga fiskavørum. Tey fyrstu árini var pelagiskur fiskur tann størsti marknaðurin hjá Bergfrost og seinni gjørd- ust rækjuflotin størsti bólk- ur av kundum. Nú verður so roynt at fáa russar at síggja ljósið í tunlinum. 29.000 kubikk »Skip úr øllum grannalond- unum fiska um okkara leiðir og tí er lætt og ómakaleyst hjá teimum at leggja at og skipa upp í Fuglafirði,« heldur Janus Rasmussen fram, og greiðir heilhjartaður frá um virksemið hjá Bergfrost. »Vit lúka øll krøv ið vera sett til eina nútímans frystigoymslu, og bjóða okkum fram at upp- og avskipa farm og at tøma ella fylla bingjur og last- bilar. Vit átaka okkum eisini pappírsgongdina og avgreiðslu av heilsuskjøl- um, farmapappírum, pro- formapappírum og øðrum ið fylgir við einari send- ing.« Samstundis hevur Berg- frost útvegað sær eina nýggja goymslustýring; hendan byggir á at hvør plattur er frámerktur við strikukodu og fær harvið egnan identitet, og hetta skal geva kundanum trygd fyri at virkið altíð hevur tamarhald á vøruni. Goymsluskipanin hevur eisini innbygda staðseting ella ‘lokatión’ ið gevur kundanum møguleika at fáa eina útskrift sum vísir hvar í tunlinum vøran stendur. Soleiðis kann kundin altíð síggja vøruna sjálvur. Annars var umsorgan fyri umhvørvinum startskotið til at spreingja frysti- goymslur inn í fjallið við havnarlagið í Fuglafirði. »Um grótbrotið við Fuglafjørð hevði verðið víðkað norðureftir í sam- bandi við eina víðkan av havnalagnum, so hevði úrlitið verið eitt rættiliga sjónskt sár í náttúruna… Í staðin valdi man at fara longur inn í fjallið eftir gróti, og hetta vísti seg at vera skilagott. Tað gav grót til havnagerð og spardi náttúruna fyri sjónligt sár, umframt at eitt berghol kundi brúkast til goymslu.« Fyrimunirnir eru fleiri við at hava goymslu í fjall- inum. Lasting og tøming av bilum og bingjum er inni í bergholsmunnanum og sostatt kemur vøran ikki undir sterka sól; regn sleppur ikki at og skarn frá fugli er eingin trupulleiki; eingin vindur er og vøran heldur ein javnan tempe- ratur. Kanningar benda á at kuldin í tunlinum breiðir seg so mikið sum 21 metrar út í fjallið. Tað merkir at vøran er trygg, hóast Berg- frost skuldi fingið maskin- skaða; vøran skal kunna halda seg frysta í minsta tvær til tríggjar vikur, um eitt óhapp skuldi hent. Goymslutunlarnir hjá Bergfrost rúma tilsamans 29.000 kubikkmetrar. Alt eftir hvør vøran er, svarar hetta til eina goymsluorku á umleið 7.000 tons. 1. og 2. sjúkra- dagur eru kostn- aðarmiklir fyri vinnuna Sambært tølum hjá 10 útvaldum fiskavirkjum kostaðu 1. og 2. sjúkra- dagur virkjunum 711.398 krónur í tíðar- skeiðnum 1. apríl til 31. desember 2003, svarandi til 1/2 prosent av lønar- útreiðslunum. Tað skrivar Vinnuhúsið og vísir til upplýsingar frá fiska- virkjum í landinum. Í fjør varð dagpeninga- lógin broytt, soleiðis at arbeiðsgevarir skulu rinda fyri 1. og 2. sjúkra- dag hjá starvsfólkunum. Hetta verður gjørt á tann hátt at Almannastovan fyrst rindar peningin til starvsfólkini og krevur so upphæddina inn frá arbeiðsgevunum. Lógar- broytingin varð sett í gildi í mai fjør við aftur- virkandi megi til 1. apríl 2003. Vinnuhúsið hevur