Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juli 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. juli 2012 · Nr. 82 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Keyboardspælarin Jon Lord, sum var við at skrivað nógv­ ar av kendu sangunum hjá Deep Purple, er deyður. Jon Loard doyði mándagin í London, eftir at hann í longri tíð hevur verið sjúkur av krabbameini. Hann var 71 ára gamal. Jon Lord var føddur í Lei­ cester í Onglandi í 1941. Hann fekk undirvísing í klassiskum pianospæli frá tí, at hann var fimm ára gamal, og klassiski inngangur til tónleikin eyð­ kendi eis­ini hansara spæl í stóru rock­bólkunum, sum hann var við í. Jon Lord var fyrst og fremst legendariski key­ board­spæl­arin í rockbólk­in­ um Deep Purple, sum hann eisini stovnaði. Hann var við til at skriva fleiri av hitt­ unum hjá Deep Purple, eitt nú Smoke On The Water. Jon Lord spældi við í Deep Purple frá 1968 til 1976 og aftur frá 1984 til 2001. Hann spældi eisini við bólkum sum Whitesnake og Paice, Asthon & Lord. Eini 30.000 føroyingar hava vanga­ mynd á sosiala netverkinum Face­ book, og kring heimin eru fleiri enn 900 milliónir brúkarar. Seinastu fýra árini er talið á brúkarum níggju­faldað, og talið er framvegis í vøkstri. Facebook er netverk, sum ber møguleika við sær at deila myndir, tekst og annað, og tað ber eisini til at kjatta við vinir. Facebook er eisini pallurin fyri einum nýggjum slagi av kjaki og túnatosi. Tað, sum áður varð hildið í bindiklubbum ella undir húsa­vegg­ um, er nú í ein vissan mun kom­ið á Facebook, og tað, sum fólk kjak­aðust um í egningarskúrum, í kaffistovum og arbeiðsplássum, er eisini blivið meira alment umvegis sosiala netið. Tíðin er farin frá, at tey, sum høvdu okkurt upp á hjarta, hugsaðu seg um, skrivaðu tað niður, sendu tað við postinum og fingu tað í bløðini. Nú er ógvuliga stutt frá tanka, frusteratión, irritiatión ella gleði og til at fáa tað út á ein meira og minni almennan pall – Facebook. Nú kunnu øll í prinsippinum hava meiningar um alt allatíðina – al­ ment. Viðmerkingar kunnu um­ veg­is Facebook gerast á stóru por­talunum, og tað ber til at við­ merkja meiningar hjá øðrum. Og tað gongur lívliga fyri seg. Fólk siga sína hugsan, kjakast, ilskast og leggja viðhvørt eftir navngivnum persónum. Tað verður ikki spart upp á krútið, og við hvørt hugsa fólk seg als ikki um, áðrenn tey sláa nevan á knappaborðið og trýsta á send. Men internetið og Facebook hava eisini havt tað við sær, at einvegis samskiftið frá stórum fyritøkum, almennum stovnum og politikarum er burtur. Nú fær alt mótspæl allatíðina, tí fólkið er sloppið fram at samskiftispallunum. Kjakið er meira víðfevnt og fjølbroytt, og hóast tað eisini kann verða ógvuliga lítið undirbygt ella argumenterandi, er tað ein fyrimunur fyri eitt fólka­ ræði, at tað ber til at siga sína hugs­ an, tá ið tú hevur hug til tað. Men við óavmarkaða frælsinum fylgir eisini ábyrgd, og tað eigur at vera hugsað um hetta. Eingin ynskir sensur ella avmarking av talu­ frælsinum, men tað eigur at verða hugsað um avleiðingarnar, sum ógrund­aðir pástandir, æru­meið­ ing­ar, óndsinnaðar viðmerk­ing­ar og per­sónligt briksl kunnu hava – bæði fyri tann einstaka, familjur og samfelagið. Tað ræður um at vísa fyrilit og atlit – eisini í Facebook kjaki og túnatosi. Ikki fyrrenn tað verður livað upp til hetta kunnu vit siga, at nýggju møguleikarnir fyri almennum kjaki stimbra undir fólkaræðið, sum kjakið á altjóða pallin­um eigur at gera. Við óavmarkaðum skrivi­ frælsi fylgir eisini ábyrgd Átalar drál Túnatos á altjóða palli Í meira enn tveir mánaðir hevur leiðarin í Sea Shep­ herd felagsskapinum, Paul Watson, sitið í gegli í Týsk­ landi. Watson varð handtikin í Frankfurt 13. mai orsaka av einari 10 ára gamlari umbøn frá Costa Rica um at handtaka hann. Watson er skuldsettur fyri at hava gjørt seg inn á skipaferðslu í Costa Rica í sambandi við upptøkurnar til filmin Sharkwater. Með­ an bíðað verður eftir ein­um rættarúrskurði um, hvørt Watson skal latast mynd­ug­ leikunum í Costa Rica, sit­ur hann í fongsli. Sea Shep­herd heitir nú á fólk um at leggja trýst á týsku myndug­ leikarnar fyri at fáa teir at lata Watson leysan. Jon Lord deyður Lítil munur millum fisk og festival Janus Rasmussen Meldurin á síðu 6-7 Verið saklig um Famará Magnus Brattaberg Absalonsen Kjak á síðu 11 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Heilsufrøðiliga Starvs­stov­ an hevur fingið átalu frá Løgtingsins Umboðsmanni fyri handfaringina av eini umbøn um alment innlit. Tað var ikki í lagi, at Heilsufrøðiliga Starvs­ stov­an brúkti 29 dagar um at svara umbønini og ikki beinanvegin kom við eini grundgeving fyri, hví um­bønin ikki varð svarað beinan­vegin. Áðrenn 10 dagar eru farnir skal umsøkjarin hava svar, um ikki annað fyri at fáa at vita, nær avgerðin verð­ur tikin. Tá ið umsøkjarin umsíðir fekk svar, var umberingin frá stjóranum á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til seina svar­ ið, at hann ikki hevði havt stundir at avgreiða málið. Tann umberingin kundi ikki brúkast, sigur Løg­ting­ sins Umboðsmaður, tí her var ikki talan um nakað fløkja­s­ligt mál. - Kunningin frá Heilsu­ frøði­ligu Starvsstovuni gev­ ur eftir mínum tykki eina fatan av, at stovnurin ikki raðfestir viðgerð av inn­ lits­áheitanum serliga høgt, sigur Løgtingsins Umboðs­ maður. Hon sigur eisini, at stór arbeiðsbyrða hjá stjóranum ikki er nøkur umbering fyri ikki at halda ásetingarnar í innlitslógini. Lagt verður aftrat, at tað er ein serlig skylda at svara skjótt, tá ið tað eru fjølmiðlar sum biðja um innlit, tí fjølmiðlar við­gera aktu­ell mál, sum hava al­ mennan áhuga. Watson í fongsli í Týsklandi