fríggjadagur 20. juli 2012síða 38
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 83 ·20. juli 2012
6
VIKUSKIFTI
tað skal verða samfelagnum lív lagað
í framtíðini.
Tú má vita, hvar tú er, um tú skal
vita, hvar tú fer. Føroyingar sita ikki
við borðið nakrastaðni, meðan allur
heimurin er í rembingum og nýggjar
leiðir og møguleikar verða troyttir. Vit
eru ikki við har. Sjálvt okkara frálíku
svimjarar mugu svimja undir hent
leikaflaggi.
Sitandi samgonga hevur
snarað kumpassið til høgru,
sum løgmaður hevur tikið
til fleiri ferðir. Hvussu verða
sjónarmiðini hjá Framsókn,
sum eisini er á politiska
høgraveinginum, ikki umboða í
hesum samgonguskjalinum?
- Tað er munur á teimum, sum eru
konservativ og teimum, sum eru ný
skapandi. Framsókn er ein liberalur
flokkur, sum gongur um miðjuna og
ávegis út á høgravongin.
Tað er samanfall millum tað sum
landsstýrið ger, og tað sum Framsókn
vil. Tó vildu vit, at flatskatturin var
meira sosialur, so fleiri høvdu fingið
gagn av honum, og at barnafamiljurnar
samstundis fingu munandi fíggjarligan
styrk.
Okkara uppskot til skattalætta hevði
sett ferð á búskapin í einum breiðari
høpi enn vit síggja nú.
Flatskatturin hevur ikki havt tann
virknað, sum lýst verður fyri. Gamaní,
fleiri bilar eru seldir, men forbrúkið á
vanligum brúksvørum er ikki hækkað.
Hetta sigur okkum so mikið, at tað eru
bara tey, sum frammanundan høvdu
rímiliga góðan búskap, sum fáa nakað
burtur úr skattalættanum, men tann
stóra mannaskaran, sum eisini hevur
tørv á rúmligari ræsum, fær einki.
Mongu ivamálini við forskattingini
av pensjónum hava elvt til, at fólk ken
na seg ótrygg, stúra og brúka heldur
pengarnar at rinda skuld niður. Vit í
Framsókn skutu upp at fíggja lættan við
tilfeingisgjald, uppboðssølu av fiski, sjó
mannafrádrátti og rentufrádrátti heldur
enn at gera seg inn á pensjónirnar.
Okkara skattaumlegging kostaði 60
milliónir krónur meira enn tann hjá
samgonguni.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum
hevur tveitt um seg við tilvildarligum
tiltøkum og sparingum, sum birta
óvissur og skapa órógv. Tilvildin ræður.
Eg skal ikki siga, at hatta ikki er rætta
leiðin, men eingin veit tað við vissu. Nú
bíða vit bara. Riggar tað, so er tað at
fegnast um – men tá er tað meira hepni
enn skil. Riggar tað ikki, hvat hundan
so? Tað vendist ikki aftur. Hatta er ikki
leisturin at arbeiða eftir.
Tit lovaðu at røra í
grýtuni, tá Framsókn varð
stovnað. Hava tit tað?
- Eitt av endamálunum er at fáa hug
sjónirnar aftur í føroyskan politikk.
Framsókn vil tekna linjurnar upp og
samstundis virka fyri samstarvi tvørtur
um floksmørk. Tað er at røra í grýtuni.
Eg var serstakliga errin, tá Sambands
flokkurin, Javnaðarflokkurin, Fram
sókn og Tjóðveldi í fjør skrivaðu
undir sama skjal. Tá ásannaðu vit, at
vit hava felagstrupulleikar, sum bert
kunnu loysast við breiðum semjum
– sama, um tú er sambandssinnaður
ella tjóðskaparsinnaður. Minnilutasam
gongan er higartil besta dømið um, at
tú kann samstarva tvørtur um mørk.
Hetta kann gerast uttan at selja út av
tínum virðum ella krevja, at grundvirð
ini hjá flokkunum skulu setast í veð.
Tað var tað, sum løgmaður kravdi av
okkum til samgongusamráðingarnar;
at vit skuldu góðtaka at hækka ríkis
veitingina og at bannlýsa øll etisk mál.
Men tað hevur eftir øllum
at døma ikki eydnast at fáa
samstarv tvørtur um floksmørk í
hesum samgongusamstarvinum.
