Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 68

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 29 l 16. juli 2012 20 OL-blaðið Vit ynskja Pál Joensen góða eydnu við OL luttøkuni í London í summar trygging.fo Fyrstu ferð, olympiski kyndilin ferðaðist til allar fimm heims­part­ arnar, var ávegis til leik­irnar í Athen í 2004. Elsti gullvinnari í OL var svenskarin, Oscar Swahn (í miðjuni), sum var 64 ár og 280 dagar gamal, tá hann í 1912 vann gull í skjóting. Hann var við í leikunum í 1908, 1912, 1920 og 1924, og er eisini elsti heiðursmerkjavinnari nakrantíð, tí hann var 72 ár og 281 dagar gamal, tá hann í 1924 vann silvur. Føroyar hava fingið altjóða viður­kenn­ ing í badminton, bogaskjóting, borð­ tennis, flogbólti, fótbólti, hondbólti, judo og svimjing, sum alt eru olymp­ iskar ítróttargreinar, men hetta hevur einki munað, tá ført hevur verið fram, at Føroyar eisini áttu at havt limaskap í altjóða olympisku nevndini, IOC. Ein annar trumfur, ið heldur ikki hevur munað nakað, hevur verið at víst á, at ítróttarsambandið fyri brekað í Føroyum, ÍSB, hevur fullan limaskap í paralympisku nevndini, IPC, sum enntá hevur havt viðurkenning frá júst IOC síðani 1984, ið var sama árið, Føroyar søktu um olympiskan limaskap. ÍSB, sum var sett á stovn 10. apríl í 1980, hevur øll hesi árini verið ljósár framman fyri sín móðurfelagsskap, sum ÍSF má sigast at vera, av tí at ÍSB er sersamband undir ÍSF. Longu frá fyrsta degi hevur ÍSB havt fyrst norðurlendskan limaskap og síðani altjóða limaskap, har tað ber til. Sostatt má ásannast, at ÍSB í nógvar mátar er ein fyrimynd fyri ÍSF, sum eisini við at vísa á eitt nú para­ lympisku viðurkenningina hjá ÍSB, kanska kann styrkja sær eitt sindur um kortini, sum eru í hondini. Higartil hevur tað tó ikki munað, men tað kann ikki annað enn tykjast løgið, at ÍSB hevur olympiska viðurkenning, men at ítróttarsambandið í Føroyum ikki kann fáa tað. Nógv heiðursmerki Longu í 1981 gjørdi ÍSB sína fyrstu kappingarferð uttanlands til Vest­ manna­oyggjar í Íslandi, og síðani hevur ÍSB verið við til bæði NM-, EM- og HM-kappingar, umframt sjálvsagt para­lympisku leikirnar, og allastaðni eru vunnin hópin av heiðursmerkjum hesi árini, og serliga í svimjing. Hesa fyrstu ferðina spurdist einki heiðursmerki burturúr, men tá farið var avstað aftur tvey ár seinni til Finn­ lands, eydnaðist bara 15 ára gomlu Katrin Johansen at gerast norður­ lendskur meistari, og tað skuldi vísa seg at vera byrjanin til eina glæsiliga tíð hjá teimum í ÍSB við nógvum heiðurs­merkjum fyri framman. ÍSB hev­ur hesi árini megnað at vunnið bæði fleiri OL-, HM- og EM-gullmerki. Hæddarpunktið higartil var afturi í 1988, tá Kristina Næss á paralympisku leikunum í Seoul vann gull í 100 metra ryggsvimjing, sum higartil er ein­asta paralympiska gullmerki, sum er vunnið fyri Føroyar, umframt at Tóra við Keldu vann trý heiðursmerki og Katrin Johansen tvey. ÍSB hevur øll hesi árini ikki bara verið við, men hevur eisini í mongum førum gingið undan og verið eitt av álitunum hjá paralympisku rørsluni, ið altso hevur eitt tætt tilknýti til altjóða olympisku nevndina, IOC. Nevnast kann, at bretski forsetin í IPC, Sir Philip Craven, sum fyri tveimum árum síðani vitjaði í Føroyum, er nevndarlimur í al­ tjóða olympisku nevndini. Paralympiska rørslan hevur vaksið seg stóra og sterka, og í dag telur hon yvir 200 limalond, harav talan er um 174 paralympiskar nevndir í lima­ londum kring knøttin. hilmarjan@sosialurin.fo Ítróttarsambandið fyri brekað í Føroyum, ÍSB, hevur havt limaskap í paralympisku nevndini, IPC, síðani 1984, sum annars var júst tað árið, tá Føroyar á fyrsta sinni søktu um olympiska viðurkenning Katrin Dagbjartsdóttir (fyrr Johansen), sum vann fyrsta ÍSB-heiðursmerkið í NM í 1983, og Kristina Næss, sum í Seoul í 1988 vann fyrsta og higartil einasta føroyska gullmerkið á paralympiskum leikum. (privatmynd) ÍSB hevur gingið undan