Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-20, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2012síða 36

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 83 ·20. juli 2012 4 VIKUSKIFTI samrøða Uni Holm Johannesen uni@sos.fo - Sjúkan í flokkinum er, at fleiri ynskja radikal­ar broytingar, og at nakrir so halda ímóti. Spyrt tú meg, hvat Fólka­ flokk­urin er samdur um, so síggi eg onga semju um nakað. Hann kann ikki semjast um fiskivinnureform, ikki um burðar­dygd, ikki um umhvørvismál, ikki um kommunalreform, sum lands­ stýrisfólk hjá flokkinum hava slóð­að fyri á dugnaligan hátt, ikki um skúla­re­ for­min, ikki um stjórnarskipan, ikki um tjóðskaparmál og heldur ikki um bú­ skap­ar­mál. Eg dugdi bara ikki at síggja, at hetta var vert at vera partur av. Tað var við hesari heilsanini, sum Poul Michelsen bar Fólkaflokkinum, at hann takkaði fyri seg í flokkinum, hann hevði umboðað seinastu 40 árini. Tað var í oktober 2010. Samstundis fór hann so smátt at fyrireika nýggjan polit­iskan flokk. Endamálið var púra greitt. Nýggi flokkurin skuldi virka fyri at finna meirilutan á tingi, sum eru sinnaður at gera lógir og karmar, ið svara til tey krøv og avbjóðingar, før­oyska samfelagið hevur fyri neyðini. Úrslitið var Framsókn, sum er ein liberal­ur tjóðskaparflokkur, ið hevur tjóðar­frælsi, persónligt frælsi og vinnu­ligt frælsi fremst á dagskránni. Undirtøkan fyri flokkinum hevur verið góð. 1933 atkvøður fullu flokkinum í lut á løgtingsvalinum í fjør, sum rakk til tveir tingmenn, Poul Michelsen og Janus Rein. Kaj Leo Johannesen, løg­ mað­ur, sendi skjótt boð eftir teimum, tá hann fór undir at skipa borgarligu sam­ gonguna. Framsókn valdi at taka seg burtur frá samráðingunum við teirri grundgeving, at samgonguskjalið loyv­ di ikki, at etisk, moralsk ella religi­øs mál skulu viðgerast á jøvnum føti við onnur mál, og at ríkisveitingin skuldi tiðn­ast upp aftur. Framsókn vildi ikki seta sítt virðisgrundarlag í veð og situr nú í andstøðu. Tú fór úr Fólkaflokkinum og stovn­aði Framsókn sum eitt alternativ á libera­la veinginum. Framsókn fekk kort­ini ikki nakrar atkvøður á løg­tings­vali­num frá Fólkaflokkinum og ger tað heldur ikki í veljarakanningini, sum kom fyri tveimum vikum síðan. Hvussu ber tað til, at Framsókn sum liberalur flokk­ur – og tú sum uppreistrarmaður - ikki fær atkvøður frá Fólkaflokkinum? - Eg veit ikki. Vit fingu nú ikki heilt ong­ar atkvøður frá Fólkaflokkinum, men ikki nóg nógvar, tað er rætt. Tað er undarligt. Eg havi heldur einki greitt svar. Fólkaflokkurin kláraði til løg­ tings­valið at skava fleiri atkvøður undir seg, tí formansstríðið millum Jørgen og Anniku varð partur av valstríðnum, hóast øll, sum vita nakað um politikk, vistu frammanundan, at Annika fór at tapa. Tað dró kortini nógvar atkvøður til Fólkaflokkin tá. Veljarakanningarnar hava víst, at vit hava størri undirtøku nú enn til valið. Framsókn hevur seinastu mánaðirnar roynt at fingið fótin fyri seg. Tað er kortini tilvitað, at flokk­urin hevur ikki til lut í øllum stóru ábreiðs­lu­num, sum samgongan hevur ver­ið fyri. Tað er ikki alt, ið samgongan hev­ur gjørt, sum hevur verið skeivt. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin fáa størri og størri undirtøku, sambært veljar­a­kanningunum. Tykkara fram­gongd er lutvíst lítil, sambært veljara­kann­ing­unnum. - Framsókn vil vera konstruktivt í sín­um politiska arbeiði. Vit royna at ávirka, men somuleiðis ikki gera ilt verri. Vit vilja, sum vit lovaðu til valið, ar­beiða tvørtur um politisk mørk - fara eftir bóltinum og ikki manninum. Eg skal tó viðganga, at vit hava ikki verið nóg greið í okkara boðskapi um førda politikk­in hjá samgonguni. Hinvegin hevur føroyskur politikkur ongan­tíð verið so rótutur sum nú. Ein ódám­lig­ur grammleiki hevur sníkt seg upp í politikkin. Tað er óhugnaligt, tí tað var hesin grammleikin, sum elvdi til stóru búskaparkreppuna. Fólka­ vald reka kommunalpolitikk í løg­ tingi­num. Tað verður bara hugsað um seg og síni, og ikki um, hvat sømir seg best fyri alt samfelagið. Dømi er Fólkaflokkurin, sum hevur svikið sína stevnuskrá og lagar heldur síni sjónar­mið eftir politiska rákinum. Fesk­asta dømi er, at flokkurin seldi út av tjóðskapinum fyri at fáa sín fiski­vinnu­poli­tikk, sum eftir okkara tykk­i er skaði­ligur. Tjóðskaparmálið er í hesi sam­gongu lagt í skuffuna til stóran skaða fyri tjóðskaparrørðsluna. Lyftir vóru givin veljarunum um ikki at hækka ríkisveitingina, men tað varð framt kortini. Tað er ein skarnsgerð. Hetta sama er galdandi fyri hinar so­ kall­aðu sjálvstýrisflokkarnar í sam­ gongu­ni. Grundleggjandi politisk virði, ideologiin hjá flokkunum, verður kast­ að fyri borð fyri at sleppa framat valdi­ num. Hetta er forkastiligt og at halda veljaran fyri gjøldur. Hví kunnu vit ikki bara góðtaka, at tjóð­skap­ar­málið er ikki tíðarbært júst nú? - Tjóðskaparmálið er altíð tíðar­bært. Í einum landi sum okkara er tjó­ð­ skaparligi samleikin sera týdn­ing­ar­ mikil og umráðandi fyri framfýsnið í samfelagnum. Tú tekur stór tøk, tá tú berjist fyri nøkrum, tú trýr uppá. Aftur­ halds­sinnaður politikkur virkar ikki fyri betri sømdum til komandi ættarlið. At stremba eftir sjálvbjargni krevur kveikj­ andi nýskapan, og tað er neyðugt, um - Ein ódámligur grammleiki hevur sníkt seg upp í politikkin. Tað er óhugnaligt, tí tað var hesin grammleikin, sum elvdi til stóru búskaparkreppuna, sigur Poul Michelsen, sum vil fáa hugsjónirnar aftur í føroyskan politikk. Framsókn vil virka fyri, at veljarin veit, hvat hann fær, tá hann setir krossin TANN ÓDÁMLIGI GRAMMLEIKIN Mynd: Álvur Haraldsen ...framhald á síðu 6