fríggjadagur 13. juli 2012síða 52
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 16 l 16. apríl 2012
4
vikutíðindi
Vilmund Jacobsen
Á barnafestivalinum í Havn næst
síðsta leygardag var eitt av nøvnunum
Óvita Blues Band. Teir, ið manna
bólkin, eru brøðurnir, Beinir og Rani
Troest Rasmussen. Beinir er nýliga
fyltur 12 – og Rani er 9 ár. Martin
Danielsen, sum eisini er við í bólkinum,
er 11 ára gamal.
Beinir spælir guitar og syngur,
Martin spælir bass – og Rani spælir
trummur og syngur kór.
Í dag eru allir tríggir eisini partur av
Kula Rótum, eins og Óvita Blues Band
virkar sum backing bólkur, tá Kula
Røtur taka lut í størri tiltøkum.
100 ferðir á palli
Beinir Troest Rasmussen var hin fyrsti
av teimum trimum, sum gjørdist partur
av Kula Rótum. Hetta var tíðliga á
sumri í 2010, og hetta var samstundis
stutt áðrenn, at Óvita Blues Band
fyrstu ferð vóru á palli á NSÍ-degnum
hin 23. mai sama ár.
Fyrstu ferð, at Beinir var á palli
yvirhøvur, var til eina næmingakonsert
í Løkshøll í mai mánaði í 2009.
Nú barnafestivalur var í Havn næst
seinasta leygardag, hevði hann fram
førslu nummar 100!
Foreldrini hjá Beiniri og Rana, Rann-
vá Troest og Kenneth Rasmussen, hava
ført allar konsertirnar á pappír, sum
synirnir hava verið við í, og yvirlitið vísir,
at bara í fjør var Beinir heilar 47 ferðir
á palli!
Foreldrini ivast onga løtu í, at tað,
at Beinir hevur verið limur í Kula Rótum
í meiri enn tvey ár og soleiðis hevur
samstarvað við Steintór Rasmussen,
hevur verið ógvuliga gevandi fyri 12
ára gamla dreingin.
– Í heiminum hjá okkum er venjing
arhøli, har dreingirnir altíð kunnu
spæla og venja, siga tey.
Góð undirvísing
Allir tríggir ganga til tónleikaundirvísing
hjá Musikkskúlanum, og lærari hjá
Beiniri er Herluf Lützen. Umframt at
spæla guitar, er Beinir eisini farin at
ganga til sangtímar.
– Vit halda, at Beinir hevur verið
fyri stórari menning á tónleikaøkinum,
og hann er eisini farin at skriva egin
løg, har eini tvey løg hjá honum eru
á fløgu hjá Kula Rótum, sigur Rannvá
Troest og Kenneth Rasmussen.
Sindur ovfarin
Óvita Blues Band spæla mest blues-
og rocktónleik.
– Tað dámar okkum væl, men ann
ars dámar mær allan tónleik. Tað, sum
vit hoyra, er, at tað er gott, sum vit
spæla, og fólk eru nøgd – og kanska
eru onkur eitt sindur ovfarin, tí vit
eru so ungir, sigur Beinir Troest Ras
mussen við Vikublaðið.
Beinir Troest Rasmussen, sum er elsti tónleikarin í bólkinum Óvita Blues Band og partur av
Kula Rótum, hevur longu verið 100 ferðir á palli, hóast hann bert er 12 ára gamal
12 ára gamal og
100 ferðir á palli
Bara í fjør
var Beinir
Rasmussen
heilar 47
ferðir á palli
– Beinir hevur verið limur í Kula Rótum í meiri enn tvey ár. Samstarvið við Steintór
Rasmussen hevur verið ógvuliga gevandi fyri 12 ára gamla dreingin, siga foreldrini
Mynd: Eyðbjørn Jacobsen