fríggjadagur 20. juli 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. juli 2012 · Nr. 83
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Olsen
Kai, hvat er hetta fyri bátur?
Tú, hetta er ein sonevndur
teinæringur, sum sigst hava
verið í Mykinesi í gomlum
døgum. Stig vóru tikin at
fara at smíða bátin fyri fleiri
árum síðani, men stígur kom
í. Ætlanin hevur ligið og bíðað
í 12 ár, men so tosaði eg við
Óla Mikkelsen og spurdi, um
vit ikki skuldu fara at smíða
bátin, um eg fekk skaffað
høli. Tað vóru teir við upp á,
og so tosaði eg við Mourits
Mohr á skipasmiðjuni MEST,
og tað var ikki meir enn
hálvtalað orð, so slapp eg inn
her at smíða.
Eg fór til verka tann 1. apríl
í ár og havi smíðað hvønn
dag, ofta langar dagar. Nú er
so komið upp undir land, og í
dag fáist eg við at seta knøini
í, og so havi eg rengurnar,
ennispónir, tollahol, tollar
og borðskeytar eftir at gera.
Aðrir taka sær av mastrini,
seglum og árum, og onkur
skal smyrja bátin, tá ið hann
verður liðugur, so at hann
kann fara á flot – helst áðr
enn ólavsøku.
Hvaðani kemur tilfarið?
Eikina havi eg keypt her á
skipasmiðjuni. Eg haldi, teir
fáa hana úr Týsklandi, og
furuna hevur Óli Mikkelsen
keypt úr Norra, úr onkrun
dali nærindis Bergen. Hon
kom til Føroya í 2000, havi eg
skilt tað rætt, og hevur síðani
ligið, og eingin er líkasum
komin víðari, fyrr enn eg
fór at tosa við teir, og nú eru
vit so komnir hertil. Kjølur
og reisingar eru úr eik, og
borðini eru fura.
Hvør munur er á súðu
bygging og kravellbygging?
At smíða súðubygdan bát
og kravellbygdan bát gongur
ikki fyri seg upp á sama máta.
Skip verða ofta kravellbygd,
og tað vil í stuttum siga, at
bondini verða reist fyrst,
síðani
verða
plankarnir
festir kant ímóti kanti og
kolfatraðir. Føroyskur bátur
verður súðubygdur – útsíðan
verður gjørd fyrst so at siga
– borðini verða laðað upp og
klinkað saman í súðunum, og
bondini verða feld í aftaná.
Hava teir brúkt so stórar
bátar í Føroyum?
Eg havi so ikki hoyrt
um tað fyrr enn nú, teir
tosa um henda vælsignaða
teinæring, sum skal hava
verið í Mykinesi. Í so fall hev
ur hann helst verið norsk
ur. Føroyingar brúktu áður
norskar bátar; føroyski bát
urin er ikki so ógvuliga gamal,
ikki sum hann sær út í dag.
Føroyskir bátasmiðir hava
lagað hann eftir føroyskum
umstøðum. Hann er lættur
at draga, lættur at rógva og
er í allar mátar væl egnaður
til okkara sjógv.
Tú nýtir trænaglar, er tað
vanligt?
Ja, tað var vanligt fyrr at
brúka trænaglar, men tað er
ikki vanligt í dag. Eg minnist
ikki bát vera smíðaðan hjá
okkum við trænaglum, men
vit umvældu ofta gamlar
bátar, sum høvdu trænaglar,
og eg havi gjørt onkran bát til
mín sjálvan við trænaglum,
bara til stuttleikar, og tað
riggar heilt væl.
Hvussu stór verður mann
ingin?
Ja, við hesum bátinum
kunnu upp í 20 mans sita og
rógva. Hann hevur 10 bekkir,
so at manningin verður 21,
tá ið hann er fullmannaður
– sama, sum sluppirnar
høvdu, tá ið tær fóru á Suður
landið. Og so skal hann hava
mastur á miðjum skipi, og
hann skal hava tað gamla
slagið av segli, smalt í erva
og breitt í neðra, sum teir
brúktu í heilt gamlari tíð.
Longdin á báturin er 40 fót
og 9 tummar, og breiddin á
miðjuni er 8 fót og 5 tummar.
Annars hevur hetta verið
ein bundin uppgáva. Hanus
Jensen, bátasmiður, smíðaði
eitt modell, sum eg havi havt
at hildið meg til.
Nær fekst tú áhuga fyri
bátasmíði?
Eg eri uppvaksin við báta
smíði so at siga. Pápi smíðaði
bátar, og abbi smíðaði bátar,
og tá ið eg var so frægur,
plagdi eg at hjálpa til. Var til
skips eini tíggju ár, og tá ið
eg so kom heimaftur og fór
at arbeiða hjá landinum, fór
eg smátt um smátt at smíða
bátar um kvøldarnar og ofta
leygardag eisini. Pápi, Andrias
Hammer, sum búsettist í
Runavík, smíðaði einar 300
bátar, og abbi, Poul Hammer
í Líðini í Vági, smíðaði 517.
