Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 38

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 77 · 6. juli 2012 6 VIKUSKIFTI heldur ikki gylt, men meira jarðbundin og ítøkilig. Ungdómsarbeiðið hjá flokk­ inum hevur heldur ikki verið nóg støð­ ugt, og flokkurin hevur í ov lítlan mun sett nýggjar politikarar við. Hetta er ein av høvuðsavbjóðingunum. Politisku ungmannafeløgini fáa peningaligan stuðul til sítt virksemi, men limatalið í Unga Sjálvstýri lýkur ikki treytirnar fyri at fáa stuðul frá FUR. Tað skapar sjálvsagt ójavna í politiska ung­dóms­ virk­seminum. Um Sjálvstýrisflokkurin ikki røkkur upp um tinggáttina, tá løgtingsval verður aftur – hvar stendur flokkurin so? – Eg hevði fegin viljað sagt, at hasin spurningurin er hypotetiskur, men tað er hann tíverri ikki. Tað sigur seg sjálvt, at tað verður sera trupult at koma afturí­aftur, um Sjálvstýrisflokkurin ikki fær ting­sess eftir næsta løgtingsval. Rembingar hava verið í Sjálv­ stýris­flokkinum seinastu árini. Besta dømi er, at flokkurin hevur skift formann tvær ferðir seinastu tvey árini, og tað boðar ikki frá støðufesti. Hvussu hevur tú upplivað hesi árini? – Framgongdin var stór, tá Sjálv­ stýris­flokkurin fekk tveir tingsessir á løg­tings­valinum í 2008. Kári á Rógvi hevði størstu undirtøkuna tá, og tað var upplagt, at hann tók við sum formaður, tá hann bjóðaði seg fram í 2010. Tað var eingin orsøk at skapa stríð um formanssessin. Slíkar rembingar, sum hava tikið seg upp, hava stóra ávirkan á ein lítlan flokk, men vit royna nú at finna fótafestið aftur. Tú segði, tá Kári á Rógvi tók sum við formaður, at tú fór undir ongum umstøðum at sita sum formaður 60 ára gamal. Kennir tú teg noyddan at vera formaður í Sjálvstýrisflokkinum nú? – Eg segði, tá eg fór frá sum formaður, at hetta var eftir øllum sólarmerkjum at døma mín seinasta røða sum for­ maður. Kári á Rógvi var ungur og ágrýtin og legði nógv fyri í royndini at vinna Sjálvstýrisflokkin fram. Tað er harm­iligt, at tað ikki eydnaðist. Reglu­ gerðin í Sjálvstýrisflokkinum sigur, at formaðurin skal finnast mill­um landsstýris- ella løgtingsumboð floks­ ins. Eg var einsamallur tingmaður eftir løgtingsvalið í fjør, og tók sostatt við aftur sum formaður. Nei, eg kenni meg ikki noyddan. Vit, sum umboða flokk­ in nú, stríðast fyri hugsjónini og líta frameftir. Sjálvstýrisflokkurin stóð seg ikki væl á løgtingsvalinum í fjør, tá flokkurin misti ein tingsess. Tú fór í samgongu við Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin fyri at fáa ávirkan á føroyskan politikk. Hvussu hevur hetta eydnast? – Tað hevur eydnast í ávísan mun. Tað eru kortini málini um at tiðna ríkis­veitingina, flatskattin og skatta pen­sjón við inngjald, sum hava sett sín sermerkta dám á samstarvið. Tað eru ikki mál, sum Sjálvstýrisflokkurin hevur borgað fyri, og vit hava ikki verið so sjónlig, sum vit vildu. Tað er heldur eingin loyna, at tað ikki var Sjálv­stýrisflokkurin, sum vildi hava hesar broytingar, men tað var eitt krav frá stóru samgonguflokkunum, um vit skuldu vera við. Vit renna ongantíð undan ávirkan, og eru fegin við til at taka nøkur politisk tøk. Tað er okkara skylda. Vit hava skrivað undir sam­gonguskjalið og eru trúgv móti samstarvinum, hóast tað eru partar av skjalinum, sum vit kundu hugsað okkum øðrvísi. Ein veikleiki hevur verið, at samgongulimur tváar sínar hendur í fjølmiðlunum og sigur, at flokkurin ikki tekur undir við politikkinum hjá síni samgongu. Vit hava onga trongd at marknaðarføra okkum sum mótstøðu hjá okkara egnu samgongu. Henda samgongan hevur framt stórar politiskar broytingar seinastu mánaðirnar, og mót­ støðan hevur verið stór. Tað líður Sjálvstýrisflokkurin undir nú, sambært veljara­kanningini. Kann hetta sam­gongu­samstarvið