Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 58

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 29 l 16. juli 2012 10 vikustólurin Filmsarbeiði situr í blóði og genum Eg gleðist um at fáa góðar sendingar og góðar fram­leiðslur í Sjónvarpi Føroya Lýs teg sjálvan við trimum orðum: Ágrýtin, arbeiðssamur, veikur Hvat merki er bilur tín: Peougoet 207 Hvat merki er telefon tín? Nokia Hvør er tín besta summarfrítíðaruppliving? 14 dagar í Teilandi. Eftir sjóferðina við umhvørvisskipinum Densuddhi, sum var smíðað í Føroyum á Tórshavnar Skipasmiðjuni yvir til Tailands í 1996. Hetta var, tá Poul Mohr var í "velmaktini". Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? Góði og góða Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? Formi og skapi - eins og dalar og fjøll. Hvat er tað fyrsta tú, gert um morgunin? Hyggi út eftir okkara góða skiftandi veðri, sum hvønn morgun klæðir náttúruna í nýggjan búna. Hvat stressar teg? Alt tað tú lovar og ætlar tær at gera, sum ikki blívur liðugt og gerst jólatrøll. Hvør er yndislitur tín? Blátt Hvat gleðir teg? At tað gongst væl í samfelag okkara. At vit kunnu fáa góðar sendingar og framleiðslur í Sjónvarpi Føroya. Nær feldi tú seinast eitt tár, og í samband við hvat? Eri sera kensluborin og havi lætt at fella tár bæði í gleði og sorg. T.v.s. í dag og í gjár Hvat var seinasta ynski, sum tú fekst uppfylt? At kunna byrja aftur til arbeiðis, frískur og glaður eftir sjúkratíð. Hvar arbeiðir tú? Sum lærari á Ziskatrøð í Klaksvík, og sum sjálvstøðugur film- og sjónvapsframleiðari. Hví valdi tú at arbeiða innan júst hesa vinnu ella øki? Mær dámar sera væl at undirvísa og fáast við børn og ungdóm. Filmsarbeiðið situr í blóði og genum. Myndatólið er sum eitt av mínum kæru børnum. Hvør er stuttligasta uppliving tín í starvinum? Filmskiksarar og tað, sum hendir handan myndatólið. Nývaknaðir næmingar og skúlabussurin. Hvat lag er heimsins besta? I am the sailor Hvat er besta uppfinningin og hví? WC - besta loysnin og upplivilsi, tá ein er sprongdur. Hvat hevur tú í lummunum beint nú? Ein geyma, kamb, penn, felluknív og stubba av køkspappíri Hvat er títt besta heimaráð? Tá tú er glaður, óður, keddur, irriteraður v. m. - Hugsa teg væl um, áðrenn tú tosar ella skeldar. Hvat er keðiligast við Føroyum og hví? Og dýrt og trupult at vitja onnur støð og mentanar øki Hvussu ofta speglar tú tær? Tá eg við hvørt gangið framvið einum spegli og vil síggja meg sjálvan í eyguni. Hvussu ofta ert tú hjá frisør? Tað ganga tíverri einir 3 - 4 mánaðir ímillum Hvar ert tú um 10 ár? Vónandi eri eg í ferð við at gera ein film av føroyskari skaldsøgu, sum altíð hevur hugtikið meg. Føroyski rithøvundurin er ikki núlivandi. Hevur týtt og yrkt fleiri túsund sálmar og sangir. Tó bert skivað eina skaldsøgu. Meir sigi eg ikki. Annars brúki tíðina úti á Deild á Kirkju saman við børnum og abbabørnum. Og sjálvandi einum av nýggjastu og bestu upptøkutólum. Navn: Zacharias Hammer Byggibúðin mán-hós .. 9:00 - 17:30 frí .............. 9:00 - 18:00 ley ............ 9:00 - 13:00 Timburdeildin mán-frí .... 8:00 - 17:00 ley ............ 9:00 - 13:00 Handverkarabúðin mán-frí .... 8:00 - 17:00 ley ............ stongt opið er soleiðis: Bygma Balslev · Vegurin Langi · tel 34 50 00 · balslev@balslev.fo www.balslev.fo Handverkarabúðin Tilboðið er galdandi so leingi goymslan røkkur, tó ikki longur enn til 6. juli 2012. S240+Sl25 NÚ 79900 SPAR 40000 BacHo s240 TopplyKlaseTT 1/2" topplyklaset við 24 lutum. BacHo sl25 TopplyKlaseTT Bahco 1/4" topplyklasett við 25 lutum. avmarKað nøgD