Sjálvur havi eg smíðað einar
30
bátar.
Arbeiðsdagurin
hevur ofta verið langur, ser
liga um veturin, tá ið kavi
hevur verið, so tíðin at smíða
hevur verið avmarkað.
Greipur
Í einum neysti í Akkersvík
á Hvítanesi stendur róðrar
bátur við tólv árum – seksær
ingurin Greipur. Símun Jó
han Wolles smíðaði bátin
um 1990 til áhugafelag í
Suðurstreymoy. At teir góvu
honum navnið Greipur kann
hugsast koma av hesari
orsøk:
Greipur
Ívarson
var
kongsins umboðsmaður í
Føroyum. Tann 12. mai 1399
kunnger hann í brævi í Skien
í Noregi, at hann frá norska
frænda sínum, Geyta Eiriks
syni, hevur keypt skip, ”sum
eg vil sigla til Føroya við Guds
hjálp.” Í sama viðfangi keypir
hann eitt akker, sum vigar
12 lispund (sløk 100 kilo), og
bátstog, sum viga 16 lispund.
Útgerðin sigur okkum, at
talan er um havskip.
Føroysk sigling dettur,
sum vit vita, rættiliga tíðliga
burtur, og skip Greip Ívar
sonar er helst eitt tað sein
asta, sum kemur til landið
næstu fýrahundrað árini.
Handilssiglingin fer á aðrar
hendur, og føroyingar tykj
ast fara í dvala, tá ið um
framburð
og
sjálvbjargni
ræður. Teir ressast at vísa
seg ikki við aftur, fyrr enn
maður kemur uttan úr heimi
um aldamótið 1800, purrar út
og bjóðar donskum embætis
mannaveldi av.
Ormurin langi
Á
ólavsøku
verður
ofta
kvøðið um Ormin langa, og
vit kunnu hóskandi runda
greinina av við at siga eitt
sindur um, tá ið teir smíðaðu
langskipið, sum ikki færi enn
68 mans sótu og róðu – 34 í
hvørjum borði.
Tá ið Haraldur Hárfagri
– fyrsti norski kongur yvir
øllum norðmonnum – doyði,
fóru smákongar, jallar og
høvdingar at berjast um
valdið í Noregi. Tá á døgum
var umráðandi at hava stóran
herflota, og Ormurin langi
var eitt tað fyrsta herskipið,
sum smíðað varð. Ólavur
kongur Tryggvason bardist
manniliga
móti
trimum
flotum í stórum bardaga í
Oyrasundi. Hann varð við
undirlutan, og søgan sigur,
at kongurin leyp fyri borð av
skipi sínum, Orminum langa,
tá ið tap var í hendi.
Ormurin langi var smíð
aður í Niðarósa – Tróndheimi
– veturin 999-1000. Bakka
stokkarnir lógu undir Løðu
homrum, skipasmiðirnir vóru
nógvir, og stavnasmiður var
Torbergur Skavhøgg, sigur
Snorri Sturluson í Heims
kringlu. Hann veit eisini um
kensluborna hending at siga,
meðan smíðað verður:
Torbergur má fara átroðk
andi ørindi heim á garðin, og
tá ið hann kemur aftur, er
skipið fullborðað, sum tikið
verður til. Sum serkønur
skipasmiður sær Torbergur
alt fyri eitt, at skipið hevur
ikki tað rættað sniðið. Hann
fer út á nátt við øks í hendi,
og tá ið lýsir fyri degi, sær
Ólavur kongur skip sítt
skammfarið. Torbergur fær
greitt at vita, at hetta kemur
at kosta honum lívið, fær
hann ikki skaðan gjørdan
góðan aftur. Søgan endar
væl. Kongur gerst so fegin
at síggja vakra sniðið, sum
skipið nú hevur fingið, at
hann tilnevnir Torberg Skav
høgg høvuðssmið, tað ið eftir
er at smíða.
Í hesum døgum verður seinasta hond løgd á rættiliga stóran róðrarbát – ein sovnevndan teinæring – sum
rógvin verður av tjúgu monnum. Smíðað hevur verið í hølum hjá skipasmiðjuni MEST í Havn, og sum skilst fer
báturin av bakkastokki fyri ólavsøku. Vit hava verið á gátt og spurt Kai Hammer, bátasmið, nakrar spurningar.
Føroyskur teinæringur
Teinæringurin er um at vera liðugur. Nú skulu knøini setast í
Bátasmiðurin, Kai Hammer, vísir okkum trænaglar, sum hann setir í. Áður vóru teir vanligir, sigur hann