spurt 10 fiskavirkir hvussu nógvan pening, í tíðarskeiðnum 1. apríl til 31. desember 2003, Al- mannastovan kravdi virk- ini fyri. Tilsamans kravdi Almannastovan tey 10 fiskavirkjuni eftir 711.398 krónum, og tað svarar til umleið _ prosent av lønarútreiðsl- unum hjá virkjunum. Hesar útreiðslurnar hjá virkjunum skulu leggjast afturat sáttmálahækking- unum. http://www.industry.fo Norska alivinnan brúkar minni fóður enn før- oyska alivinnan Tann norski fóðurfaktor- urin er lægri enn føroyski fóðurfaktorurin. Tað merkir at norskir alararar brúka minni fóður til at framleiða eitt kilo av laksi við enn føroyskir alarar brúka. Í miðal hevur norska alivinnan brúkt 10 prosent minni fóður fyri teir seinastu fýra árgangirnar. Hetta vísir ein kanning hjá Rúna Dam í parta- felagnum Avrik. Orsøkirnar til munin á norskum og føroyskum fóðurfaktori kunnu verða fleiri. Ein orsøk er at norskir alarar eru neyvari í fóðringini, og sostatt verður fóðrið etið ístaðin fyri at detta á botnin. Ein onnur orsøk er at norskir alarar leggja seg eftir at brúka fóðursløgini við bestu og dýrastu rávør- uni, afturímóti føroysk- um alarum, sum nærum bert fara eftir so lágum prísi sum gjørligt. Norsk- ir alarar hava verið á- lagdir at fylgja fóður- kvotum síðani 1997, og tí hava teir lagt seg eftir at ansa eftir at fóðrið er fyrstafloks, og at fóðr- ingin er sera neyv. Føroyskir alarar trúgva ikki uppá at tað dýrara fóðrið gevur betri vøkst- ur, og tí verður tað bílig- ara fóðrið nýtt. Eisini kann hugsast, at før- oyskir alarar hugsa meira í vøkstri enn í neyvleika viðvíkjandi fóðring. Rúni Dam sigur at føroyskur laksur veksur skjótari enn norskur um tikið verður hædd fyri ljósi og hita. Laksur etur bert um dagin og veksur skjótari í heitum sjógvi. Um munurin í dagalongd og hita ímillum Norra og Føroyar verður tikin burtur, vísa tølini at laksur veksur skjótari í Føroyum enn í Norra. Fellið er eisini væl hægri í Føroyum enn í Norra, hetta bæði teir fyrstu tríggjar mánaðar- nar og eftir tríggjar mánaðir. Hetta ger at úrslitið verður verri og framleiðslu kostnaðurin per kilo hækkar. http://www.industry.fo Sviar ákæra norðmenn fyri dumping av rækjum Bíligar rækjur frá norð- monnum eru í ferð við at taka grundarlagið undan rækjuvinnuni í Skager- rak, meina svenskir fiski- menn sambært blaðið Fiskaren. Sviarnir ákæra serliga rækjuvinnuna í Rogaland fyri dumping og hótta við at leggja málið fyri ES nevndina; samstundis kalla teir saman til ein felags fund við danska og norska rækjuvinnu fyri at viðgera støðuna. »Ein revsitollur á norskar rækjur merkir at tað verður dýrari inn í Svøríki,« staðfesti ein eygleiðari. »Bæði danskir og norskir fiskimenn royna eftir rækjum til tann svenska marknaðin,« segði Bertil Adolfsson vegna rækjuskip á tí svensku vesturstrondini. »Skulu vit varðveita rækjur sum fínan mat, so mugu vit koma ásamt um tiltøk ið kunnu steðga einari ørari gongd,« legði hann afturat. At taka innvølir- nar við til lands reinsar sjógvin Ein nýggj kanning sum Danmarks Fiskeriunder- søgelser og Universitetið í Stockholm hava gjørt vísur at við at taka toskainnvølirnar við til lands, heldur enn