Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-20, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2012síða 28

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. juli 2012 · Nr. 83 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Seinnapartin í gjár byrjaði ársins G! Festivalur. Longu mikukvøldið komu nógv fólk á festivalin, og í gjárkvøldið sluppu tey so at hoyra tónleik. Fyrsta framførslan var seinnapartin, og út á kvøldið kom rættiligt lív á Sandinum og á Spæliplássinum, har konsertirnar verða hildnar. Bæði føroyskir og útlendskir bólkar spældu á G! Festivalinum í gjárkvøldið, og á stóra palli á Sandinum bar millum annað til at hoyra tungmálmsbólkin Hamferð, sum fekk hjálp frá Eivør til eina sangin. Á Spæliplássunum høvdu Høgni og Benjamin frálíkar framførslur. G! Festivalurin heldur fram í dag og í morgin, og leygarkvøldið verður stóra navnið hesaferð, Tim Christensen, at hoyra. Í kvøld verður Veronica Maggio á pallinum. G!óð byrjan í Gøtu Hamferð, Høgni og Benjamin settu futt í fyrsta tónleikadagin á ársins G! Festivali