fríggjadagur 13. juli 2012síða 56
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 29 l 16. juli 2012
8
vikustjórin
Klæðir kvinnur til ólavsøku
- Nú ólavsøkan stundar til, vænta vit nógv fólk á gátt. Øll eru hjartaliga vælkomin,
og vit hava eitt stórt útboð til allar aldursbólkar, siga tær báðar, Heibrith Jacobsen og
Vagna Margitardóttir, sum eiga og reka Klivan í Niels Finsensgøtu í Havn
Vilmund Jacobsen
Tað eru Heibrith Jacobsen og Vagna
Margitardóttir, ið eiga og reka handilin
Klivan, sum húsast á umleið 100
fermetrum í Niels Finsensgøtu 18 í
Havn. Hetta er undir somu lon, sum
Thomas Dam Búnýti og blómuhandilin
Akkuleya eru.
Upprunaliga var tað Katrin í
Gongini, sum byrjaði handilin fyri um
leið 25 árum síðan. Hon hevði havt
Klivan í eini 5-7 ár, tá Heibrith byrjaði
at arbeiða hjá henni, og øll árini síðan
– ella í næstan 19 ár tilsamans –
hevur Klivin verið arbeiðsplássið hjá
henni.
Fyri hálvum áttanda ári síðan
keyptu Heibrith og Vagna Klivan, sum
tá var í SMS, har handilin eisini hevði
verið síðan byrjan. Í oktober í ár verða
fýra ár, síðan handilin flutti úr SMS
og oman í hølini í Niels Finsensgøtu
í Havn.
Heibrith og Vagna komu at kennast,
tá tær báðar arbeiddu hjá Feðgum í
SMS í 1986. Tá vóru tær ávikavist 22
og 19 ára gamlar. Seinni arbeiddu tær
báðar eisini saman í Klivanum, meðan
Katrin átti handilin. Tað var, meðan
Vagna var heimagangandi í eitt ár, at
Katrin í Gongini fór at tosa um, at hon
kundi hugsað sær at selt handilin.
– Vit báðar avgjørdu at keypa
Klivan saman og hava átt og rikið
handilin síðan, sigur Heibrith.
Ljósareyð leðurslips
Báðar minnast tær til tíðina í átta
tiárunum, tá tær arbeiddu saman í
Feðgum.
– Eitt nú minnast vit sera væl til
smølu ljósareyðu leðurslipsini, sum
vóru partur av útboðnum hjá handl
inum. Í dag halda vit, at hesi slips vóru
ljót, men tá vóru tey smørt og vøkur,
siga tær.
– Ja, eg minnist, at eg sjálv keypti
manni mínum eitt slíkt slips, leggur
Heibrith brosandi aftrat.
Tað vóru eisini einstakar kvinnur,
sum keyptu hesi slips at brúka.
Heibrith sigur, at hóast árini í
Klivanum nú tátta í 19, dámar henni
framvegis líka væl.
– Jú, hetta er tað, mær dámar. Eg
haldi ikki, at eg hevði trivist á eini
skrivstovu, men ferðavinnan tykir mær
áhugaverd. Vit vóru í SMS eini 3-4 ár,
eftir at vit keyptu handilin, men okkum
dámar betri niðri í býnum. Her hava
vit útsýni, og her síggja vit árstíðirnar,
sigur Heibrith Jacobsen.
Klæðir til allar
Vagna Margitardóttir sigur, at Klivin
hevur eitt stórt útboð av klæðum til
kvinnur í øllum aldursbólkum – heilt
úr umleið 14 árum og upp til tær
eldru damurnar. Haraftrat selja tær
eisini skógvar og serliga stivlar til
kvinnur.
– Vit keyptu Klivan, tí vit hildu –
og halda framvegis – at merkini í út
boðnum eru góð og áhugaverd. Sjálv
andi hava vit tillagað klædnavørurnar,
soleiðis sum vit halda, at tað er best,
og her eru bæði bílig og dýrari klæði.
Vagna sigur, at Klivin selur øll
klæði til kvinnur, bæði til gerandisligt
og til fínari høvi, og her eru eisini
smart og spennandi mótaklæði. Men
undirklæði eru ikki við í konseptinum
hjá teimum.
– Í sínari tíð seldu vit eisini undir
klæði, men tað krevur nógv at hava
klæðir frá innast til uttast. Vit halda
ikki, at tað riggar so væl at selja bæði,
og tí selja vit bara tey ytru klæðini til
kroppin.
Bæði Heibrith og Vagna hava før
leikan til at klæða eina gentu, kvinnu
ella eldri damu.
– Fyri hálvum øðrum ári síðan tóku
vit báðar tað, sum rópt verður style-
coach útbúgving í Danmark. Hetta er
ein útbúgving, sum fevnir yvir fýra
mánaðir, har nógv er at gera undir
lestrinum. Vit vóru eisini í Danmark
eina ferð um mánaðin hesar fýra
mánaðirnar. Ein slík útbúgving snýr
seg eitt nú um sonevndu kjarnuna hjá
hvørjum einstøkum menniskja. Hvør
hevur sín kropsbygnað, og øll eru eitt
ella annað slag av menniskja.
Vagna vísir á, at klæðir í stóran
mun snúgva seg um, hvussu tú dugir
at seta tey saman – ella, hvussu tú
dugir at »miksa« klæðini.
– Klæðir kunnu ofta miksast á ym
iskan hátt og fyri tann, sum keypir, er
umráðandi, at klæðini kunnu brúkast
– ikki bara einaferð – men nógvar
ferðir. Ofta skal so lítið til sum bara
ein onnur smúkka ella einir aðrir
skógvar fyri, at klæðini síggja øðrvísi
út enn áður.
Klivin selur ymisk klædnamerki til
ymiskar aldursbólkar, men handilin
hevur eisini merkir, sum allar kvinnur
kunnu brúka.
– Úr rúgvuni kunnu vit nevna merk
ið Bitte Kai Rand, sum meiri er til ta
tilkomnu kvinnuna. Onnur merki eru
Day og Plus Fine. Saint Tropez er eitt
merki av bíligara klassanum, sum ser
liga vendir sær til gentuna og ungu
kvinnuna.
Av stivlum hevur Klivin eitt nú
spanska merkið, Sanchoboots.
At seta saman
Heibrith Jacobsen sigur, at eitt er at
lata seg í eftir aldrinum, sum ikki er
so aktuelt longur, tí øll ganga at kalla
í øllum, men til ber saktans at seta
klæðir ymiskt saman, soleiðis at tey
kunnu brúkast til flestu aldursbólkar.
– Nú ólavsøkan stundar til, vænta
vit nógv fólk á gátt. Øll eru hjartaliga
vælkomin, og vit hava eitt stórt út
boð til allar aldursbólkar, siga tær
báðar, Heibrith Jacobsen og Vagna
Margitardóttir.
Klivin hevur opið frá mánadegi
til hósdag frá klokkan 10-17.30,
fríggjadag frá 10-18 og leygardag frá
klokkan 10-14.
Fakta:
Navn:
Heibrith Jacobsen
Aldur: 47 ár
Børn: 3 og 4 ommubørn
Navn:
Vagna Margitardóttir
Aldur: 44 ár
Børn: 2
Størv: Handilseigarar
(Klivin)
Tær hava átt og rikið klædnahandilin Klivan í hálvt áttanda ár, og teimum dámar væl at handla í miðbýnum í Havn. – Her hava vit útsýni, og her síggja vit árstíðirnar, siga tær
Mynd: Vilmund Jacobsen
Klivin hevur
eitt stórt útboð av
klæðum til kvinnur
í øllum aldurs-
bólkum