Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-09, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2012síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 9. juli 2012 · Nr. 78 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 X-Factor Line: ­– Tað var feitt - Er I glade? Jeg kan ikke høre jer, er I glade? Soleiðis byrjaði høvuðsnavnið á Barnafestivalinum, Line frá X sína framførslu, meðan børn hoppaðu, róptu og skrálaðu framman fyri pallin. Aftaná framførsluna fekk Sosialurin orðið á Line. – Det var så fedt, segði ein glað og vælnøgd Line. – Hatta er júst aldurs­ bólkurin, sum eg fangi mest, og fólk vóru so glað og við upp á tað. Hóast kend frá danska X-Factor so er hetta faktiskt fyrsti festivalur, sum Line hevur upptraðkað á. Altíð viljað komið til Føroya Hetta er fyrstu ferð, Line er í Føroyum. – Men vónandi er hetta ikki síðstu ferð. Eg havi altíð ynskt at komið higar, so tá fyrireikararnir av Barna­ festi­valinum settu seg í sam­ band við meg fyri tveimum mánaðum síðan, ivaðist eg ikki eitt sekund, sigur Line við sínum eyðkenda smíli. – Eg kenni eisini fleiri føroyingar í Danmark, so tað hevur eisini virkað til mín áhuga at koma higar. Line kom til Føroya fríggja­kvøld og fór avstað aftur sunnudag. So talan var ikki um nakran langan túr. – Næstu ferð eg komi til Føroya, skal tað vera í fleiri dagar og gjarna sum feria, so eg fái upplivað hetta fan­ tastiska vakra landið, sigur Line avgjørd. Hon hevur longu lagt fleiri myndir av Føroyum út á sína fjepp­ara­ síðu á Facebook. – Eg havi ikki havt tíð til at sæð nógv enn. Men bil­ túrurin frá flogvøllinum til Tórshavn var heilt fantast­ iskur. Seyðurin gongur bara fríur í nátturuni, og alt er so natúrligt her. Tíðin í X-Factor Frá nýggjárinum av og til hálvan apríl kundu dansk­ar­ ar og føroyingar fylgja Line og hinum X-Factor stjørn­ unum hvørt fríggjakvøld í sjónvarpinum. – Tað var ordiliga kul. Eg fann útav, hvør kunstnari eg skuldi vera. Áðrenn eg fór til audition, hevði eg eina ímynd av, hvussu eg skuldi útviklast, men endaði við at fara ein heilt annan veg, sigur Line. – Eg upplivdi eina rúgvu í samband við X-Factor. Eitt nú flutti eg heimanífrá, sum eg altíð havi droymt um, sigur Line, sum annars er uppvaksin í Skagen og nú aftur býr har. Tónleikaliga flutti Line seg nógv teir mánaðirnar, sum hon var í X-Factor. – Eg var umringað av sera dugnaligum sangvenjarum og tónleikarum. Teir lærdu meg ótrúliga nógvar sang­ teknikkir, sigur Line. Men sambært Line var tað tó ein persónur, sum hevði størri týdning enn nakar annar. – Pernille! Hon var heilt fantastisk. Hon leggur so nógvar kenslur í tónleikin og framførsluna, og hon er bara eitt so gott og heitt menn­ iskja. – Eg vil gjarna enda sum hon, sigur Line avgjørd. – Helt eg var dumpað Tann, sum kanska síðst av øllum, hevði væntað, at Line fór at koma so langt sum til eitt annaðpláss, er Line sjálv. – Eg havi altíð vitað, at eg dugi at syngja. Tað er tað einasta, sum eg dugi ordiliga væl. Men tá eg var til audi­ tion, hevði eg tó aldri droymt um, at eg fór at koma so langt, sum eg gjørdi, sigur Line smílandi. Áðrenn Line kom so langt sum at syngja framman fyri dómarunum, skuldi hon til eina pre-audition. – Aftaná pre-audition helt eg, at tað hevði gingið væl, so eg væntaði at koma víðari. Men dagarnir gingu, og eg hoyrdi einki aftur frá teim­ um. Tað var eitt stórt vón­ brot. Eg helt, at eg var dump­ að, og tað var heilt ræðuligt, tí um eg ikki dugdi at syngja, hvat dugdi eg so, sigur Line. – So ein dag eg kom heim, sigur mamma við meg, at hon hevði eini tíðindi. Tað var, at ein teldupostur var komin frá DR, sum segði, at eg skuldi møta framman fyri dómarunum um tríggjar dag­ar. Tá fall eg saman og