fríggjadagur 13. juli 2012síða 82
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 29 l 16. juli 2012
34
OL-blaðið
Vit ynskja Pál Joensen góða eydnu
við OL luttøkuni í London í summar
trygging.fo
Tríggir menn hava vunnið gullmerki í somu einstaklinga
ítrótt fýra olympiskar summarleikir á rað. Teir eru danski
finnjollusiglarin, Paul Elvstrøm, frá 1948 til 1960, ameri
kanski klingruvarparin, Al Oerter, frá 1956 til 1968, og
amerikanski longdarleyparin, Carl Lewis, frá 1984 til 1996.
Grikkaland er einasta
land, sum hevur
kappast undir sínum
egna flaggi á øllum
summarleikum higartil.
Tá vit tosa um føroyingar í olympiskum
høpi, hugsa tey flestu sjálvandi um
Katrin Olsen, sum var við til OL í
Beijing í 2008, og Pál Joensen, sum
nú skal til OL í London, men har er
ein føroyingur aftrat, ið bæði var við
í Beijing og skal við til London. Tað er
Schandorff Vang, sum dømdi í boga
skjótingina í 2008 og aftur skal gera
tað nú, eins og hann í 2000 var við til
paralympisku leikirnar í Sydney.
– Olympisku leikirnir eru tað
størsta, tú kanst sleppa at døma, og
tað er eisini tað, øll fara eftir. Bara
tað, at koma so langt, er eitt avrik í
sjálvum sær, og tað eri eg eisini errin
av. Men so skal eisini sigast, at ta
løtuna, kappingin er í gongd, er tað
ikki øðrvísi enn at døma eina vanliga
kapping her heima í Føroyum, sigur
Schandorff, ið seinnu árini hevur gjørt
nógv við dømingina.
Hann dylur heldur ikki fyri, at tað
í ein ávísan mun ræður um, at tú ikki
krógvar teg burtur, um tú skalt gera
teg galdandi í dømingini, tí avrikini
verða alla tíðina vigað, og tað eru
altso bara tey bestu, ið sleppa við til
tær stóru kappingarnar.
Dómararnir í olympisku leikunum
eru 13 í tali, harav ein er formaður
ella høvuðsdómari, og hesir koma úr
øllum heiminum. Og Schandorff sigur,
at ert tú ikki dugnaligur, sleppur tú
bara ikki við.
Mugu halda seg til
– Umframt at hugt verður eftir, hvussu
fólk døma, so telur eisini nógv, hvussu
tú riggar saman við øðrum fólkum, tí
tað sosiala vigar eisini nógv. Tað er
heildin, sum er avgerandi, og tí nytt
ar einki, um tú bara heldur teg fyri
teg sjálvan og ikki ert við, tá mál
verða vend og støða skal takast til
ymiskt, ið kann stinga seg upp, sigur
Schandorff.
Hann sigur seg eisini hava lagt til
merkis, at er tað onkur millum dóm
ararnar, ið ikki heldur seg framat og
ikki er uppií, so er viðkomandi heldur
ikki við, tá avtornar.
– Hinvegin mást tú tora at bjóða
teg fram og halda teg til, og eitt
nú skalt tú tora at bjóða teg fram
sum formaður í teimum stóru kapp
ingunum. Sjálvur havi eg til dømis verið
formaður í fleiri størri kappingum,
millum annað tvær ferðir í Turkalandi,
so umframt at tað gevur royndir, vísir
tað eisini, at hetta er nakað, sum eg
fegin vil, sigur hann.
Nú OL í London er á skránni, skal
Schandorff Vang møta nakrar dagar
áðrenn, so stundir eru at kanna eftir,
um breytirnar eru í lagi og umstøð
urnar annars lúka tey krøv, ið verða
sett. Og av tí at olympisku leikirnir
í stóran mun snúgva seg um miðlar
og sjónvarping, skulu tey tingini eisini
gjøgnumgangast, áðrenn kappingar
nar byrja.
Skjóta bara recurve
Meðan føroysku kappingarnar fevna
um bæði recurve- og compundskjóting,
so er er bara recurveskjóting á olymp
isku leikunum, har 64 kvinnur og 64
menn kappast. Talan er eisini bæði um
einstaklingakapping og liðkapping, so
dystirnir eru nógvir í tali, og tí gongur
kappingin í bogaskjóting yvir fleiri
dagar.
– At bara recurveskjóting er í OL,
stendst fyrst og fremst av, at fleiri
heiðursmerki fáast ikki til boga
skjóting, og skulu heiðursmerki eisini
vera til compoundskjóting, má lið
skjótingin sleppast, og tí er áhugi ikki
fyri, sigur Schandorff, ið eisini vísir
á, at kappingin hevði verið fýra ella
fimm dagar drúgvari, um compound
var aftrat, tí skotið verður á teimum
somu breytunum.
– Fyri at compoundskjúttarnir
allíkavæl skulu hava okkurt serligt at
gleða seg til og síggja fram til, verður
skipað fyri einari aðrari kapping, ið
rópast World Games, har recurve
skjóting ikki er við, men bara com
pound. Hinvegin hevur uppskot verið
um at tikið compound við í vetrar-OL,
kanska sum innandura skjóting, men
tað hevur heldur ikki vunnið frama, tí
framvegis hevði verið trupult at fingið
heiðursmerki til tað, uttan at tikið
burturav onkra aðrastaðni.
Skjúttarnir, sum eru við í OL, eru
teir bestu í heiminum, og undan
summarleikunum hava teir í hálvt
annað ár ella so verið við í nógvum
kappingum, har teir hava savnað sær
neyðugu stigini, so teir kunnu sleppa
við til OL.
Tá talan er um bestu skjúttarnar, so
er talan eisini um bestu dómararnar,
so har kunnu vit føroyingar breggja
okkum av, at vit umvegis Schandorff
Vang sleppa upp í part – enntá aðru
summarleikirnar á rað!
hilmarjan@sosialurin.fo
Schandorff Vang var við til paralympisku leikirnar í Sydney í 2000 og olympisku leikirnar í Beijing í 2008,
so nú hann í næstum fer til OL í London sum dómari, er tað hansara triðja ferð í olympiskum høpi
Olympiski
dómarin