at blaka teir útaftur, ber til at minka munandi um nøgdirnar av vanda- miklum dioxinum (PCB) í sjónum. Kanningin er gjørd í Eystursjónum. Dioxin og PCB eru evnir sum fyrr vórðu brúkt í m.a. isoleringstil- fari og reingeringar evn- um. Hesi evnir koma út í náttúruna tá rusk verður brent og við dagligari nýtslu av kemiskum evnum í húsarhaldinum ella í vinnuni. Tað hevur ikki verið ávístur nakar trupulleiki við hesum evnum í fisk- inum runt um Føroyar, sjálvt um vit vita at hesi evnir eisini eru brúkt á okkara leiðum. Men ser- liga er Eystursjógvurin við lítlari vatnútskifting raktur av PCB dálking. Tað verða veidd góð 800.000 tons av fiski í Eystursjónum um árið. Við at samanhalda land- aðu nøgdirnar við PCB mátingar gjørdar á tosk, sild og brisling, hava granskarnir roknað út at vanligur fiskiskapur kann taka burtur 31 kilo av PCB úr Eystursjónum um árið. Í dag fer ein stórur partur av PCB aftur í havumhvørvið tá inn- vølirnir á fiskinum verða blakaðir aftur á sjógv. Hesum ber til at sleppa undan um innvølirnir verða tiknir við til lands. Tá tað her verður fokuserað á toskalivur er tað tí at PCB hópast upp í livrini, og tí at toskurin er ein stórur prosent part- ur av veiðuni í Eystur- sjónum. 31 kg av PCB um árið ljóðar ikki av nógvum, men tað er ein størri nøgd enn tað sum náttúr- an annars sjálv klárar ar bróta niður av PCB um árið. Og harvið er tað ein týðandi nøgd í samlaða roknistykkinum. At taka innvølirnar við til lands er ein praktiskur háttur hjá fiskivinnuni at reinsa sjógvin. http://www.industry.fo Seta fokus á biotøkni Bitland ætlar at seta fokus á biotøkni. Á heimasíðini hjá Bitland verður greitt frá sokall- aðum ‘foksus økjum’, sum er tær verkætlanir felagið ætlar at seta gongd á komandi ári. Nógv hevur verið skrivað og tosað um bio- tøkni, men tað eru viður- skifti sum beinleiðis forða eini menning innan biotøkni í Føroyum; serliga er hetta galdandi tá talan er um gransking í humanum genum. Í fleiri ár hevur verið arbeitt við einum lógar- uppskoti um hetta øki. Við árslok í 2001 varð eitt uppskot sent til hoyringar. Føroya Arbeiðsgevarafelag vísti tá á at meðan teir partar av uppskotinum kendust greiðir sum vóru tilætl- aðir at skapa skipað við- urskifti, og sum tryggja einstaklingin móti mis- nýtslu, so helt felagið ætlanirnar um at skapa eitt alment granskingar monopol vera óhepnar. Umrødda uppskot kom ongantíð í Tingið og enn røkist einki fyri at karm- ar verða settir fyri hesa vinnu, so at hon kann gerast týdningarmikil fyri føroyska samfelagið, bæði við atliti til heilsu, menning og búskap. Tað hevði verið hósk- andi, nú Bitland setir fokus á biotøkni, at av- varðandi landsstýris- menn nýttu høvið at kunna um hvørjar ætl- anirnar eru innnan gransking í humanum genum í Føroyum. http://www.industry.fo Vil bjóða russum frysti- goymslu í bergholi VINNUSÍÐANVINNUSÍÐANVINNUSÍÐANVINNUSÍÐANVINNUSÍÐANVINNUSÍÐANVINNUSÍÐANVINNUSÍÐANVINNUSÍÐANVINNUSÍÐANVINNUSÍÐANVINNUSÍÐANVINNUSÍÐANVINNUSÍÐANVINNUSÍÐA Janus Rasmussen, stjóri, hevur bergfastar fyrimunir at vísa á við frystigoymslu. Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com C M Y K 17 16