ikki verða eitt bakkast fyri flokkin? – Tað kostar at sita við valdinum, og tað kostar at sita í andstøðu. Tað er okk­ara skylda at vera við, tá møguleiki er fyri tí, serliga tá flokkurin er so lítil. Sjálv­ stýris­flokkurin hevur ásannað, at vit máttu »svølgja nakrar kamelar,« sum tað verður tikið til, fyri at kunna ávirka nøkur av málunum, vit brenna fyri. Tað fekk ikki verið øðrvísi. Hvønn leiklut hava tit í hesum samgongusamstarvinum? – Sjálvstýrisflokkurin hevur ábyrgd av inn­lendismálum, og tað er ein stór av­bjóð­ing. Eg kann nevna nøkur mál, sum fylla ella hava fylt nógv: Vegleiðandi fólkaatkvøðan um komm­unu­samanlegging. Nýggj byggi­ lóg er samtykt. Avtala fingin um olju­ flutning til Skúvoy. Tríggjar oyggjar viður­kendar sum Ramsar-øki. Fremja av­taluna í samgonguskjalinum um at yvir­taka útlendingamál. Umhvørvispolitikkurin er rúgvis­ mikil. Málið er at minka okkara heim­ liga útlát av veðurlagsgassum við 20 pro­sent­um í 2020, og tað má røkkast. Sjálv­stýris­flokkurin verður heldur ikki róptur fíni-flokkur av ongum. Mentan, gransking og útbúgving hava hægstu raðfesting. Ein nýggj fiskivinnuskipan skal fáast í lag, tá vit fara frá verandi skipan í 2018 o.s.fr Veljarakanningin vísti, at tit missa undirtøku. Hvussu syrgir tú fyri, at tað er ein sterkur Sjálvstýrisflokkur, ið hevur havt ávirkan, tá løgtingsval verður aftur? – Tað er ein dári, sum ikki lurtar eftir veljara­kanningum. Tað er kortini ómøguligt hjá okkum at laga okkara politikk eftir veljarakanningum, har tað ofta eru stór sveiggj í úrslitunum. Út­litini fyri at verða sjónlig á politiska leik­pall­inum skuldu verið betri, nú Sjálvstýrisflokkurin hevur umboðan í landsstýrinum, Jógvan Skorheim í løgtinginum og Kristionnu Winther Poulsen sum fyrsta varalim. Mangar truplar og illa umtóktar avgerðir skulu takast, sum krevja breiðan og sterkan politiskan rygg. Tað vil Sjálvstýrisflokkurin. Vit taka ábyrgd av landsins leiðslu. Flokkurin eigur trúgvar stuðlar kring landið, sum altíð eru til reiðar saman við valfeløgum, landsnevnd og Unga Sjálvstýri at rætta eina hjálpandi hond, t.d til løgtingsval. Stóru málini um ríkisveitingina, flatskattin og at skatta pensjón við inngjald, fáa ikki eins stóra umrøðu nú. Tað eru gott og væl trý ár til næsta val, og vit mugu nú syrgja fyri at vera meira sjónlig og vísa á okkara avrik. Eg ivist ikki í, at Sjálvstýrisflokkurin livir væl og røkkur einum góðum úrsliti, tá løgtingsval verður aftur. Mynd: Álvur Haraldsen – Ein veikleiki hevur verið, at samgongulimur tváar sínar hendur í fjølmiðlunum og sigur, at flokkurin ikki tekur undir við politikkinum hjá síni samgongu Vald tingfólk hjá Sjálvstýrisflokkinum eftir seinna heimsbardaga: Símun Petur Zachariasen . . . . . . 1946 – 56 Jóhan Kallsoy . . . . . . . . . . . . . . . . 1950 – 54 Louis Zachariasen . . . . . . . . . . . . 1946 – 50 Djóni í Geil . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1954 – 58 Sámal Petersen . . . . . . . . . . . . . . 1956 – 66 Marius Johannesen . . . . . . . . . . . 1958 – 66 Hilmar Kass . . . . . . . . . . . . . . . . . 1966 – 88 Asbjørn Joensen . . . . . . . . . . . . . 1974 – 88 og 1990 – 93 Frederik Olsen . . . . . . . . . . . . . . . 1980 – 84 Lasse Klein . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1988 – 94 Tórbjørn Poulsen . . . . . . . . . . . . . 1988 – 90 Helena Dam á Neystabø . . . . . . . 1990 – 01 Álvur Zachariasen . . . . . . . . . . . . 1994 – 98 Sámal Petur í Grund . . . . . . . . . . 1998 – 02 Kári P. Højgaard . . . . . . . . . . . . . . 2002 – 12 Kári á Rógvi . . . . . . . . . . . . . . . . . 2008 – 11 Millum varafólkini kunnu nevnast Malla Samuelsen, sum var fyrsta kvinna á Føroya løgtingi, Guttormur Klein, Jákup Sverri Kass og Jógvan Skorheim.