- Nei. Høvuðsorsøkin er stóri ruðuleikin
og ótryggleikin sum valdar í politisku
skipanini. Enn kveistrar samgongan til
viks øll uppskot, sum andstøðan kemur
við. Við tíðini fer hetta ikki at eydnast
henni, og samgongan fer at ásanna, at
tørvur er á breiðari grundarlagi at virka
á. Hetta kemur til sjóndar longu í heyst.
Eitt sermerki hevur verið, at sam
gongan ikki bara hevur nóg mikið í sær
sjálvari – hon hevur enn tá sína egnu
andstøðu. Hetta er ikki bara ein trupul
leiki fyri samgonguna, men eisini fyri
okkum, sum eru í andstøðu. Útmeld
ingarnar eru so ymiskar, at tær bera
brá av politiskari óreiðiligheit. Vit vita
heilt einfalt ikki, hvat funnið verður
uppá næstu ferð. At samgongan so
leiðis er í andstøðu við seg sjálva, tað
hava vit ikki sæð fyrr. Hetta er ikki gott
fyri álitið á politisku skipanina, sum
frammanundan ikki hevur størsta trú
virði millum manna. Álit á politisku
skipanina er ein fyritreyt, um fólk skulu
trívast her og lata seg eggja til avrik
og brøgd.
Sum sagt, so fer hetta arbeiðsalagið
hjá samgonguni ikki at røkka. Framsókn
vil tí framhaldandi taka undir við góð
um gagnligum uppskotum, sama um
hesi koma frá samgonguni ella and
støðuni.
Kunnu vit ikki skjóta ein hvítan
píl eftir at fáa floksdisiplin
í føroyskan politikk?
- Eg kann bara siga fyri okkara við
komandi, at Framsókn vil ikki hava
fornermaðar politikarar í flokkin. Tey,
sum verða partar av flokkinum skulu
góðtaka virðisgrundarlagið hjá flokki
num og virka politiskt út frá hesum.
Tað er krav. Flokkurin rúmar sjálv
andi nógvum sjónarmiðum, men tey,
sum ikki taka undir við virðisgrundar
lagnum, eru ikki við. Tað er so einfalt.
Framsókn er ein liberalur flokkur, har
frælsisvirðini eru grundstøðið, og sum
vil, at tjóðarfrælsi, persónligt frælsi og
vinnufrælsi altíð eru á dagsskrá. Yvir
skipaða ideologiin má inn aftur í før
oyskan politik, so fólk vita, hvat tey fáa,
tá tey velja ein flokk. Hetta vilja vit í
Framsókn.
Tíverri er støðan í dag, at fólk velja
eitt valevni hjá einum flokki, tí við
komandi umboðar teirra áhugamál,
meðan ein annar á sama lista verður
valdur, sum gongur beint ímóti teirra
áhugamálum.
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi
hava áhaldandi víst á skeivleikar
við politikkinum, sum samgongan
førir. Tit hava greiðar meiningar
um, hvat sømir seg best,
men hava verið lutvíst kúrrir.
Er ikki stór andsøgn í tí?
- Tað er ikki lætt at fáa rúmd í fjøl
miðlunum sum lítil flokkur. Vit sleppa
ofta ikki við, tá politisk mál verða við
gjørd. Vit hava kanska heldur ikki gjørt
um okkum við lesarabrøvum og øðrum
átøkum. Orsøkin er eisini, at flokkurin
roynir at finna fótafestið í hesum
politiska meldrinum. Tað krevur sítt
at skipa ein nýggjan flokk.
Vit høvdu møguleikan at fara í sam
gongu. Tóku vit av, hevði flokkurin
helst ein landsstýrissess í dag, sum
var upplagdur kjansur at gera vart við
okkara politikk, men vit fara ongantíð
at svíkja tvey av okkara frælsisvirðum
fyri at fáa henda møguleikan. Tað vilja
vit ikki. Eitt annað er, at kravið, sum
løgmaður setti okkum, var óforskamm
að og ein beinleiðis roynd hjá honum
at forkoma tilgongdini hjá Framsókn.
Vit eru varin í tilgongdini sum and
støðuflokkur – vilja vísa ábyrgd og
virka mennandi í politisku skipanini.
Hinvegin eru vit í Framsókn sann
førd um, at ein flokkur sum umboðar
liberalu virðini, hevur politiskt lív lag
að.
- Framsókn er ein liberalur
flokkur, sum gongur um miðuna
og ávegis út á høgravongin,
sigur Poul Michelsen. Soleiðis
sær politiska landsslagið út í
løtuni, sambært Framsókn