fríggjadagur 13. juli 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 13. juli 2012 · Nr. 80
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Eina stóra tøkk vil eg senda til tykkum øll,
úr suður og norð,
úr eyst og vest,
á sjógvi og landi,
ið á ymiskan hátt, mintust meg á mínum
95 ára føðingardegi tann 20. februar 2012.
Ein serlig tøkk til tykkum øll, ið hjálptu
mær so væl, og gjørdu at alt gekk so væl.
Enn einaferð stóra takk til tykkum øll,
ið gjørdu mær dagin so ógloymandi.
Heilsan Anna Sofía (Fía) Sørensen,
Hvannasund
Merkisdagar
Brúdleyp
Leygardagin 14. juli giftast Dagny
Miðskarð og Finn Anthoniussen,
Klaksvík. Vígslan verður í Christ
ianskirkjuni kl 10 og millum kl 16-22
verður opið hús hjá Pól & Mathildu
Johannessen á Helnabrekku 27.
Brúdleyp
Leygardagin 14. juli giftast Tóra Trier
Rønnede og Tummas Yang Sim
onsen Tórshavn í Kongsted kirkju,
Rønnede. Brúdleypið verður fyri
innbodnum.
Brúdleypsadressan:
Industrivænget 1, 4683 Rønnede.
Brúdleyp
Sunnudagin 15. juli kl. 13:00 giftast
Joan Petri Olsen og Hans Marn
er Kjærbo í Hoyvíkar kirkju. Eftir
vígsluna verður móttøka í kirkju
kjallaranum. Øll eru hjartaliga væl
komin.
Brúdleyp
Leygardagin 14. juli kl. 13 giftast
Astrid R. Petersen, Fuglafjørður,
og Árni Øregaard, Tórshavn, í
Fuglafjarðar Kirkju. Eftir vígsluna
verður kaffi í kirkjukjallaranum, har
øll eru vælkomin. Veitslan verður
fyri innbodnum á Skúlaheiminum
við Marknagilsvegin kl. 18.30.
Brúdleyp
Leygardagin 14 juli kl. 14.30 giftast
Eivør Pálsdóttir og Tróndur Boga
son í Gøtu kirkju. Veitslan verður
hildin fyri innbodnum í Dansifrøi
í Havn.
Brúdleyp
Leygardagin 14. juli kl. 14.00 giftast
Elinborg Joensen, Hoyvík, og Sámal
Olsen, Rituvík, í Hoyvíkar kirkju.
Veitsla verður fyri innbodnum á
Hotel Føroyum, men dagin eftir
eru øll vælkomin til brúðarhús og
housewarming Úti í Bø 8 í Syðru
gøtu frá kl.18.00.
Brúdleyp
Leygardagin 14. juli kl 12.30 giftast í
Gøtu kirkju Carla Martha Josenius
og Eirik Mikkelsen. Borðhaldið
verður fyri innbodnum í bygdar
húsinum í Leirvík kl. 17.30, og opið
hús verður aftaná borðhaldið kl. 22,
har øll eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 21. juli kl. 12.00 gift
ast
Kinnie
Askham,
Klaksvík
og Rúni Arge Mortensen, Argir í
Christianskirkjuni, Klaksvík. Veitsl
an verður fyri innbodnum á Hotel
Hafnia, Tórshavn kl.18.30.
Brúdleyp
Leygardagin 14. juli giftast Rannvá
Poulsen og Frank Joensen. Vígslan
verður á Frederiksberg ráðhús kl. 11.
Veitslan verður fyri innbodnum á
Kongekilden í Klampenborg.
Brúdleyp
Leygardagin 14. juli kl. 14 giftast í
Dómkirkjuni í Odense Silvia Weihe
Dalsgaard, Tórshavn og Martin
Meienburg, Bedsted/Kvívík. Adr.
Nørregade 31, 2 tv, 5000 Odense
Prógv
Jóhanna Petersen úr Runavík,
hevur 21.05.2012 tikið prógv sum
farmakonomur. Hon starvast á
Eysturoyar Apoteki. Í lærutíðini
hevur hon eisini havt tilknýti til
Tjaldurs Apotek.
65 og 75 ára føðingardagar
Bóndahjúnini Selma og Hanus
Simonsen fylla ávikavist 65 og 70 ár.
Selma fyllir 65 ár 20. juli og Hanus
70 ár 12. juli. Tey, ið ynskja at gleða
tey, eru vælkomin í bygdarhúsið í
Norðradali 13. juli.
Silvurbrúdleyp
Mikudagin 1. aug. hava vit silvur
brúdleyp. Dagurin verður hildin
leygardagin 4. aug. og byrjað verður
kl. 14.00 í bygdarsalinum á Skála, og
vit halda á so leingi fólk er. Øll eru
hjartaliga vælkomin. Gott hevði tó
verið, um tit, ið ynskja at halda dagin
saman við okkum, søgdu frá á tlf.
281879, Súsanna, tlf. 588298, Jógvan
Salomon, ella heima tlf. 441948
áðrenn 1. aug. Vit gleða okkum.
Súsanna og Jógvan Salomon
Brúdleyp
Leygarmorgunin tann 21. juli kl. 10
giftast í Christianskirkjuni, Herdis
Ellingsgaard, Strendur, og Ebbe
Frederiksberg Petersen, Klaksvík.
Vælkomst verður í KFUM og K kl.
11.30. Øll eru hjartaliga vælkomin.
90 ára føðingardagur
21. juli verður Margretha Hansen,
Húsavík, 90 ár. Dagurin verður
hildin tann 21. juli í ungmanna
felagshúsinum Sólaris í Húsavík
frá kl.18, har ætt vinir og kenningar
eru hjartaliga vælkomin.