græt av gleði, sigur Line við einum smíli. Restin er søga. Fjepparar alt at siga Sambært Line er tað ein heilt serlig orsøk, at hon tímir at syngja og framføra. – Fjeppararnir hava alt at siga fyri meg. Tað fyllir meg við slíkari gleði at kunna gera tey glað. Um eg skrivi teimum ein autograf, so er teirra dagur ella vika bjargað, tað haldi eg er kul. – Eg fái fleiri fanmails, har tey siga, at eg havi bjargað teirra lívi. Slíkt ger, at man tímir at halda á, sigur Line avgjørd. Ein serlig hending, sum stendur Line sólarklárt í minni, er, tá hon sang fyri kreftraktum børnum. – At syngja fyri deyða­ sjúkum børnum, sum kanska høvdu fáar vikur eftir at liva í og síggja teirra gleði av mínum sangi, var ótrúliga rør­andi og gevandi, sigur Line. Kemur aftur Framtíðin hjá Line verður fyrst og fremst á einum tónleikaeftirskúla á Fyn. – Mín dreymur er at liva av tónleikinum. Aftaná eftir­ skúlan ætli eg mær at flyta til Keypmannahavnar at liva av tónleikinum. – Og eitt aftrat, eg ætli mær at koma aftur til Føroya, hetta fantastiska vakra land­ ið, sigur Line smílandi at enda. Strævið men stuttligt Tríggjar ungar gentur, ið høvdu ein sera stóran leiklut í, at Barna­ festivalurin gekk so væl, eru Emma Laazizi, Mia Helmsdal Clothier og Jonna Maria Tróndar­dóttir. Tær vóru nevniliga vertir­nir, ið hegnis­ liga leiddu áskoðara­fjøldina gjøg­ num allan festivalin. Tá festivalurin var av, fekk Sosialurin orðið á nakrar glaðar og vælnøgdar gentur. ­– At hava verið vertir til Barnafestivalin hevur ver­ið ordiliga stuttligt, men tað hevur eisini verið strævið, sigur 12 ára gamla Mia. – Ja, tað var so øgiliga nógv á skránni, og alt skal passa saman, so tíðin hevur verið eitt sindur press­að. Tíðarætlanin helt so gjøgnum allan festivalin, so tað var ordi­ liga deiligt, sigur ein glað Emma, ið er 11 ára gomul. Ein vansi við vera vert­ ir er, at man sleppur ikki so væl at royna møgu­ leikarnar, ið festivalurin bjóðar. – Enn hava vit einki prøvað, men vit ætla at gera ymiskt nú, sigur Jonna Maria spent, ið somuleiðis er 11 ára gomul. – Vit ætla okkum niðan í Kommuskúlagarðin at royna vatnbóltarnar, sig­ ur Emma. Ein tilvild Tað var nakað av eini til­ vild, at tær tríggjar gent­ urnar endaðu sum vertir fyri Barnafestivalin. – Alt byrjaði í drama­ bólkinum, sum vit eru partur av hjá Margarin­ fabrikkini. Mia og eg skuldu vera partur av eini cirkusgongu, ið eisini skul­di luttaka her á Barnafestivalinum. Men eg veit ikki hvat, knapp­ liga høvdu næstan øll hoppað frá, sigur Jonna Maria. – So blivu vit spurdar, um vit høvdu hug til at vera vertir á festivalinum ístaðin. Tað søgdu vit sjálvsagt ja til beinanveg, sigur Mia. – Eg bleiv so spurd nak­að seinni – einar tvær vikur síðani – og tað tímdi eg eisini væl, sigur Emma. Ikki sovið í nátt At vera vertur fyri ein festival við 2000 seldum atgongumerkjum er ikki bara bara, og kann hugs­ ast, at man verður ner­ vøsur. ­– Eg havi ikki verið bangin fyri uppgávuni. Kanska eitt sindur nervøs, men mest spent, sigur Mia. – Eg havi næstan ikki sovið í alla nátt, men tað er, tí eg havi glett meg so nógv, sigur Jonna Maria. Spurdar um hvat var stuttligast við at vera vertur, er svarið stutt og greitt. – Tað var at vera á palli­ num og síggja, hvussu við upp á tað, fólk vóru, sigur Mia. – At møta Line var eisini ordiliga stuttligt, sigur Emma. Tær tríggjar genturnar høvdu gjarna viljað verðið vertir aftur til komandi Barnafestival. Hvussu verð­ur ella ikki so komu tær tríggjar havna­gent­ urnar stak væl frá upp­ gávuni á ársins Barna­ festivali. Nógvir fjepparar vildu hava autograf frá X Factor stjørnuni – Eg kenni eisini fleiri føroyingar í Danmark, so tað hevur eisini virkað til mín áhuga at koma higar, sigur Line