Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-20, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2012síða 34

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 83 ·20. juli 2012 2 VIKUSKIFTI »Tilvildin ræður. Eg skal ikki siga, at hatta ikki er rætta leiðin, men eingin veit tað við vissu. Nú bíða vit bara. Riggar tað, so er tað at fegnast um – men tá er tað meira hepni enn skil. Riggar tað ikki, hvat hundan so?« Tað stendur millum annað at lesa í Summar hesaferð. Ofta verður ført fram, at tað er sunt at lata tilvildina ráða, men útsøgnin omanfyri bendir á, at viðkomandi ikki er av somu sannføring. Tað er Poul Michelsen, sum er maðurin aftanfyri orðini. Formaðurin í Framsókn hevur næstan púra rætt, tí uttan mun til, um tú ert samdur við politikkinum, flokkurin rekur, ella ikki, so munnu tey vera tey allar fægstu, ið halda, at tilvildin eigur at stýra landinum. Tilvildarligt tykist tað eisini, hvørji kostráð er frammi í tíðini og ikki. Einaferð var tað so sera sunt at eta pasta og epli, men nú er tað næstan ein deyðssynd, um tú ynskir at tapa teg. Kostráð floyma inn yvir okkum, og í Summar hesaferð hyggja vit nærru at mongu ráðunum, og varpa ljós á hví ráðini eru so ymiskt, fyri ikki at siga tilvildarlig. Kærleikin kann ofta tykjast tilvildarligur. Í Summar hava vit planlagt eina greinarøð um mongu brúdleypini, sum vera í summar. Hesaferð tosa vit við Edith Kruse og Edvard Paula Andreasen, sum planløgdu, at brúdleypið ikki skuldi vera á G! festivalinum. Tey hugdu í kalendaran í fjør, sóu nær G! lá og løgdu so brúdleypið vikuskiftið aftaná. Men tað nyttar ikki altíð at planleggja eitt, tá onnur planleggja okkurt annað, tí G! í ár er flutt soleiðis, at tað liggur eina viku seinni, altso tá tey skulu giftast. Hetta eru alt góð dømi um, at tilvildin ikki altíð er tað besta, men at tað heldur ikki nyttar at planleggja ov nógv. Eitt sindur av hvørjum er ivaleyst besta blandingin – eisini politikki, tí politikkarar eru ikki meiri enn menniskju. Tilvild og planlegging FM í Frælsum ítrótti verður á Tórsbreyt í Havn hetta vikuskiftið. Renning, longdarlop, sleggjuvarp og klingrukast er á skránni. Kappingarnar byrja báðar dagarnar klokkan 14.00 Rólant Waag Dam Summarredaktørur Tiltøk um vikuskiftið Bryggjudansur, sum Bátafelagið skipar fyri, verður í Vágsbotni í Havn leygarkvøldið klokkan 21.00 Landskappingin í fótbólti verður tikin uppaftur eftir summarsteðg. Mest spennandi dysturin verður ivaleyst við Margáir í Streymnesi, har EB/ Streymur tekur í móti B36 sunnudagin klokkan 15.00 Jens Marni Hansen spælir á Káta Horninum í gongugøtuni í Havn fríggjadagin klokkan 16.00 Klassisk konsert á Listasavninum í Sandoy sunnudagin klokkan 16.30 G! Festivalurin byrjaði longu hóskvøldið og heldur áfram til sunnumorgunin í Syðrugøtu