Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 20. juli 2012 · Nr. 83 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 www.banknordik.fo Meira tíð til ráðgeving Avgreiðsla Tørvurin á persónligari ráðgeving økist. Tí broytir BankNordik upplatingartíðirnar fyri avgreiðslu við kassan. Frá 1. august eru avgreiðslutíðirnar hesar: Mánadag–fríggjadag: Kl. 10–16 Hósdag: Kl. 10–17 Meira ráðgeving Upplatingartíðirnar fyri persónliga ráð geving sambært avtalu verða víðkaðar frá 1. august: Mánadag–fríggjadag: Kl. 9–16 Hósdag: Kl. 9–18 Uttan fyri avgreiðslutíð bankans kanst tú nýta sjálvtøkuna til at taka út pening umframt síggja bókingar og saldu á kontu tíni. » » Frá 1. august broyta vit upplatingartíðirnar Formula | Stiðjagøta 11 | Postboks 1078 | FO-110 Tórshavn | Tel (+298) 344000 | www.formula.fo Vegna økt virksemi á Fiskivinnudeildina søkja vit eftir einum nýggjum starvsfólki. Umframt okkara egnu skipanir umboða og samstarva vit á fiskivinnuøkinum við Marel í Íslandi. Fiskivinnuútgerðin, ið vit veita og røkja, er teknisk útgerð so sum reinskeriborð, flokkarar, portións- kutari, vektar-skipanir og onnur teknisk útgerð. Vit veita eisini ymiskar telduskipanir til nevndu útgerð. Arbeiðið umfatar: • Uppsetan og røkt av omanfyri nevndu útgerð • Frálæru í nevndu útgerð og skipanum • Tænastuveiting Vit rokna við, at tú hevur: • Góðan kunnleika til fiskivinnuna • Útbúgving sum elektronikteknikkari, ella aðra líknandi tekniska útbúgving • Skil fyri framleiðsluútgerð og kunnleika til EDV á brúkarastøði • Áræði og áhuga at vera partur av eini deild í vøkstri • Skil fyri, at fiskivinnan setur stór krøv til tænastu, soleiðis at arbeiðsdagurin ikki altíð kann verða innan vanliga arbeiðstíð Vit vænta eisini, at tú ert dynamisk/ur, kundavinarlig/ur, hevur ein jaligan hugburð og hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, samstundis sum tú kanst arbeiða sjálvstøðugt. Vit bjóða eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, har vit arbeiða tvørtur um fakmørk, har fakligu avbjóðingar- nar eru í hásæti og saman við tínum starvsfeløgum gongur tú eini spennandi yrkisleið á Formula á møti. Góðir møguleikar eru fyri persónligari menning. Vit bjóða eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving. Send tína umsókn við prógvum til Hans Paula Petersen á teldupost adressu hpp@formula.fo. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hans Paula Petersen á áðurnevndu teldupost adressu. Umsóknarfreistin er: Hósdagin 30. august 2012 Stutt um Formula: Okkara aðalmál er at viðvirka til at okkara viðskiftafólk fáa økt kappingarføri. Virksemið hjá Formula er skipað í vitanareindir har góðskan verður tryggjað umvegis altjóða góðkenningar. Á Formula starvast 70 starvsfólk, og vit hava hølir í Tórshavn, Runavík og Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við eini eginfígging á 70% og einum gjaldførislutfalli á 355. Á Formula eftirmeta vit áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis kundanøgdsemiskanningum og búskaparligum úrslitum. Starv á Fiskivinnudeildini hjá Formula