Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 13. juli 2012 · Nr. 80 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tiðindi Fríggjadagin 31. august skal Jóhannes Miðskarð, fólkaskúlalærari og cand. pæd. doktara ritgerð á Roskilde Universitet. Evnið í ritgerðini er tvørprofessionelt samstarv, og gransking er gjørd í samstarvi millum lærarar, námsfrøðingar og sosialráðgevarar í Danmark og í Onglandi. Festivalklæði í Reyða Krossi Við jøvnum millumbilum skipar handilin hjá Reyða Krossi fyri serligum tiltøkum, og leygardagin verður eitt av hesum Leo Poulsen Komandi leygardag 14. juli fara Ung í Reyða Krossi at skipa fyri einum tiltaki tey kalla »Festivalklæðir«. Har verða ullint pløgg , regn­ klæðir og annað, sum ofta er kærkomið, tá búleikast skal í tjaldi. Leygardagin er handl­inin opin frá klokk­an 11–13. Hesa og komandi vikurnar er evnið í handlinum »Leður og Retro«. Møguleiki er at ogna sær ein góðan leðurjakka ella –frakka. Eisini eru klæði og lutir, sum hava nøkur ár á baki, so har er nakað fyri tey, sum hava áhuga í eldri tíðum. Handilin er opin týs­ dag til fríggjadag frá klokk­an 13.30–17.30 Í hesum sambandi heit­ir Reyði Krossur eis­ini á tey, sum hava áhuga at gera ein mun í hjálp­ararbeiðinum. Handilin hevur brúk fyri fólki, ein ella tveir seinnapartar um mán­ aðin. Tú skal kunna ar­ beiða sjálvstøðugt og vera álítandi og fyri­ kom­andi. Tit arbeiða altíð tvær/tvey saman. Er áhugi fyri hes­ um, ber til at seta seg í samband við handl­is­ leiðaran Gunnvør Joen­ sen tlf. 287119. Góð eldri og gomul klæði verða komandi vikurnar at fáa í handlinum hjá Reyða Krossi Leo Poulsen Nógva skrivingin á serliga Facebook um revsingina av pedofili er ikki farin óansað aftur við borðinum hjá lands­ stýrismanninum í lóg­ar­mál­ um, Kára P. Højgaard. – Tað er jú soleiðis, at revsi­karmarnir í Føroyum eru júst teir somu, sum í Dan­mark. Hendan lógin varð dag­førd í 2009, sigur Kári P. Højgaard. Men nógva umrøðan av trupulleikanum hevur eisini fingið landsstýrismannin til at reagera. – Í Føroyum hava vit eitt Revsirættarligt Ráð, og tað, sum eg kann upplýsa er, at eg fari at leggja málið fyri hetta ráðið til ummælis, og at eg eisini fari at reisa hetta málið í landsstýrinum, sigur Kári P. Højgaard. Hann dugir ikki heilt at siga ítøkiliga, hvat hann kann gera við málið. – Tað eru jú dómstólarnir, ið gera av, hvør revsingin skal verða, og hon er jú treytað av, hvørjar umstøðurnar eru í hvørjum einstøkum máli. Men eg haldi tað vera av týdningi, at málið verður viðgjørt væl og virðiliga, og at tey stig, sum verða tikin, veruliga verða til bata, sigur Kári P. Højgaard. Hann heldur annars, at vit skulu vera varin at lata okkum ríva við av stemn­ inginum. – Sjálvandi er hetta eitt álvarsmál, og sjálvandi mugu vit taka neyðugu stigini, sum skulu til, fyri at verja børnini, sigur Kári P. Højgaard. Verja børnini Hann nevnir sjálvur eitt ítøki­ligt stig, sum kanska kundi verið tikið. – Eitt, sum verður nevnt, er ein barnaváttan. Tað kann koma upp á tal, at ar­beiðs­ plássini krevja eina barna­ váttan, fyri at ein skal kunna arbeiða við børnum, sigur Kári P. Højgaard. Verður hetta nakað, sum verður sett í gildi, so er spurn­ingurin, hvør hevur ábyrgd­ina av hesum. – Verður tað soleiðis, at allir arbeiðsgevarar, bæði privatir og almennir, skulu kunna krevja barnaváttanir, so mugu tey, ið søkja um starv, møta upp við einari revsi­váttan. Í slíkum føri er tað arbeiðsmarknaðurin, og harvið Vinnumálaráðið, ið skal leggja eitt slíkt uppskot fyri Løgtingið, sigur Kári P. Højgaard. Aðrastaðni verður gingið so vítt, sum at hava listar yvir fólk, sum eru dømd fyri pedofili, men Kári P. Højgaard er ivasamur í so máta. – Eg haldi í hvussu er, at tey stig, vit koma at taka, verja børnini. Nú hava vit sum sagt eitt Revsirættarligt Ráð, og eg haldi, at tað er týdn­ingarmikið, at málið verð­ur viðgjørt har. So mugu vit taka støðu til tey til­ mæli, ið ráðið kemur við, og hvørjar broytingar, vit eiga at gera, sigur Kári P. Høj­gaard, landsstýrismaður í lógar­ málum. Sláa kalt vatn í blóðið revsing Hetta er sjálvandi eitt álvarsmál, men vit mugu ansa eftir ikki at lata okkum ríva við av stemninginum, sigur Kári P. Højgaard, sum ætlar sær at taka málið upp Kári P. Højgaard fer at leggja trupulleikan fyri Revsirættarliga Ráðið og fyri landsstýrið