Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 88
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 88

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 16 l 16. apríl 2012 40 Lýsing Allar kvinnur vita at tað ofta kann vera ringt at finna einar cowboybuksir, ið sita væl, men her kunnu Eyð og Ann­britt frá Sorella fortelja, at cow­ boy­buksur frá merkinum Pulz, ið tær umboða, eru so fjølbroyttar, at næst­ an allar kvinnur finna tað tær ynskja. Klædnahandilin Sorella í Miðvági eiga og reka systrarnar Eyð og Ann­ britt, tí hava tær eisini valt navnið Sorella, ið merkir systir á italienskum. Tær lótu á fyrsta sinni hurðarnar upp tann 3. september 2005 og vóru hølini tá í Sørvági. Í dag er handilin í Miðvági, í hølum, ið bert liggja 50 metrar frá høv­uðs­vegnum. Eftir at Sorella flutti til Miðvágs kunnu systrarnar gleðast um at síggja fleiri avoyggja-kvinnur, vitja handilin í samband við at tær hava verið ein túr á flogvøllinum. Sorella umboðar fleiri ymisk klædna­merkir, hesi eru: Vero Moda, Only, Pieces, Pulz, Etui og Oxmo. Við so stórum úrvali, er tað møguligt hjá kvinnum, í so at siga øllum aldurs­bólk­ um, at finna okkurt, ið júst teimum dámar. Fyri stuttari tíð síðan valdi Sorella at víðka teirra útboð av vørum við gávu og prýðislutum til heimið, so manglar tær til dømis eina lítla gávu til vinkonuna ella eina føðingardagsgávu ella bonkin í gongina so er tað at fáa í Sorella. Um maðurin hevur ringt við at finna gávuna til konuna so eru tær báðar altíð til reiðar at vegleiða og hjálpa. Ein annar møguleiki er at keypa gávukort Sorella er eisini at finna á Facebook, har verða myndir og upplýsingar javnan lagdar út, so tað er bert at fara inn á síðuna um tú ynskir at fáa meiri at vita um klædnahandilin. Sorella klæðir manga kvinnu