mánadagur 9. juli 2012síða 32
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. juli 2012 · Nr. 78
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fleiri
duttu
Væl av druknum fólki
var í býnum í Havn
sunnunátt, og fleiri
ferðir fekk politiið
fráboðanir um fólk,
sum vóru dottin í
fyllsskapi. Nøkur fóru á
skaðastovuna, og onnur
vórðu koyrd heim.
Klokkan sjey sunnu
morgunin varð ein
fullur maður settur í
brummuna. Tá ið tað
var runnið av honum,
varð hann avhoyrdur, tí
hann varð tikin, eftir at
hann hevði givið einum
øðrum manni blátt
eyga. Sunnunáttina var
politiið eisini eftir einum
manni, sum sat og svav
inni í Norðoyatunlinum
við beinunum út á
koyribreytina.
Sproyta
fiska
vørur við
saltvatni
Um dagarnar avdúkaðu
danskir fjølmiðlar, at
danskur fiskur - eitt
nú bæði feskur og
royktur laksur - verður
sproytaður við saltvatni
fyri at økja um vektina.
Men hetta stendur ikki
á etikettini, tá tú keypir
vøruna í handlunum.
Eftir at miðlar hava
sett sjóneyku á hetta
mál, hevur danski
matvøruráðharrin,
Mette Gjerskon, sett
sær fyri, at viðurskiftini
skulu broytast. Nú
skal keyparin av vøruni
kunna lesa á etikettini,
hvussu nógv væta er
sett til fiskin.
Higartil hevur tað
verið lógligt ikki at
skriva vatunøgdina á
etikettina, um nøgdin
hevur ligið niðan fyri 5
prosent.
- Men hetta skal nú
broytast. Nøgdin
av saltvatni, sum er
sproytað í fiskin, skal
standa á etikettini,
soleiðis at keyparin er
kunnaður um nøgdina.
Eg vil hava somu skipan
galdandi fyri fisk sum
fyri høsnarungar, sigur
Mette Gjerskov við
danskar miðlar.
Hon væntar, at tá
nýggja skipanin kemur í
gildi, verður eisini neyvt
eftirlit við, at skipanin
verður hildin.
HALLÓ
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
VESTFALLSKYRRINDI
11/7: Seinna kvarter
13/7: Mánin longst frá jørðini
Kelda. Álmanakkin 2012
Suðuroyar-/
Vágafirði
Skúvoyar-/
Skopunarfirði
Hestfirði/
Sundalagnum
Vestmanna-
sundi
Mykines-
firði
Nólsoyar-
firði
2 fj. í LS úr
Mjóvanesi
Leirvíksfirði/
Haraldssundi
Kalsoyar-/
Svínoyarfirði
Hvanna-
sundi
Fugloyar-
firði
Dagur
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
Lot til andøvsgul av norði og
ælingur, men seinnapartin
upp í stívt andøvasful av
landnurðingi og yvirhøvur
turt og sólglottar. Hitin
millum 8 og 11 stig.
Gul til stívt andøvsgul av
landnyrðingi og sólglottar,
men eisini okkurt ælið. Hitin
millum 8 og 11 stig.
Lot til andøvsgul av
landnyrðingi og yvirhøvur
turt og sólglottar. Hitin
millum 8 og 11 stig.
Veðrið fríggjadagin
og leygardagin:
Gul til stívt andøvsgul av
landnyrðingi og norði og
sólglottar, men kanska
okkurt ælið. Hitin milum 9
og 13 stig.
7
10:24 22:46 09:24 21:46 09:39 22:01
- 12:24 00:59 13:24 08:39
21:01 07:39 20:01 10:39 23:01 11:39
- 10:09 22:31 11:24 23:46
8
11:09 23:30 10:09 22:30 10:24 22:45 00:46 13:09 01:46 14:09 09:24
21:45 08:24 20:45 11:24 23:45 00:01 12:24 10:54 23:15
- 12:09
9
11:51
- 10:51 23:12 11:06 23:27 01:30 13:51 02:30 14:51 10:06
22:27 09:06 21:27
- 12:06 00:45 13:06 11:36 23:57 00:30 12:51
10
00:12 12:33 11:33
- 11:48
- 02:12 14:33 03:12 15:33 10:48
23:23 10:58 23:33 01:23 13:58 02:23 14:58 00:53 13:28 02:08 14:43
11
01:08 13:43 00:08 12:43 00:23 12:58 03:08 15:43 04:08 16:43 11:58
-
- 12:08 02:33 15:08 03:33 16:08 02:03 14:38 03:18 15:53
5-10 m/s
3-8 m/s
2-7 m/s
5-10 m/s
3-8 m/s
5-10 m/s
8/11°C
8/11 °C
8/11 °C
Eitt brúgvalag norðanfyri Føroyar kemur hendavegin.
Hátrýstið yvir Grønlandsfjørðinum stendur í stað og viknar nakað.
Í morgin
hósdagin
lufttrýstið
mikudagin
Ó12 í Tórsgøtu
Tónleikur Ólavsøkukonsertin verður sum vant
27. juli. Undir navninum Ó12 flytir konsertin niðan
aftur í Tórsgøtu. Skráin í ár verður ein tann besta
í nógv ár, so ung í øllum aldri fáa sett ólavsøkuna
í gongd við einari tónlistarligari veitslu
Ólavsøkukonsertin var í nógv
ár ikki bert óalmenna setanin
av ólavsøkuni, hon var eisini
flaggskipið í føroyskum tón
leiki. Áðrenn festivalarnir
fingur fótafestið, var ólav
søkukonsertin staðið, har
eitt bland av teim bestu
nýggju og royndu føroysku
bólkunum spældu fyri risa
stórum áskoðarafjøldum. So
leiðis verður aftur í ár.
Fyrireikararnir hava sett
sær fyri at fáa ólavsøku
konsertina aftur á tónlistar
liga Føroyakortið. Skráin er
komin uppá pláss, og júst
sum í gomlum døgum, verð
ur talan um eitt bland av tí
all ar besta, ið vit hava at
bjóða í Føroyum. Her eru
bæði roynd nøvn og nýggj
nøvn, men felags fyri tey øll
er, at tey eru væl umtókt og
væl egnað til Ó12.
Komandi
tíðina
vera
nøvnini á ársins konsert
avdúkaði. Á Facebook síðuni
hjá Ó12 ber til at fylgja
við, um nær nøvnini vera
kunngjørd, og gera sínar
viðmerkingar
til
ymisku
avdúkingarnar. Vit fara eis
ini at skipa fyri ymiskum
kappingum, har møguleiki
er at vinna atgongumerki til
konsertina.
Ólavsøkan er tjóðarveitsla
føroyinga, og hetta fer Ó12
at bera brá av, tónleikurin í
ár fevnir sera breitt, hann
er lívligur, stuttligur, góður
inniligur og festligur, tó hava
øll nøvnini eitt til felags,
og tað er evnini at geva
ólavsøkuni eina hóskandi
byrjan.
Tórshavnar
ítróttarráð
skipar fyri konsertini í ár, og
fyri at tryggja mest møgu
lig fólk á konsert, verða
atgongumerkini í forsølu
seld fyri kr. 200 á Ebillett.
fo og á kunningarstovuni í
Tórshavn.
Konsertin verður í Tórs
gøtu 27. juli frá kl. 20 til 4.
Sveinur Gaard Olsen er ein
av teimum, sum skal spæla
á ársins ólavsøkukonsert