Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 34

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 77 · 6. juli 2012 2 VIKUSKIFTI Farna Summar høvdu vit umrøðu av mongu føroysku fløguútgávunum, sum eru komnar og koma í summar. Síðani tá hevur Sakaris havt eitt útgávutiltak á Káta horninum í miðbýnum í Havn, og í dag hava Fróði & The Pink Slips eitt líknandi tiltak sama stað. Umframt hesi bæði frálíku tiltøkini – og fleiri onnur – er eisini ymiskt spennandi hent á netinum. Tí hesar seinastu dagarnar hevur Heiðrik á Heygum givið út lagið »Blonde« við tilhoyrandi og hugtakandi sjónbandalagi, ið er at finna á vimeo. com. Somuleiðis hevur Knút Háberg Eysturstein, ella bara Knút, lagt feita lagið »The Road« á soundcloud.com. Fyrsta staklagið av komandi fløgu hansara. Alt hetta er ein staðfesting av, at føroyska tónleikalívið stendur í fagrasta blóma hesa ársins tíð – og hetta fara vit at fáa nógv fleiri prógv næstu dagarnar og vikurnar. Í Summar er umrøða Roskilde festivalinum mentanarliga ískoytið hesaferð. Tónleikarin og tónleikaummælarin Niels Uni Dam hevur verið á festivalinum, og hann greiðir frá sínum upplivingum har. Tíverri var eingin føroyskur bólkur ella einstaklingur og framførdi hesaferð, men áður hava nøvn sum Teitur, 200, Boys in a Band og Høgni Lisberg spælt á stóra danska festivalinum. Boys in a Band hoyra vit ikki nógv til longur, men Teitur hevur fyri kortum spælt í Sirkus í Havn, fløguaktuellu 200 hava spælt kring landið seinastu tíðina og fara eisini at gera tað í summar, meðan Høgni Lisberg, sum eisini gevur fløgu út fyrsta dagin, hevur útgávukonsert á G! Á politiska pallinum tosa vit við formannin í Sjálvstýrisflokkinum. Flokkurin livir lívið á eggini og Kári P. Højgaard ásannar, at tað valla er lista D lív lagað, um hann ikki røkkur upp um tinggáttina næsta val, eins og feskasta veljarakanningin sigur. Summarið er tíðin, tá kærleikin blómar. Tí hava vit valt at varpa ljós á mongu brúdleypini, sum standa fyri framman. Men vit hava samstundis eisini valt at fara aftur um orsøkina til eitt hvørt brúdleyp, nevniliga forelskilsi. Hvat er forelskilsi fyri nakað, fyribrigdið, sum fær okkum upp á hægstu tindar og niður í myrkastu dalar? Forelskilsi ger nógv og er fyri øll, summarið og Summar tað sama. Tónleikurin og kærleikin blómar Útgávukonsert við Fróða & The Pink Slips í Tutl á Káta Horninum í miðbýnum í Havn klokkan 16.00 fríggjadagin Rólant Waag Dam Summarredaktørur Tórshavnar Gongufelag skipar fyri túri út í Hest sunnudagin. Tilmelding á Kunningarstovuni. Farið verður av Gomlu Rætt klokkan 8.45 Tiltøk um vikuskiftið Vestanstevna í Sandavági frá fríggjadegnum til og við sunnudagin Summartónar í Leikalund í Klaksvík við Holgar Jacobsen og Torfríð Tavsen leygarkvøldið klokkan 20.30 Italski urguleikarin Enrico Presti spælir tónleik hjá eitt nú César Franck, Saint-Saens, Langlais og John Cage í Havnar kirkju leygardagin klokkan 11.30. Fólkatónleikarastevna í Norðurlandahúsinum í Havn við Lív Næs & Anna Maria Wraae, Serpentine, Villu Veski, Kvonn og Svøbsk Kvartet sunnudagin klokkan 14.00 Summartónar við Jákup Eli Joensen í Royndarhúsinum í Nólsoy leygardagin klokkan 13.30