fríggjadagur 13. juli 2012síða 36
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 77 · 6. juli 2012
4
VIKUSKIFTI
SAMRØÐA
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
– Vón mín er, at Sjálvstýrisflokkurin í
tíðum, sum koma, fer at styrkja støðu
sína í politisku skipanini við meira enn
tí eina løgtingsumboðnum. Samanhald
gevur styrki, og taka vit felags lógvatak,
megna vit at lyfta tung tøk landi og
fólki at gagni.
Tað skrivar Kári P. Højgaard, for
maður í Sjálvstýrisflokkinum, í fororð
unum til minnisritið, sum flokkurin
gav út í 2006. Tá vóru 100 ár liðin, síðani
flokkurin fór at virka.
Sjálvstýrisflokkurin hevur styrkt
sítt umboð í politisku skipanini. Kári
P. Højgaard var einsamallur tingmaður
eftir løgtingsvalið í fjør, men tá sam
gonga skuldi skipast í november, fall
eisini ein landsstýrissessur flokkinum
í lut.
Undirtøkan fyri sosialliberalu hug
sjónini er kortini ikki stór. Í veljara
kanningini, sum Sosialurin kunngjørdi
í síðstu viku, rakk Sjálvstýrisflokkurin
ikki upp um tinggáttina. Hóast for
maðurin ikki óttast úrslitið, so veit
hann, at tað verður torført at halda lív
í flokkinum, um flokkurin ikki fær løg
tingsumboð valt næstu ferð.
Á valinum í 1906 var framburðs
rørslan, sum hevði verið merkt av
spjaðing og klandri, endaliga sprongd.
Mótstøðumenninir, sambandsmenn
inir, skipaðu seg í flokk, og sjálvstýris
menninir skipaðu seg eisini í flokk við
egnari stevnuskrá í 1909, hóast átta
sjálvstýrismenn av 12 vóru í løgting
inum í 1906.
Sjálvstýrisrørslan – ella tjóðskapar
røslan – hevur verið fyri stórari spjað
ing síðani. Allir politiskir flokkar á
tingi uttan Sambandsflokkurin virka
nú í ávísan mun fyri størri sjálvstýri.
Sjálvstýrisflokkurin hevur seinastu
55 árini ikki megnað at sannført føroysku
veljararnar um, at hansara kós er tann
rætta. Síðani seinna heimsbardaga
hevur tingmanningin verið millum eitt
og trý fólk, hóast flokkurin hevur verið
í nógvum samgongum.
Gongdin tykist ikki at venda – men
tað skal hon. Tað vil Kári P. Højgaard,
formaður, leggja alla orku í.
Sjálvstýrisflokkurin hevur í
mong ár verið minsti flokkur á
tingi, og í fleiri førum hevur tú
einsamallur umboðað flokkin á
tingi. Veljarakanningin í síðstu
viku vísti, at flokkurin hevði
ikki rokkið upp um tinggáttina
um løgtingsval var nú. Hví er
neyðugt at halda lív í flokkinum?
– Sjálvstýrisflokkurin hevur virkn
an lut sum mótstøðupartur hjá Sam
bandsflokkinum. Soleiðis hevur tað
altíð verið. Flokkurin hevur verið
oftast í samgongu og kann samstarva
tvørtur um mørk. Sorgarsøgan er, at
sjálvstýrisrørslan er syndrað við tíð
ini. Sambandsflokkurin er sloppin
undan spjaðingini. Tað eru fimm ella
seks flokkar í løgtinginum, sum hava
sjálvstýri í sínum skjaldarmerki.
Men hví er neyðugt at
hava Sjálvstýrisflokkin í
føroyskum politikki?
– Vit eru tann pragmatiski flokkurin á
miðjuni. Tað er gott at hava okkum í
eini samgongu, tí Sjálvstýrisflokkurin er
flokkurin, sum roynir semju á miðjuni,
har sosialliberalur politikkur verður
settur í hásæti. Sosialliberalisman ger
upp við bæði sosialismuna og libera
lismuna, og virkar fyri, at samfelagið
byggir á privatan ognarrætt til fram
leiðslutólini og á fyritakssemi hins
einstaka. Sosialliberalisman er ímóti,
at tað almenna eigur og rekur fram
leiðslutólini, men er fyri eini almennari
stýring fyri at tryggja sunnan fíggjar
ligan vøkstur og sosiala trygd. Sjálv
stýrisflokkurin er meira hóvligur og vil
flyta seg stig fyri stig fram móti størri
sjálvstýri. Og tað vísir seg, at tað er
tørvur á okkum, tá samgongur skulu
skipast.
Laða tit ikki bara upp í
gloppið, sum er, tá sam
gongur skulu skipast?
– Soleiðis kenni eg tað ikki. Ein flokk
ur, sum rennur undan ábyrgd og ikki
vil hava ávirkan, er ikki ein politiskur
flokkur. Vit eru ein virðiligur sam
starvsflokkur.
Tað eru nú 106 ár síðani, at Sjálv
stýrisflokkurin var stovnaður.
Undirtøkan fyri flokkinum er
við tíðini viknað munandi, og
Sjálvstýrisflokkurin hevur í fleiri
førum verið heimsins minsti
politiski flokkur, tá tú hevur verið
einsamallur tingmaður. Eru tað
ikki bara nostalgiskar kenslur,
sum halda lív í flokkinum?
– Eingin politiskur flokkur kann yvir
liva av nostalgi. Trupulleikin er, at vit
duga ikki nóg væl at marknaðarføra
flokkin og tað, vit hava avrikað. Sjálv
stýrisflokkurin hevur ikki eina sterka
rødd, tí vit eru fá. Tað er torført at varpa
ljós á okkara avrik, tá hinir flokkarnir
eru máttmiklari enn vit.
Hví hevur flokkurin ikki
havt størri undirtøku
seinastu 10 árini?
– Orsøkin er kanska, at vit eru meira
hóvlig í okkara framferð. Føroyingar,
sum vilja hava størri sjálvstýri ella full
veldi, tykjast ikki hava tol, men vilja
taka stór fet á fullveldisleið beinan
vegin. Tað er ikki okkara sjónarmið, og
vit fara ikki at víkja frá okkara sjónar
miðum. Okkara politisku lyfti eru
Sjálvstýrisflokkurin, róptur fíni flokkur, hevur verið millum
heimsins minstu politisku flokkar seinastu 55 árini, har tingmanningin
hevur verið millum eitt og trý. Veljarakanningar seinastu árini
hava víst, at flokkurin stendur seg ikki væl – seinasta dømið
var í síðstu viku. Men floksleiðarin hevur ikki mist mótið
Fíni flokkur
berjist fyri at
hóra undan
Mynd: Álvur Haraldsen
...framhald á síðu 6