fríggjadagur 13. juli 2012síða 92
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 16 l 16. apríl 2012
44
G!
Vikutema
Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eystur
kommunu
U
ndir slagorðinum “Savna góð minnir
saman” kunnu føroyskir ungdómar sam
an við foreldrum og øðrum borga fyri,
at G-festivalurin aftur í ár verður ein minnilig
fólkaveitsla. G! ímyndar ógloymandi minnir, tað
góða lívið og sosiala samveru - við tónleikinum
í miðdeplinum.
Árligi G! festivalurin er hæddarpunktið í
árinum fyri nógvan føroyskum ungdóm. Ár eftir
ár streyma ungdómar í túsundatali til Syðrugøtu
fullir av dreymum, vónum og væntanum, og ár
eftir ár fara tey heimaftur við stúgvandi full av
ógloymandi minnum.
Løturnar í tjaldinum saman við gomlum og
nýggjum vinfólkum eru brendar rimmarfastar á
nethinnuna, og rútmurnar frá teimum nýskapandi
tónleikabólkunum á sandinum runga í høvdinum,
langt eftir at tónleikurin er tagnaður.
Garrvilt – men við skili
G!festivalurin er eitt brak av eini tónleikaveitslu.
Eitt deiliga óhátíðarligt, stuttligt, festligt,
ósnobbut og kærkomið innslag í føroyska summ
arinum, sum vit í Eysturkommunu eru errin av at
kunna hýsa innan fyri bøgarðar okkara.
Sum vertskommuna er tað okkara vón, at
tann góði tónin, sum hevur valdað á G! sleppur
at halda fram, nú føroyskir ungdómar enn eina
ferð eru farnir at búgva seg út til nýggjar og
ógloymandi upplivingar í Syðrugøtu.
Tí tað er einki dulsmál, at har ungdómar
koma saman til stór tiltøk, har stórar væntanir
og spenningur eru í luftini har er eisini vandi
fyri at onkur leypir framav. Tí arbeiða vit fyri, at
ballingarmentanin ikki setur dagsskránna, har vit
og skil verður tveitt fyri borð.
Saman kunnu vit forða fyri, at tað stóra brakið
ikki skal geva baksláttur, so at fólkaveitslan
ikki endar sum ein flóvislig marra við skaða og
timburmonnum.
Trygdin í hásæti
Tjaldingarøkið er staðið har nógvir festivalgestir
koma saman, og nógv verður gjørt burturúr
fyri at seta dám á tjaldingina við fløggum og
bannarum.
Fyrireikararnir handan G! festivalin gera
eisini nógv burturúr trygdini. Eitt stórt lið av
sjálvbondum fólkum eru til reiðar at veita
hjálp, um skaði skuldi hent. Skipað verður fyri
vaktarhaldi, og ansað verður eftir, at tað er trygt
hjá øllum at vera á G!.
Men fyrst og fremst vænta vit, at øll tit, sum
fara at vitja í Syðrugøtu hesar dagarnar, fara at
sýna góðan festivalsið og rættan G!anda.
Góðu foreldur
Nógv av teimum, sum fara á G! eru tannáringar,
og tí hava foreldrini eisini ein part av ábyrgdina
av, at alt spælir væl av. Saman við SSP, sum er
samstarvið millum skúla, sosialar myndugleikar
og politi, vil Eysturkommuna vísa á týdningin av
foreldraleiklutinum í samband við eitt so stórt
tónleikatiltak sum G!.
Uttan at trútta ella at veipa við hevjaðum
peikifingri ber til at greiða børnunum frá, at
hóast tað er bæði garvilt, superkul og ótrúliga
stuttligt á G! so eru ólátaður og skilaleysur
atburður ikki partur av teirri eyðkendu feitu
G!mentanini.
Saman við fyrireikarum og øðrum kunnu
foreldrini gera sítt til, at tey ungu fáa eina góða
uppliving í tónleikarliga umhvørvinum á G!. Eitt
upplivilsi fyri lívið saman við vinum at “Savna
góð minnir saman”. Minnir, har tað góða lívið,
samveran og tónleikurin er í miðdeplinum, og
har ballingarmentanin ikki setur dagsskránna.
