Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 66

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 29 l 16. juli 2012 18 OL-blaðið Vit ynskja Pál Joensen góða eydnu við OL luttøkuni í London í summar trygging.fo Tilsamans 79 av núverandi IOC-limalondum hava ongantíð vunnið eitt OL-heiðursmerki, og eitt nú hevur Monaco verið við til 25 olympiskar leikir, uttan at hava havt so mikið sum ein íðkara millum tríggjar teir bestu í nakrari ítróttargrein. Fyrsti litti íðkari, sum slapp at kappast í OL, var Constantin Henriquez de Zubiera (næstuttast til høgru fremst), sum umboðaði Frakland í leikunum í París í 1900. Síðani fyrstu føroysku sersambondini í 70-unum fingið altjóða limaskap, hev­ ur viðurkenning frá altjóða olympisku nevndini, IOC, verið stóri føroyski dreym­urin. Men hóast ein ítróttargrein fyri og onnur eftir hevur fingið altjóða viðurkenning, so Føroyar eru við í bæði EM- og HM-kappingum á jøvnum føti við onnur, slepst bara ikki upp í part í olympiskum høpi. Upprunaliga søkti ÍSF vegna Før­ oyar í 1984 um at fáa limaskap í IOC, og aftur í 2004 var umsóknin endur­ nýggjað við enn fleiri grundgevingum, men enn hevur hetta miðvísa arbeiði ikki borið nakran ávøkst, tí einki røkist fyri olympisku viðurkenningini enn. – Vit halda fast við, at okkara umsókn um limaskap eigur at verða við­gjørd eftir treytunum, sum vóru gald­andi í 1984. Enn eru vit ikki blivin hoyrd, men vit eiga nógvar og góðar vinir í altjóða ítróttarheiminum, so vit gevast ikki við stríðnum fyri viður­ kenning og IOC-limaskapi, sigur Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti. Tá fyrra umsóknin var farin avstað í 1984, vendi IOC aftur við ynskjum um, at Føroyar skuldu gera onkrar smá­vegis tillagingar í lógunum hjá ÍSF, men sjálvt um hetta var gjørt beinan­vegin, frættist bara einki aftur frá IOC. – Okkara norðurlendsku vinir hava skundað undir eina viðgerð av føroysku umsóknini, men uttan úrslit, og tað vísti seg eisini, at spanski IOC-forsetin, Samaranch, beinleiðis arbeiddi ímóti føroysku viðurkenningini, tí sluppu Føroyar upp í part, kundi tað sama blivið galdandi fyri Gibraltar, sum tá eisini søkti um OL-limaskap, sigur ÍSF- forsetin. Reglurnar broyttar Fyrst í 90-unum blivu reglurnar broytt­ ar, so nýggj limalond í IOC nú skuldu vera sjálvstøðugar tjóðir við ST-lima­ skapi, men hóast hetta, so hevur ÍSF áhaldandi víst á, at umsóknin frá 1984 enn ongantíð er avgreidd, men sjálv­andi eigur at verða viðgjørd eftir tá­verandi treytum. – Higartil hevur tað tó einki givið, men vit trúgva upp á samráðingarvegin í hesum máli, sigur Petur Elias Petersen, sum vísir á, at umframt norður­lendskan stuðul í OL-málinum, hev­ur føroyska viðurkenningin annars í al­tjóða ítrótti givið nógvar vinir, ið fegn­ir vilja hjálpa Føroyum fram á leið. – Í europeiskum høpi er ÍSF við sum eygleiðari til aðalfundirnar í euro­ peisku olympisku nevndini, EOC. Sjálvt um vit bara eru eygleiðarar, sleppa vit har at gera vart við okkara sjónarmið, og tað fløvar væl at merkja, at so mong vilja rætta okkum eina hjálpandi hond í hesum máli. Gibraltar, sum heldur ikki hevur fingið olympiska viðurkenning, er farið rættarliga vegin fyri at fáa sín rætt, men uttan at tað enn hevur givið nak­að. Millum annað hevur Gibraltar roynt at fingið málið tikið upp í altjóða ítróttar­dómstólinum, CAS, men higar­ til uttan nakað ítøkiligt úrslit. – Vit kundu gjørt tað sama, men vilja ikki trýsta okkum inn upp á tann mátan. Heldur vilja vit fáa í lag veru­ ligar samráðingar við IOC um, hvussu vit kunnu fáa limaskap, sigur Petur Elias Petersen. hilmarjan@sosialurin.fo Bæði í 1984 og 2004 hava Føroyar søkt um at fáa olympiska viðurkenning, men hóast einki veruligt svar er fingið enn, verður framvegis arbeitt fyri at fáa Føroyar upp í IOC – Vit halda fast við, at okkara umsókn um limaskap eigur at verða viðgjørd eftir treytunum, sum vóru galdandi í 1984, sigur Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti Mynd: Finnur Justinussen EM og HM – men ikki OL