Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 64

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 29 l 16. juli 2012 16 OL-blaðið Vit ynskja Pál Joensen góða eydnu við OL luttøkuni í London í summar trygging.fo 140 tjóðir hava við árunum vunnið í minsta lagi eitt OL-heiðursmerki, og flest av øllum hevur USA vunnið við tilsamans 2.514 heiðursmerkjum fyri bæði vetrar- og summarleikir, harav 1.008 eru gullmerki. 12 ára gamla Inge Sørensen úr Danmark var yngsti heiðurs­ merkja vinnari í einstak­linga­ítrótt í OL, tá hon í 1936 vann bronsu í 200 metra bringu­svimjing. Eingin ivi er um, at í svimjing er hægsti heiðurin at kappast í OL, og sjálvt um Pál Joensen bæði hevur vunnið og kappast um heiðursmerki í World Cup, EM- og HM-kappingum, so mátti ÍSF ganga aðrar leiðir fyri at tryggja Pál Joensen møguleikan at liva dreymin sum svimjari fult út. – Svimjarar fáa eitt árs karantenu, um teir skifta tjóðskap, so skuldi Pál røkka dreyminum um olympiska svimj­ ing, var neyðugt at fáa øðrvísi sømdir. Skuldu vit fylgt vanligu reglunum, hevði Pál ikki fingið umboðað Føroyar eitt ár undan OL og heldur ikki eitt ár eftir OL, sigur Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti. – Tíbetur fingu vit eitt gott úrslit burtur úr samráðingum millum al­ tjóða olympisku nevndina, IOC, al­ tjóða svimji­sambandið, FINA, og tær før­oysku og donsku ítróttarrørslurnar, so Pál Joensen bæði kann umboða Føroyar í altjóða kappingum og Dan­ mark í olympisku leikunum, uttan at skula í karantenu eitt ár hvørju megin OL. Skump rætta vegin Talan var um eina drúgva tilgongd, ið spakuliga byrjaði afturi í 2009, tá ÍSF spurdi seg fyri niðri, hvussu møgu­leik­ arnir vóru fyri, at Pál Joensen kundi koma við til OL í London. Bæði Pál og onnur høvdu sjálvandi helst sæð, at tað bar til at umboða Føroyar bein­ leiðis í OL-høpi, men so leingi sum tað ikki ber til, er núverandi loysnin av­gjørt tað frægasta, ið kann fáast burturúr. – Fyri okkum í ÍSF hevur tað nógv at siga, at vit framhaldandi kunnu arbeiða fyri at vinna Føroyum sjálv­ støðugan olympiskan limaskap, men uttan at tað forðar nøkrum før­oysk­ um ítróttarfólki í at sleppa við til olympisku leikirnar. Og júst tað letur seg væl gera í hesum førinum hjá Pál, so tað fegnast vit um, sigur Petur Elias Petersen. – Vísir tað seg so, at tað gongst honum væl í London, kann tað eisini blíva eitt gott skump rætta vegin í okkara innsatsi fyri at fáa olympiska viðurkenning. Veruleikin er, at kunnu Føroyar møta upp við einum ítróttar­ fólki, sum fær eitt gott úrslit, verður tað sera torført hjá altjóða olympiska umhvørvinum at blíva við at renna undan Føroyum. Katrin annað mál Tá Katrin Olsen fyri fýra árum síð­ani var við til OL í Beijing, vóru um­støður­ nar ikki ordiliga tær somu, tí tá róði hon sjálv onnur við einum báti, sum ikki verður brúktur í Føroyum allíkavæl, og tí ráddi í tí førinum ikki um at finna nakra serføroyska loysn. – Í førinum hjá Katrin var talan um, at tað bara var ein føroyingur, sum róði í einum donskum felag, og tí var ikki neyðugt við nøkrum serligum reglum. Á jøvnum føti við hinar røðar­ arnar kundi hon fara beint inn í danska hópin, og vit her í Føroyum vóru sjálv­ andi øll errin av, at hon var við, sigur Petur Elias Petersen. – At vit tveir olympiskar summar­ leikir á rað hava føroyingar við til størstu ítróttarhending í heiminum, kann hinvegin ikki annað enn vekja ans í IOC, sum hevur seinasta orðið at siga, tá tað kemur til okkara olympisku viður­kenning. hilmarjan@sosialurin.fo Soleiðis slapp Pál við Við einum fráviki í reglunum fyri svimjarar í altjóða kappingum fekk Pál Joensen møguleikan at sleppa við danska OL-hópinum til London, men annars at svimja víðari sum føroyingur Vísir tað seg so, at tað gongst Pál Joensen væl í London, kann tað blíva eitt gott skump rætta vegin í føroyska arbeiðinum fyri at fáa olympiska viðurkenning Mynd: Álvur Haraldsen