Foreldrini besta fyribyrgingin
Tíbetur síggja vit, at nógv foreldur og onnur
vaksin taka ábyrgdina í størsta álvara og gera
nakað ítøkiligt fyri at børnini skulu fáa ein so
góðan festival sum til ber. Tey koyra børnini
á festivalin, bera teimum mat og turr klæðir
og syrgja fyri at tey koma heimaftur í øllum
góðum.
Børn eru ikki myndug fyrr enn tey eru 18
ár, og tað er umráðandi, at vit foreldur taka
foreldraábyrgdina í álvara. Í hesum sambandi
ræður um, ikki bert at hugsa um síni egnu børn,
men eisini um vinfólk teirra.
Royndirnar vísa, at ótálmað ballarí kann
spilla G! festivalin ella gera festivalin til eina
hálva uppliving hjá teimum ungu, og her hava
foreldrini ein ógvuliga týdningarmiklan leiklut.
Kanningar, sum SSP hevur gjørt millum tey
ungu vísa, at tað eru foreldur, systkin og vinir, ið
geva teimum ungu rúsdrekka. Tí ber av røttum
til at spyrja: “Er tað í lagi, at foreldur keypa
rúsdrekka til tey ómyndugu børnini”?
Hvussu svarað verður, so er ið hvussu er
greitt, at foreldur mugu vera fyrivarin og sýna
varsemi. Av royndum vita vit, at hava foreldur ta
greiða støðu, at børnini ikki mugu drekka, meðan
tey eru ung, tálmar tað rúsdrekkanýtsluni hjá
børnunum.
G! er tónleikur og staðið at “Savna góð minnir
saman”. Veðrinum ráða vit ikki yvir, men vit, sum
fylkjast um G!, kunnu øll gera okkara til, at tey
ungu minnast til stýra sær og ansa eftir sær
sjálvum og øllum hinum, sum tey eru saman við
til hesa stóru løtuna í Syðrugøtu.
Góðan G!festival øll somul.
Savna góð minnir saman á G!
Ímyndin av barnavinarligheit og jalig
um familju-undirhald, Angela Peter
sen, skipar aftur í ár fyri spennandi,
mennandi og stuttligum tiltøkum til
börnini. Í fjør vóru tvær ymsar tíðar
øldir blandaðar saman, nútíð og
víkingaöld, men í ár verður temaið
ymsar mentanir blandaðar saman.
Stöðið verður tikið í Föroyum og
Afrika. Hvussu eitt afrikanskt barna-
og familjutiltak sæð út? Tað koma
gestirnir at fáa eina fatan av við
nógvum trummum, flottum klæðum,
søgum og sangum. Eisini verður ein
afrikanskur verkstaður, har møguleiki
verður at flætta hár, gera afrikonsk
armbond og royna afrikanskan mat.
Umframt afrikanska temaið verð
ur ponyríðing, legendariska skatta
veiðan, og ymsar framførslur m.a.
ein poppkonsert við James Olsen og
barnaprix vinnaranum Súsanna Kjær
bek Poulsen.
Skráin fyri familjutiltakið:
Hósdagin: Ponny ríðing 18-20
Fríggjadagin: Ponny ríðing 16-20
Kl. 11.00 Verkstøð, har man kann
gera afrikansk armbond, hárflætting
og smakki royndir av afrikanskum
mati
Kl. 12.00 Afrikanskt barnaundirhald,
trummudansur, søgur og sangur.
Kl. 13.00 Barnaprix vinnarin 2012
Súsanna Kjærbæk Poulsen
Kl. 13.30 Pop konsert við James
Olsen
Kl. 14.00 Tann stóra Skattaveiðan
við m.a Kaptein Gardar
Kl. 14.00 Ponnyríðing 14.00-18.00
Barna og familjutiltak leygardagin á G!